Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. mars 2012 · Nr. 27 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Bei bei Sambands­flokkurin Sjóøkið er ogn Føroya fólks T á eg hugsi um Dan­ mark, so hugsi eg trý ting: Eitt tað mest liberala landið í heiminum, eitt tað mest framkomna landið, og tað landið, har væl­ferð­ar­samfelagið trívist best. Í míni verð eigur Sam­ bandsflokkurin at endur­ spegla hesi virðini, men tað er stikk mótsatt: Sam­ bands­flokkurin gongur á odda fyri flatskatti, sum bein­leiðis mótarbeiðir væl­ ferðar­samfelagnum. Sam­ bands­flokkurin mótarbeiðir eis­ini per­sónliga frælsinum, tá flokk­urin gongur við til at parkera etisk mál, heldur enn at fáa tey fram í ljósið. Sam­bandsflokkurin tekur eis­ini í stóran mun bíbliuna fram, tá argument skulu leggjast fram. Umframt, at Sambandsflokkurin tí­verri er alt annað enn fram­síggin. Tískil síggi eg Sam­bands­ flokkin sum eina bein­leiðis andsøgn til alt tað, sum eyð­ kennir virðini hjá Danmark. Jamen, so er bara at skifta flokk! Men hvønn flokk skal mann velja, tá alternativini til Sambandsflokkin ikki eru nakað frægari? Vit hava bara ein Sambandsflokk ídag, rest­in er alt loysingarflokkar, so tað er sum at velja millum Atlantic Airways og Atlantic Airways. Tað, sum ger tað heila eyka keðiligt, er, at vit hava fult av møguleikum fyri at gera Føroyar til eitt betri stað, skapa trivna, skapa búskaparvøkstur og fáa fólka­vøkstur. Men av einari ella aðrar orsøk, so hevur hetta ongan áhuga. Hug­burð­ ur­in í tinginum minnir mest um enskttalandi fuglarnar í Nemo, sum bara hugsa um fisk og eisini bara duga eitt orð: »Mine, mine mine...«. Tann føroyski hamstarin Um vit ímynda okkum hamst­arin, sum rennur runt í hjólinum, so er tað so­leiðis, sum eg síggi politiska system­ ið í Føroyum. Hamstarin brúkar eina øgiliga orku upp á at renna í hjól­inum, men førkar seg ongan­tíð frameftir. Um vit siga, at hamstarin er tingið og lands­ stýrið, so er tað eftir øllum at døma nógv stutt­ligari at brúka alla sína orku upp á at standa í stað, heldur enn at kanna møguleikarnar uttan fyri hamstarabúrið og brúka teir møguleikar, sum finnast uttan fyri búrið. Sum støðan er í dag, so hava allir flokkarnir sín egna svull at berjast við. Tískil hava vit í grundini tørv á eini kollvelting, har tey gomlu konservativu knett­ini verða skift út við eina buffét, har tað er pláss fyri øllum sløgum av frískum mati. Har Jesus fær eitt væl uppiborið timeout frá før­ oyskum politikki. Har tað er samband millum teori og praksis, og har eitt orð er eitt orð, og ryggurin á teimum ráð­andi ikki hevur styrkina á ein­um maðki. U mráðandi er at varð­ veita regluna um, at óvirkaður fiskur skal fara um føroyska upp­boðs­ sølu, áðrenn hann verður seldur av landinum. Sum skilst eru kreftir nú frammi, sum royna at fáa strikað regluna um, at óvirk­ aður fiskur skal fara um føroyska uppboðssølu, áðr­ enn hann fer av landinum, verður strikað. Vit skulu staðiliga mót­ mæla, at frammanfyri regla verður strikað. Tá vit kunnu staðfesta, at lógin ásetur, at fiskatilfeingið í føroyskum sjóøki er ogn Føroya fólks, so er tað skyldan hjá okkara politikarum at tryggja, at so stórur partur av hesum fiskatilfeingi sum gjørligt verður virkað av før­ oysk­um løntakarum. Vit vóna, at bæði lands­ stýrismaðurin og samgongan sum heild vilja virða galdandi lóggávu og ikki fara at lata seg trýsta til at lata fiskin, sum veiddur er á grunnum okkara, fara av landinum til útlendska arbeiðsmegi at tilvirka og virðisøkja, meðan út ímóti 2000 føroyingar ganga arbeiðsleysir. Vit skulu samstundis gera vart við, at vit staðiliga vilja ávara ímóti, at Fiskimálaráðið setir í gildi eina rullandi skipan, tá talan er um fiski­ loyvir, tí ein slík skipan vil gera, at lógarreglan um, at fiska­tilfeingið er ogn Føroya fólks bert verður eitt eiti, tí rullandi skipanin kemur í veruleikanum at gera, at øll fiskiloyvi verða savn­aði á fáum hondum og møgu­ leikarnir hjá øðrum virkis­ fúsum føroyingum at koma inn í fiskivinnuna, verða við hesum rættiliga nógv av­ markaðir. Vónandi duga okkara politik­arar at síggja vandan við at seta í verk skipanir, sum fara at gera tileinkis regl­una um, at okkara fiska­ til­feingi er ogn Føroya fólks. Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Nakrar grundgevingar fyri, hví eg havi meldað meg úr Sambands­ flokkinum og hugleiðingar um ta politisku skipanina í Føroyum Nú skal lógarreglan um at fiskatilfeingi í føroyskum sjóøki er ogn Føroya fólks standa sína roynd Tá stuðul varð latin til eina Ph.D.verkætlan um gøtunøvn, kom øði í ein tinglim. Av Løgtingsins røðarapalli gav hann sína hjartans meining til kennar um bæði hesa verkætlan og gransking yvirhøvur. Í farnu viku gav ein annar tinglimur ilt av sær um stuðul til mentan í Føroyum. Hann segði sjálvur, at hann var óndur! Nú hevur kjakið gingið í fleiri dagar, tíðum rættiliga kensluborið og subjektivt, eitt stríð millum tey góðu og tey óndu, heldur onkur. Slíkar negativar søgur tendra okkum á onkran hátt. Miðlar bera gleðiliga og skjótt søgur um óndar – ónøgdar - tinglimir. Fólk øsa seg upp í sosialu miðlunum. Søgurnar er einfaldar hjá miðlunum at bera, tær fortelja næstan seg sjálva og fáa skjótt egið lív. Hóast fleiri kasta seg útí ella glaðbeint fylgja við í kjakinum, kann tað kennast sum at hava etið ein stóran bommpakka: Hugaligt, meðan tú át, men aftaná er lætt at sita við kensluni av, at hatta helst var betri ógjørt. Hugdu vit ístaðin afturum óstortligu úttalilsini og kensluliga kjakið, at skipanunum handan tað, teir viðmerkja, so er eitt felags eyðkenni, at teir so ella so seta spurnartekin við, um tað almenna skal játta pening til gransking og mentan, og hvørt tað eru tey røttu, sum fáa stuðul. Tað fyrra, sjálva stuðulsskipanina, hava teir ábyrgd av, og eru teir ónøgdir við tað seinna, so er tað tí, at skipanin ikki virkar soleiðis sum teir vilja hava tað – um teir ynskja hana yvirhøvur. Løgtingslimir hava ábyrgd av at seta karmar fyri almenna stuðlinum til gransking og mentan. Teir eru við til at avgera, um eitt økið skal stuðlast, hvør skal meta um, hvat er vert at stuðla, hvussu hetta kann gerast og hvussu stór játtan skal vera tøk. Teir gera ikki av, hvør ítøkiliga skal stuðlast, hetta hoyrir undir týdningarmikla arms-longd prinsippið . Eru teir ónøgdir við, hvussu skipanin virkar, kunnu teir harta tey, sum umsita skipanina, um tey ikki fylgja ásettu reglunum, í øðrum lagi kunnu teir royna at broyta skipanina, um tað verður mett neyðugt. Tað er púra burturvið, órímiligt og óneyðugt at leggja eftir eini ítøkiligari verkætlan. Tey, sum hava fingið stuðul, hava fingið tað uppá eina umsókn, sum onnur hava tikið støðu til. Avgerðin liggur hjá játtandi myndugleikanum, ikki stuðulsmóttakaranum. Tá ein tinglimur gerst óndur, er høvi hjá hinum 32 at hugsa um og gera vart við, hvørt teir samdir ella ósamdir. Politikarar hava eins og tey, sum eru sett at vara av stuðulsskipanunum, ábyrgd av at tryggja, at fólk hava álit á, at skipanin verður væl umsitin. Tey, sum skipanin er ætlað at stuðla, skulu hava javnbjóðis møguleika at halda seg framat. Øll mugu kenna seg vís í, at umsóknir vera viðfarnar virðiliga, og at stuðulin verður býttur rímiliga. Tað er neyðugt at skjalprógva, hvat stuðulin varð brúktur til og um tað spurdist burturúr, sum ætlanin var. Hetta kann og skal alt tryggjast við reglum og mannagongdum. Hesar skulu politiska skipanin og tey, sum umsita hana, gera. Tey, sum fáa stuðul, skulu gera tað, sum tey hava lovað, og svarað fyri tí yvirfyri játtandi myndugleikanum, ikki løgtingslimum. Tá onkur tinglimur verður óndur um eina skipan, er tað eitt gylt høvi hjá øllum avvarðandi at gera eitt veruleikatjekk: Er hetta “bara” politiskt rumbul fyri at tekkjast einum ávísum veljaraskara, ella treingir skipanin til eina yvirháling. Tað skal vera væl vorið, um ikki okkurt kann gerast enn betur. Annika sølvará Stjóri fyri Granskingarráðið EYGA MÁLIÐ Tey óndu! Hergeir Staksberg Fyrrverandi sambandsmaður og valevni floksins til síðsta løgtingsval Georg F. Hansen Formaður Føroya Arbeiðarafelag