Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. mars 2012 · Nr. 27 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ein tungan og illfýsnan no­ vemb­er dag, komu sorgar­ boð­ini um at Zacharis ikki var millum okkum longur, hann var farin um deyðans portur. Ein rødd er tagnað. Tá man fær boð, at ein vinur er farin, steðgar alt upp eina løtu, og tankar koma til ein, ið ein ikki hugsar so nógv um í tí dagliga, hesaferð tankar um ein góðan vin, ið man ongantíð skal síggja aftur her á fold. Ja, lívið er undarligt, og deyðin hevur sína orsøk, men at tað skuldi verða seinastu ferð eg sá teg, bert 3 tímar áðrenn tú valdi at fara hiðani, varnaðist meg ikki. Men vit fingu sagt pent farvæl báðir, og tað eri eg takksamur fyri. Tú var ein ókúgaður opti­ mist, sum valdi at ganga plank­an út – og tað gjørdi tú!! – tí einki er ógjørligt fyri tann, ið ber vónina í hjart­ anum – ein sjáldsom typa At so lívið ikki altíð lag­ar seg, sum ein ynskir, er nakað annað. Nógvir snávingar­ stein­ar eru á leiðini, og mang­an er tað tungt at reisa seg aftur. Komi at hugsa við takk­semi á tann møgu­leika eg fekk, at koma at kenna teg, og hevur tú ríkað manga kvinnu og mann her á fold. Tín verumáti var nakað heilt serligt, tú var ein orginalur – bert ein av slagnum, takk skal tú hava fyri tað. Har tú var, var tú mittpunkt – ikki tí, tú altíð vildi tað soleiðis - men soleiðis var tað nú bara einaferð Zacharis. Og gávumildur var tú sum fáur, aldrin lá tín partur eftir – nei tú, tað var heldur øvugt, men soleiðis var tú bara. Kom man inn á gólv hjá tær, var tú altíð blíður, hjartagóður og fyrikomandi. Tú var ongantíð tómhentur, og átti altíð okkurt gott undir góman, ja har tú var, var sál undir lon – um tað so var í ein­um neysti ella undir stórari lon. At tú var av dugnaligastu skiparum, prógvar søgan eis­ ini. Eg minnist eitt brot úr ÚF, har sagt var frá rokfiskiskapi hjá Fame. Ja, tað er nokk ikki langt frá, at tað var tín fyrsti túrur sum skipari. Tit vóru á rækjuveiðu við Svalbard, saman við nógvum øðrum skipum. Ísur kom á tykkum, og allur flotin rýmdi suður eftir, undan ísi. Men ikki Fame. Tit valdu at fara norður eftir – ja heilt norður á 81 – og var tað óhoyrt. Tit fyltu skipið, við stórum og góðum rækjum eftir fáum døgum, og settu rekord sølu, og ein nýggj søga varð skrivað, visti Útvarpið at siga frá. At tú ikki var so birgur longur, var eingin loyna. Sál­ in var troytt og likamið vikn­ að, og ynskti mest av øllum at fáa frið. Men sjálvt um tú var viknaður, og sálin troytt, so var ondin frísk. Tú var sera áhugaður at tosa við og visti altíð okkurt, ið vert var at hugsa um. Men ongantíð hoyrdi eg teg siga ljótt upp á ryggin á nøkrum menniskja. At tú so kundi verða eitt sind­ ur bondskur face to face var nakað annað Og skaldagávur hevði tú eisini, og mangan var tað hugaligt at lesa tað tú skriv­ aði, og mong góð yrking er skrivað úr tínari hond. At lesa tínar yrkingar vekjur kensl­ur, og fari eg at endur­ geva eina av tínum mongu kær­leiks­yrkingum. Bringa mín. Bringa mín knýtist av tokka til tín eins og flísar av viði støkka eg síggi ímillum gløs og vín hvussu kann eg tínum hjarta røkka. Tí mín kensla er ei mítt vit og mítt lív tað er mítt forum og tað er uttan lit. Ein hiti av kulda eitt orð uttan ljóð svarið tað dulda sálin var móð Eg leggi nú frá mær lutin til leika kenni meg sjálvan fari út at reika. Tí mín kensla er ei mítt vit og mítt lív tað er mítt forum og tað er uttan lit. ZD Hendan yrking var ognað unnustu tíni Elisabeth. Tann stóri skari, ið fylgdi tær til hvíldar, bloytur og fjálgar mangt hjarta, men í slíkum støðum eru orð fátøk og hjálparleys, men ein stór gleði í sorgini, var at síggja tann stóra mannaskara, ið ynskti at siga tær so vakurt farvæl, Zacharis Dam. Eg fari hervið at lýsa frið yvir minni um Zacharis Dam – ein trúgvur og góður vinur er farin, og harrin fylgir tær víðari á tíni leið. Sakaris nøvn Eivør Pálsdóttir, Jens Marni Hansen, Stanley Samuel­sen og DJ Afrokid spæla leygar­kvøldið kl. 21.00 á Lions & Barrels á Øster Allé 46. Toppdystur verður millum kvinnuliðini hjá VB og Stjørnuni sunnudagin kl. 15.00. Liðini kappast um at sleppa í FM finaluna í kvinnuhóndbólti. Farvæl Zacharis Dam Føðingar 19. februar fingu Andreas Poulsen, Norðoyri og Annika Jacobsen, Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 2590 gr. 26. februar fingu Marna Anthoniussen og Niels Joensen, Fugla­firði, ein son. Hann vigaði 3450 gr og var 52 cm langur. 18. februar fingu Oddvá og Robert Thomsen, Porkeri, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3970 gr. Á myndini situr 4 ára gamli Símun við lítla beiggjanum. 15. februar fingu Elisabeth Joensen, Porkeri, og Andras Hammer, Elduvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3800 gr. Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra móður, omma, langomma. Anna Nielsen Tórshavn andaðist og varð jarðað. Ein hjartans tøkk til prestin Sonju Klein, berarar og sangarar. Tøkk fyri blómur og kransar. Ein serstøk tøkk fer til Lágargarð, fyri góða umsorgan ta tíð hon var har. Vegna tey avvarðandi Olga og Finnbogi