fríggjadagur 2. mars 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 2. mars 2012 · Nr. 27
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Í dag, fríggjadagin 2. mars,
eru liðin 50 ár síðani, at
Dan Michael Knudsen varð
borin í heim. Dan Knudsen
er ríkisumboðsmaður í Før
oyum og harvið fremsta
umboðið her á landi hjá
donsku krúnuni og donsku
stjórnini.
Tað var í Vejle, at vøggan
stóð. Foreldrini eru Ninna
og Kaj Knudsen. Mamman
doyði í 1996, og pápin býr
framvegis.í Vejle. Dan er
næstyngstur av fýra systkj
um – tveir beiggjar eru eldri,
og systurin er yngri.
Ítrótturin og serliga fót
bólturin hevur altíð átt stórt
pláss hjá 50 ára føðingar
dagsbarninum. Í dreingja
árunum spældi hann við
Vejle Kammeraterne, og hann
var ofta á Vejle stadion, har
tað síðst í seksti og í sjeyti
árunum var hugaligt at
fylgja Vejle Boldklub, Johnny
Hansen, Ulrik Lefevré, Allan
Simonsen og hinum, sum
bóru Vejle fram til DM í
1972, 1973 og 1978 og sigrar í
steypakappingini í 1972, 1975
og 1977.
Í 1981 leyk Dan students
prógv á Rosborg gymnasium
í Vejle. Eftir studentsprógvið
og fyrifallandi arbeiði í eitt
skifti fór Dan Knudsen undir
at lesa sosialvísind á Odense
universiteti. Tá var tað, at
hann kom í samband við
føroyingar. Fleiri teirra, sum
búðu á Rasmus Rask, vandu
og spældu við Odense KFUM.
Dan Knudsen búði á Rasmus
Rask, og hann spældi fótbólt
í Odense KFUM.
Eisini Margreta Justesen
av Viðareiði las um hetta
mundið í Odense. Tey bæði
– Margreta og Dan – giftust
í 1993, og í 1997 fluttu tey til
Føroya. Tá fór hann í full
trúastarv í Tinganesi. Trý
ár seinni varð hann settur
í fulltrúa starv hjá ríkis
umboðnum, og har tænti
hann hjá trimum ríkisum
boðsmonnum
–
Vibeke
Larsen, Birgit Kleist og Søren
Christensen. Fyrst sum full
trúi og síðani sum special
konsulentur.
Á nýggjárinum 2008 varð
Dan Knudsen settur í starvið
sum ríkisumboðsmaður í eitt
fimm ára skeið, og tá fluttu
Margreta og Dan saman við
børnunum báðum, Thomas
(1993) og Mariu (1998) inn í
amtmansborgina at búgva..
Tað eru neyvan fleiri
meiningar um, at danska
umboðið í Føroyum er ein
sera fryntligur og nærlagdur
maður, og at hann man hava
øðrvísi fatan av føroyska
samfelagnum og føroyskari
umsiting, enn nógvir av
teimum munnu hava havt,
sum hava verið í drúgvari
tænastu í danskari miðfyri
siting, áðrenn teir komu
higar at umboða ríkið.
At ríkisumboðsmaðurin
hevur familjusamband í Før
oyum og royndir í føroyskari
umsiting er ivaleyst fyri
munur á so mangan hátt, tá
ið hann skal lýsa Føroyar og
føroysk samfelagsviðurskifti
fyri
arbeiðsgevaranum
í
Keypmannahavn.
Amtmansborgin og stór
sligni
urtagarðurin
bera
boð um, at her hevur valdið
í Føroyum verið miðsavnað.
Ikki minst tá ið havt verður í
huga, hvussu lítil Havnin var,
tá ið borgin varð bygt fyri
meiri enn 130 árum síðani,
og hvussu smá og skirvislig
húsini hjá havnarmonnum
tá vóru.
Uppgávurnar hjá ríkis
umboðsmanninum eru ikki
tær, sum tær vóru, áðrenn
umsitingin av tungu væl
ferðarøkjunum varð yvir
tikin í sjeyti árunum, og
blokkstuðulin í átti árunum
avloysti mongu refusións
skipanirnar.
Ríkisumboðsmaðurin
er tískil ikki so sentralur
og eyðsýndur, sum hann
var, tá ið Mogens Wahl og
aðrir danskir umboðsmenn
í eyðkenda búnanum gingu
skrúðgongu á Ólavsøku og
við danskari manning við
gjørdu og avgjørdu umsóknir
um rakstur og íløgur kring
landið.
Nú er stovnurin mest
sum eitt vanligt føroyskt
arbeiðspláss. Tað tykist sum
hesin ríkisins umboðsmaður
hevur lagt seg eftir at manna
borgina
við
føroyingum,
sum harvið hava gott inn
lit í spurningar um ættleið
ing, sundurlesing og hjúna
skilnað. Hetta eru økini, sum
mesta tíðin og orkan hjá
ríkisumboðnum nú verður
brúkt til.
Talan er altso fyri tað
mesta um uppgávur fyri
borgararnar. Ríkisumboðs
maðurin sjálvur tekur sær
av
uppgávunum
yvirfyri
landsstýrinum, løgtinginum
og hinum ráðunum og yvir
fyri
arbeiðsgevaranum
í
Danmark, sum er forsætis
málaráðið, og annars hini
ráðini og aðrir umsitingar
stovnar í Danmark.
Ríkisumboðsmaðurin
hevur talurætt, men ikki at
kvøðurætt í løgtingum. Dan
M. Knudsen er ikki títtur
á pallinum. Hann hevur
svarað onkrum fyrispurn
ingi, og tað vakti miklan
ans, at hann tók orðið, tá
ið
pensiónsspurningurin
varð viðgjørdur undan árs
skiftinum.
Ríkisumboðs
maðurin hevur ikki diplo
matiskan status, men tað er
einki at ivast í, at sessurin
krevur
diplomatisk
evni,
bæði henda og hin vegin,
og tey evnini verður nú 50
ára gamli fryntligi ríkis
umboðsmaðurin sagdur at
hava.
Dan Knudsen er væl inte
greraður dani í føroyska
samfelagnum. Hann etur før
oyskan mat, stuðlar saman
við konuni, har børnini nýta
sína frítíð, og hann rennur
saman við hinum í Bragd
inum og einsamallur.
Føðingardagurin verður
hildin saman við familju,
vinum og arbeiðsfeløgum í
amtmansborgini. Har búði
familjan fram til í november
í fjør. Tá fluttu tey niðan í
Hoyvíkar at búgva. Orsøkin
er tann, at stórar umvælingar
og dagføringar nú skulu
gerast í stásiligu húsunum í
miðbýnum.
J
Ríkisumboðsmaðurin 50 ár
Tøkk
Jákup Andrias Hentze
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu,
hjálpsemi og umsorgan, tá okkara høgt elskaði
maður, pápi, verpápi, sonur, beiggi, svágur og
mammubeiggi so brádliga varð tikin frá okkum.
Takk fyri blómur, kransar, vitjanir, heilsanir, og
gávur. Takk til tykkum, sum bakaðu.
Takk til samkomuna í Berøa. Takk til talarar,
spælarar og sangarar. Takk til tykkum øll,
sum hjálptu á annan hátt.
Øllum tykkum mongu, sum vóru í kapellinum,
og til jarðarferðina, takka vit hjartaliga.
Familjunnar vegna
Olga, Celesta, Alisa, Marjun
og André við familjum
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara
kæra móðir, vermóðir, omma og langomma
Maina Holm
Hvalba
andaðist og varð jarðað.
Ein hjartans tøkk til prest,
kirkjutænarar og sangarar.
Takk fyri heilsanir, kransar, gávur og takk tit,
sum hjálptu okkum við ervinum.
Ein serstøk tøkk til Eldrasambýlið
í Hvalba fyri góða umsorgan.
Fyri tey avvarðandi
Anna og Katrin
Katrin Kallsberg er vald til nýggja forkvinnu
fyri Javnstøðunevndina. Hini í nevndini
eru: Guðrið Joensen, Niels Winther, Marjun
Magnussen og Jónleif Johannesen.
Kvinnur verða í miðdeplinum, tá ið
dansistaðið Rex leygarkvøldið frá
kl. 20.30 hevur serligt kvinnukvøld