fríggjadagur 2. mars 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 2. mars 2012 · Nr. 27
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Hans Pauli Strøm
Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður
fyri Javnaðarflokkin
»Eldrabyrðan« vend á høvdið
»Eldrabyrðan« hevur verið brúkt
sum ein hóttandi ræðumynd, fyri
at fremja politiskar snaringar
burtur frá grundleggjandi hugs
anum um norðurlendsku væl
ferðarskipaninar, har aðaltátturin
er tann felags, samhaldsfasta
fíggingin av sosialari trygd og
menning, hjá børnum og ungum,
gomlum, sjúkum og førleika
skerdum.
»Eldrabyrðan« er í stuttum, at
vit fáa samfelagsbúskaparligar
trupulleikar av, at samstundis
parturin av fólkinum í vinnu
førum inntøkuskapandi aldri
minkar, so veksur parturin við
teim eldru útreiðslukrevjandi
ættarliðunum.
So verður sagt, at hetta hevur
almenni kassin ikki ráð til í
framtíðini. Tí mugu vit fara frá
at gjalda í felag, til at hvør skal
gjalda fyri seg. Í grannalondum
eru fleiri stig tikin í hesi borgar
ligu snaringini burtur frá sam
haldsføstum skipanum, ikki
bara við pensjónum, men eisini
í eldrarøkt, heilsutænastum o.ø.
Í Føroyum kann fyrsta stigið
blíva ætlanin um at tvinga eina
víðfevnandi pensjónsnýskipan
ígjøgnum við lóg. Og við
borgarligu høgrasamgonguni
er fryktandi fyri, at hon fer
longur á hesi leið, at privatisera
felags ábyrgd og fígging á fleiri
vælferðarøkjum.
Jú, vit vera fleiri eldri, men
heldur enn at stara seg blindan
uppá hetta sum ein demo
grafiskan trupulleika, kunnu
vit við góðum grundum síggja
gongdina sum eina positiva demo
grafiska avbjóðing, ið kann vera
til stóran vinning fyri okkara
samfelag, eisini búskaparliga.
Aldurssamansetingin
Talva 1 vísir aldursbroytingarnar
síðstu 30 árini, og hvussu gongdin
kann framskrivast næstu 40 árini.
Samstundis sum bæði parturin við
0-20 ára gomlum og við 20-65 ára
gomlum stendur í stað ella minkar,
so veksur parturin av teimum
eldri enn 65 ár.
Út frá hesum rokna teir
»eldrakvotuna« sum 20-64 ára
gomul í mun til 65 ára gomul og
eldri. Her er høvuðspoengið í
eldraræðumyndini, at meðan vit
nú eru 4 í arbeiðsførum aldri fyri
1 eldri, so vera tað minni enn 2
arbeiðsfør fyri 1 eldri um 40 ár. Út
frá tí er niðurstøðan, at tað fara
vit ikki at hava ráð til við verandi
skattafíggjaðu skipanum. Loysnin
skal tí vera, at fólk í veksandi mun
mugu gjalda sjálvi, við privatum
uppsparingum og tryggingum, fyri
umsorgan, veitingar og tænastur,
sum vit í dag fíggja í felag.
Eldralutfall
Talva 2 vísir eldrakvotuna,
roknað á vanligan hátt við eldra
ættarliðnum frá 65 ár. Eg havi sett
inn eina alternativa eldrakvotu,
roknað frá 75 ára gomlum, sum eg
haldi er betri í tráð við føroyska
veruleikan nú og komandi. Tá
sæst, at eldrakvotan frameftir
fer at liggja rættiliga støðugt, við
umleið 9 fólkum í vinnuførum
aldrum fyri hvørt fólk 75 ár og
eldri. Tað er nakað annað enn tey
2, sum summir búskaparfrøðingar
forskrekkja við.
Eldri í Føroyum hava
methøgan arbeiðstíttleika
Fleiri grundir eru fyri, at serliga
í Føroyum er skeivt at rokna
fólk longu frá 65 ára aldri fyri
ein samfelagsbúskaparligan
útreiðslupost, men at tey
tvørturímóti eiga at síggjast
sum eitt potentiali fyri øktum
samfelagsbúskaparligum vinningi.
Arbeiðstíttleiki
Talva 3 Abeiðstíttleikin hjá fólki
í vinnuførum aldri í Føroyum
er nógv størri enn í Danmark
og ES-15 londunum (ES uttan
eystureuropa). Men nógv tann
størsti munurin er júst í teim eldru
ættarliðunum: at her halda fólk
nógv longri á at arbeiða, ja langt
upp í 70-ini (hagtølini fevna bert
um fólk upp til 75 ár).
Onki bendir á, at hetta broytist
skeivan veg. Tvørturímóti er
við longdum liviárum veksandi
grundarlag fyri, at arbeiðs
títtleikin hjá eldri fólki verður
uppaftur betri, um politiski
myndugleikin í samstarvi við
vinnu og fakfeløg gagnnýta
møguleikan fyri hesum økta
menniskjansliga tilfeingi við
arbeiðsmarknaðarpolitiskum
tiltøkum og reformum:
• so arbeiðsmarknaðurin verður
enn størri og breiðari
• so skattagrundarlagið verður
sterkari
• og trýstið á vælferðar
skipaninar verður minni
Longdur livialdur
og fleiri virkin ár
Síðstu 35 árini er livialdurin
longdur 5-6 ár. Demografiskar og
heilsufrøðiligar grundir tala fyri,
at henda gongdin heldur fram,
soleiðis at livialdurin komandi 40
árini kann longjast 5-6 ár aftrat.
Merkisvert, er at fyri tey, sum eru
komin upp í 65-70 ára aldur, ger
longdi livialdurin rættiliga stóran
mun, so tey um 40 ár kunnu í
miðal liva til 85-95 ára aldur.
Uppaftur størri positivan týdn
ing hevur tað, at tað er tey góðu
arbeiðsføru og lívsvirknu liviárini,
sum gerast longri, og ikki tey sjúku
og ófullføru.
Aftanfyri liggja heilsupolitisk
framstig, meira effektivir
diagnostikk- og viðgerðarhættir,
fyribyrgjandi og virkisstimbrandi
fólkaheilsupolitikkur og heilsu
betri lívsstílur við minni krops
ligum niðursliti.
Møguleikarnir kunnu styrkjast
fyri, at veksandi eldraættarlið í
enn størri mun kunnu vera ein
samfelagsligur og búskaparligur
vinningur, við
• virknisstimbrandi fólkaheilsu-
og eldrapolitikki
• rúmligari arbeiðsmarknað
sterkari arbeiðsumhvørvis
politikki
• útbúgvingarpolitikki við størri
denti á lívlanga læring
• meira smidligum pensjóns
politikki
Demokrafiski framtíðartrupul
leikin í Føroyum er ikki tey gomlu
– hann er tey ungu: at tilgongdin
til komandi ættarlið kann svíkja
við minkandi barnatali og áhald
andi fráflyting og vantandi aftur
flyting av ungum fólki. Tað er ein
heilt onnur og álvarsligari søga.
– Vit vera fleiri eldri, men heldur enn at stara seg
blindan uppá hetta sum ein demografiskan trupulleika,
kunnu vit við góðum grundum síggja gongdina
sum eina positiva demografiska avbjóðing
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Fyrrverandi politikarar skriva upp á skift Tíðargreinar til
vikuskiftisblaðið. Næstu ferð skrivar Torbjørn Jacobsen
Miðal livialdur,
Roknað fyri
Roknað fyri
Mett fyri
Økt liviár
Økt liviár
frá 0-1 ára aldri
1975
2010
2050
1975-2010
2010-50
Menn
72,4
77,2
82
4,8
5
Kvinnur
76,7
82,9
89
6,2
6
Miðal livialdur eftir,
frá 65-70 ára aldri
Menn
14,5
17,1
20
2,6
3
Kvinnur
16,1
20,8
26
4,7
5
Góðar grundir eru fyri at venda ræðumyndini
um »eldrabyrðuna« á høvdið og heldur síggja
møguleikar fyri samfelagsligum vinningi í
vaksandi virknum eldraættarliðum – heldur sum
møguleika fyri øktari tilgongd av menniskjans
ligum tilfeingi enn sum nakrað hóttan