Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. mars 2012 · Nr. 27 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Føroyaflúgvingin K jakið um fram­tíðar bú­ stað­ar­vánirnar í Før­ oyum hava snúð seg um kostnaðin at flúgva til og úr landinum. Heilt nátúrliga hevur Atlantic Airways verið partur av umrøðuni. Felagið er í eini reellari monopolstøðu, og avger Atlantsflog tí suve­rent, hvat rindast skal fyri ferða­ seðlarnar. Spurningurin er tí, hvat er til ráða at taka? Skulu vit hava farleið burtur í lond, sum er kappingarfør við møgu­leikaranar hjá okkara úti­setum at ferðast millum Dan­mark og onnur lond á megin­landinum? Og hevur tað ikki alstóran týdning at skapa møguleikar fyri vinnuna at ferðast bíliga og smidliga, um­ framt at borgarar eisini kunnu ogna sær ferðaseðlar, sum í prísi geva møguleikar heldur enn forðingar? Vegamótið Tað er alkunnugt, at Atlantsflog í fleiri ár hevur verið á einum vegamóti. Felagið fekk eina stak positiva framgongd und­ an aldarskiftinum og fylgj­andi árini, har operativu tím­arnir fóru frá 2500 tímum ár­liga upp móti 20,000. Ein kolosalur vøkstur, sum bæði var or­sak­ aður av stóru búskapar­fram­ gongdini burturi sum heima, umframt, at felagið megnaði at vinna sær góðar sáttmálar bæði í Noregi og Danmark. Harafturat fekk Atlantsflog hendur á bíligt materiell, tá felagið ognaði sær flogfør, sum vóru ávegis útfasan og tí kundu keypast bíliga. Men sum kunnugt -trøini vaksa ikki inn í himmalin, so tað var longu greitt fyri árum síðani, at Atlantsflog skuldi ogna sær nýggj flogfør, og at hetta skiftið fór at seta felagnum stór krøv til raksturin. Bæði tí felagið skuldi binda seg til ovustórar íløgur, har eitt nýtt flogfar kostar meira enn allur gamli flotin tilsaman og so, at felagið í eini skiftistíð skuldi servisera ymsar flogtypur, sum aftur setti ymisk krøv til eykalutir, mannagongdir, førleikar o.s.fr.. Kuvøsutilvera Henda álvarsama avbjóðing kravdi greitt svar, skuldi felagið hava líkinda framtíð. Politiskar røddir vóru longu tá frammi sum hugleiddu um, at Atlantsflog skuldi virka sum ein onnur strandferðsla, sum hevði eittans endamál - at flyta ferðandi so bíliga millum lond sum gjørligt. Einki krav skuldi vera til yvirskot, ferðaprísirnir millum lond skuldu kunna javnberast við prísleguna sum er kend á meginlandinum og landið skuldi við kassa 1 rinda fyri endurnýggjan av flotanum. Henda løgna vanahugsanin hevur síðani við jøvnum mill­ umbilum verið uppi og vent, seinast tá landsstýrismaðurin boðaði frá hesum undan val­ inum, og nú eisini and­støðu­ flokkar hava gjørt seg til tals­ menn fyri somu sjónar­mið. Ella sagt øðrvísi, ætlanin er, at Atlantsflog framyvir skal hvíla í einari almennari politiskt ásettari kuvøsutilveru á høvuðsfarleiðini millum Føroyar og Danmark. Uppskot hava verið frammi um kostnað fyri tur/retur ferðaseðil millum FO og DK fyri einastaðni millum 1000 og 1500 kr. Tað almenna skal so gjalda munin, sum verður einar 150 til 170 mio. kr árliga. Hetta svarar til einar 10,000 kr í eykaskatti um árið til hvørt húsarhaldið í Føroyum!? Ongar rationaliseringar Tað er politskt oportunistiskt at vera boðberi fyri hesum boðskapi – ja, næstan lætti­ soppakent. Øllum kunn­ugt, so selja monopolfyritøkur sínar vørur fyri tann prís­ in, sum marknaðurin er noyddur at gjalda. Tí er tað høpisleyst, umvegis skattarokningina, at barsla ætlan, har monopolfyritøkan fær rindað munin millum egið ásett vørugjald og so tað, sum hissini politikarar halda er rímiligt. Við slíkum atburði verða ongar rationaliseringar, sam­ stundis sum monopolfyritøkan ger júst sum hon plagar – polit­iska skipanin ordnar jú millumrokningarnar við skatta­peningi. Tað er lætt at lova og gerast populerur, tá tað eru hini sum skulu gjalda. Verður hetta lagið sleppur Atlantsflog at liva eina alment sorgleysa skatta­rindaða tilveru. Veruliga alternativið Upp móti hesi politisku vana­ hugsan var avgerð í 2005 tikin um at einskilja 2/3 av At­lantsflogi. 1/3 til smærri íleggjarar, 1/3 til stóran íleggjara (har vóru útlendsk navn­givin flogfeløg áhugað) og so skuldi landið framvegis eiga seinasta triðingin, sum gav landsstýrinum blokerandi minniluta sum tryggaði, at Atlantsflog reelt hevði heim­ stað og høvuðssæti í Føroyum, umframt, at flogførini vórðu serviserað her. Tað var stórur áhugi millum heimligar og útlendskar in­ vestorar fyri hesum modelli, sum í 2007 skuldi samtykkjast í Løgtinginum. Men í til­gongd­ ini vildi Løgtingið ikki ein­skilja 2/3 í einum, men valdi ístaðin at býta einskiljingina í tvey - fyrst selja 1/3 til smáar íleggjarar og næsta triðingin seinni. Hesum var eisini boðað frá í sølutilgongdini, og keyptu 1370 íleggjarar partabrøv upp á nevndu premissur. Fortreytir, sum hvørki landsstýri ella Løgting síðani hava innfríað við tí úrsliti, at partabrøvini illa kunnu umsetast og m.a. við teirri avleiðing, at tey eru fallin í virði. At einskilja var ikki lætta loysnin, men harafturímóti tann rætta. Einskiljingin var ikki endamálið, men amboðið at marknaðargera felagið, so At­lantsflog fekk betri kjøl­festi í fríari kapping, bæði á heima­ leiðunum, men ikki minst á meg­inlandinum. Her var 3. loft­ ferðslupakkin hjá ES ein for­ treyt, sum skuldi verða imple­ menteraður í føroyska lóggávu. Men heldur ikki hesin er komin uppá pláss, hóast hann longu var til viðgerðar í sambandi við einskiljingina í 2007. Annars eydnaðist einskilj­ ing­in av fyrsta triðinginum sera væl. Millum íleggjararnar var viðurkent útlendskt flog­ felag, sum við íløguni gav sig­ nal um, at íleggjarin ætlaði stra­tegiskt samstarv við At­ lants­flog. Bíligari ferðaseðlar Einskiljingin eigur tí at halda fram sum upprunaliga ætlað. Sølan av næsta triðinginum av Atlantsflogi fer at geva felagnum eitt nýtt og dyggari tilverugrundarlag. Við sterk­ um íleggjaraskara, har lands­ stýrið er triðingseigari, kann felagið fáa lut í farleiðum burturi í heimi. Umvegis annað flogfelag kann Atlantsflog eis­ ini gagnnýta egnan kapasitet betri, umframt at felagið í nýggj­um ognarskara fær betri atgongd til materiell. Úr­ slitið verður munandi vøkstur í inn­tøkunum, sum fer at styrkja Atlantsflog og gera tað møguligt hjá felagnum at virka í aktivari prískapping á Føroya­ leiðini móti øðrum sterk­um kappingarneytum, sum í besta lagi fara at síggja Føroyaleiðina sum eitt lítið ískoyti í einum størri saman­hangi. Skulu ferðandi hava veru­ liga møguleikar at ogna sær bíligari ferðaseðlar má kapping til. At skatta hvørt húsarhald fyri at fáa prísin niður er mein­ingsleyst. Burturúr tí spyrst eingin menning, bert fram­haldandi monopol uttan rationaliseringar og betringar annars fyri ferðandi. Øll monopol hava nokk í sjálvum sær og higartil hava eingi monopol megnað at laga prísleguna til frama fyri borgaran, undantikið tá polit­ikar í gávumildni við ann­ara peningi hava lesk­að monopolið, so tað fram­hald­ andi kann liva eitt sorg­leyst skattafíggjað lív. Tann leiðin er meiningsleys, tí má annað skinn takast um bak. Gevið Atlantsflog eitt nýtt framsøkið lív, einskiljið næsta triðingin av felagnum og gevið teimum ferðandi kappingarførar ferðaprísir. Lat okkum síggja møguleikarnar í avbjóðingunum. Vit skulu ikki velja løttu og behagiligu loysn­irnar, men heldur røttu, sum fara at menna Føroya­ flúgv­ingina inn í framtíðina. Kappingin er svarið. Hví ikki síggja møguleikarnar í trupulleikunum heldur enn trupulleikar í møguleikunum? BJARNI DJURHOLM Løgtingsmaður og fyrrverandi lands­stýris­ maður í vinnu­málum På Færøerne, hvor jeg boede engang ARNE WINTHEREIG Sambandsmaður E in av størstu av­bjóð­ ing­un­um, okk­ara sam­fe­lag stendur framm­anfyri, er, hvussu vit fáa fólkavøkstur aftur í Føroyum. Hvørt ár fara væl omanfyri túsund ung fólk uttanlands at nema sær víðari lestur. Hetta eru ungdómar, sum eftir ætlan skulu koma heim­aftur at skapa virðir fyri Føroyar, fyri fólkini, ið búgva her og ikki minst fyri kom­andi ættarlið. Hyggja vit eftir, hvat varð sagt undan valinum, og hvat vit nú hava fingið, so er torført at síggja, hvussu samanhangurin er ímillum at fáa fólk heimaftur, og hvat, politiska skipanin legg­ur upp til, skal fáa tey heimaftur. Hvønn dag leggja politikarar størri skuld­ arbyrðar á komandi ættarlið uttan at vísa vilja at finna loysnir til, hvussu hetta skal fíggjast. Ongantíð hevur tað verið minni attraktivt hjá ung­ dómum at flyta heimaftur til Føroyar. Tað er ábyrgdin hjá politikarunum at gera sam­ felagið attraktivt at koma heimaftur til og ikki hvørjum einstøkum sær. Vit hava tørv á einum effek­tivum vinnulívi, sum er nýhugsandi og gevur av­kast. Karmarnir, sum skapa eitt effektivt vinnulív, sum er nýhugsandi, eru ikki til staðar. Eingin vilji er at seta nakrar treytir til vinnulívið um effektivitet. Eingin áhugi er at menna lestrarumhvørvið í Føroy­ um, soleiðis at ungdómar kunnu nema sær útbúgving í Føroyum og harvið skapa tað nýhugsandi vinnulívið. Støðan er ikki serliga tor­ før at lýsa. Undan valin­um vildu allir flokkar ar­beiða fyri at fáa fólk heim­aftur og at betra lestrar­um­hvørvið. Nú, eftir valið, er ikki politiskur vilji at fremja nakað av hesum. Heldur skulu vit økja um hallið á fíggj­ar­ lógini við einum skatta­lætta á hundrað­tals milliónir, sum eftir­komarar, ella tann mál­ bólkurin, ið ætlanin var at fáa heimaftur, skulu rinda fyri. Eingin vilji er at fáa inntøkur frá tilfeinginum. Makrelfiskiskapurin, sum vit kenna hann í dag, er nakað heilt nýtt. Bert í fjør høvdu føroyingar so stórt makreltilfeingi, sum vit mest sannlíkt eisini fara at hava í ár. Tískil kunnu grundgevingar, sum stórar íløgur, ikki rættvísgera eina stóra ókeypis kvotu frá landsstýrinum. Tí hesar íløgur eiga ikki at verða bygdar á ein fiskiskap, sum bert hevur verið í tvey ár. Sannleikin er tann, at fyri at vit skulu hava tað vælferðarsamfelagið, sum vit kenna í dag, í framtíðini, má tilfeingisvinnan eisini verða við til at fíggja kostn­ aðin av hesum og tað í nógv størri mun, enn vit síggja tað í dag. Eg hugsi ikki um, at knokkroyta reiðaríini, so tað ikki er teimum lív lagað, men at hesi rinda eitt gjald til landskassan afturfyri at sleppa at fiska. Her verður meint øll fiskasløg, einki undantikið. Við at innføra slíkar skip­anir vilja vit fáa tær bestu fyritøkurnar at út­ vega okkara tilfeingi úr havin­um. Harvið er størri møguleiki fyri, at vit fáa vinnurelateraða gransking, sum sostatt gevur grundarlag fyri at fáa væl útbúgvin fólk heimaftur. Hetta vil siga, at allir flokkar í Løgtinginum mugu taka ábyrgd fyri at skapa karmar fyri teimum, sum skulu skapa virðir í framtíðini. Lat okkum gera okkara samfelag til eitt samfelag, har útbúgvin fólk vilja koma at arbeiða og skapa nýhugsan og ikki minst effektivitet.