Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 2. mars 2012 · Nr. 27 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Aftursvar til Kára Thomsen og aðrar húsaneytar E in av teimum, sum fílist, er harra Kári Thomsen, og hann sigur beinleiðis, at tað ikki passar, sum eg skrivi. Tað vil eg ikki hava sitandi á mær, so tessvegna noyðist eg at taka harra Thomsen í skúla. K. T. sigur t.d. , at presturin Petur Andrew Petersen ikki varð forfylgdur av teimum ungu fantastunum, sum tóku ræði í St. Kongensgade. Her kann eg vísa til bókina, Tær ynsktu sær hús hjá Tí føroyska kvinnufelagnum í Kjøpinhavn, har P. A. P á síðu 72 diplomatiskt sigur, at »hann kom í neyð av teimum ungu«, og tí flytti hann og familjan út, tá ið tey bara høvdu búð í Húsinum eitt ár. Annars havi eg tosað um prestin við fleiri núverandi akademikarar, bæði herniðri og í Føroyum, og fleiri av teimum siga, at teir halda, at ungdómurin fór heilt órímuliga illa við presti. T.d. var bilurin hjá honum fleiri ferðir lamin av herverki, so hann ikki slapp at passa sítt meinigheitsarbeiði, eitt nú við vitjan av og ørindum fyri føroyskar sjúklingar, sum vóru á tí táverandi patient- hotellinum í Gothersgøtu. Tað var ússaligur atburður, og øll, sum kendu P.A.P. vita, at hann var avgjørt ikki nøkur bloyta. Hann var treiskur og hjálparfúsur, so tá ið hann kapituleraði, hevur staðið nógv á. So her noyðist eg at belæra K. T. um, at hann tekur alvorliga feil! So sigur hann, at tað ikki passar, at K. Út.-hvølparnir avskeplaðu Oyggjaskeggja og tóku ræðið á honum. Eg havi tessvegna verið á Tí kongiliga Bóka-savninum og fingið bløð frá 70´unum og 80´unum til gjøgnumhyggingar. Vanliga plagi eg at líta á mítt minni, men nú skuldi ikki gretta, tað skuldi ikki vera nakað ivamál! Og hvussu avtornaði so, harra K.T? Jú, tað vísti seg at vera, sum eg ørmintist. Frá 1977 og inn í 80´uni eru javnliga greinir í Oyggj- askeggja, sum eru skrivaðar av ávikavíst Komm. Út.-fólki og FS´arum. Greinirnar eru totalt óviðkomandi og næstan ólesiligar fyri tey, sum ikki eru ortodoksir kommunistar. Har skeldast menn um marxismu, maoismu og onkuntíð um Fyrsta mei-parolur. Fyri K.Ú. er tað oftast Klæmint Olsen, sum skrivar. Fyri FS er tað mest Hans Pauli Strøm. Burtursæð frá, at eg ikki nevndi HPS, er hetta identiskt við tað, sum eg skrivaði í ummælinum. Nógvir útisetar eru fúsir at vitna um bæði prestin og Oyggjaskeggja. Tað var altso ikki mítt minni, sum sveik, harra Thomsen! Eru tygum nakar maður, haldi eg, at tygum skylda mær ein umskyldning! So sigur, K. T., at eg ikki havi verið at sæð í útiseta­um­ hvørvinum, hvørki í 60´unum ella 70´unum, og tað skal helst vera tí, at eg havi krógvað meg og ikki viljað luttikið í føroyskum ment­unnar­til­ tøkum. Hetta er løgið, tí onk­ ur helt nú ein dagin fyri, at tað var næstan ikki ein úti­ setafundur, har eg ikki hevði havt orðið, og annars var eg blaðstjóri á Oyggjaskeggja fyrst í 60´unum, formaður í Studentafelagnum mitt í 60´unum og stóð fyri fleiri studenta-kabarettum, so heilt anonymur var eg ikki, men øll heildaruppfatan er sjálvandi relativ. Fyrst í 70’unum um­ boðaði eg Javnaðarflokkin sam­an við Mikkjali Nielsen á stórfundi í Pæsastovu, og endiliga vitjaði eg fleiri ferður í St. Kongensgade, men bæði eg og konan ógvaðust yvir hússetrið og tey ónossligu hølini, men tað er so tað, sum K.T. minnist sum hugna og ikki minst MENTAN. Vani og smakkur er sjálvandi relativur, - ein illfýsnan dag kunnu vit saktans halda tað vera hugnaligt at drekka kaffi í einum skúrvogni! Men generelt var tað hvørki hugni ella kulturur í St. Kongens­gade, og tað var m.a. tí, at Kvinnu­ felagið slapp sær av aftur við húsini í 1977! Tað bleiv ikki nógv mætari, tá ið menn so leitaðu sær yvir í Rantzausgøtu á Nørrebrúgv, og m.a. tí var Ballerup-fe­lagið stovnað. Hetta felag var lagt fyri hatur av Húsa-monnum, og teir kallaðu tað fyri Slipsafelagið, tí fólk vóru snákaði og hampuliga væl ílætin, tá ið tey komu til fundar ella veitslu. Í hesum felagi havi eg ongantíð møtt Kára Thomsen., men eg havi trivist væl, og har fylktust nógvir kultiveraðir útisetar, men teir vóru nokk mentaðir uppá ein annan máta enn Kári T. og hansara húsaneytar. Men aldantíð, at eg visti væl av Kára, meðan hann ikki hevur varnast meg, má hann antin hava verið dopaður ella óvanliga dølskur. Endiliga veit Kári T. at siga, at eg eri gamal og súrur. Hetta eru lemjandi interes­ sant argumentir, og her er Kári sterkur í debattini. Eg kenni meg nevniliga ikki sørt raktan, tí nakar spelkin ung­ dómur sum t.d. Thomsen eri eg bestemt ikki. Súrur eri eg eisini viðhvørt, umenn ikki konstant, men eg átti allar­helst at skemta meira, enn eg geri. Eg taki undir við Ludvig Holberg, sum helt fyri, at látur er meira filosofiskur enn grátur. Eg havi eisini altíð tikið undir við skaldinum og sambands- manninum, Ras­mussi Effer­ søe, sum yrkti, at man í verts­skapi skal vera fróur og glaður. Hetta eru »slipsafólk« fantastisk til, so tessvegna ráði eg Kára til at fylkjast á veitslu við okkum Ballerupsfelagsfólki næstu ferð, hann kemur til Danmarkar. Soleiðis kunnu kanska tvørir húsamenn og »borgarligir« útisetar endiliga eftir hálvanannan mansaldur við køldum kríggi rætta hvørj­ um øðrum hondina og skemta í sameksistensi bæði uttan og við slipsi. VIRGAR T. DALSGAARD Íðin kjakari, sum býr í Danmark Knokkroytt í skatti FRANK DAVIDSEN Javnaðarmaður E itt sum hevur eyð­ merkt orðaskiftið sein­astu tíðina eru ein­staklingar, sum gera vart við mál, sum tey meta eru órímilig og órættvís. Hesi  eru møtt av larmandi tøgn ella tey leggja upp til kjak, sum verða skyrd at vera øvundsjúka. Sjálvur havi ongantíð havt tað sjúk­una, hóast eg sum smá­drongur mangan sat inni sunnu­dagar, tí eg átti ikki sunnu­dagsklæðir. Eitt sum eg fann skjótt útav var, at tað var eingin trygd fyri eydnusemi, um fólk vóru peningaliga væl fyri. Hinvegin havi eg ongantíð havt trupuleikar av, at tað hevur gingið  øðrum væl fíggjarliga. Tó so havi eg ongantíð verið so undir­brott­ ligur, at eg ikki havi torað at tala at, tá eg meti at órættur fer fram. Landskassin missir hundr­ aðar av milliónum í gjøld­ um av politiskum ávum, tí at lógirnar verða gjørdar so lagaligar, at tað ber til at snýta. Tá ið mvg lógin varð sett í gildi fyri umleið 20 ár­ um síðani, var ætlanin at tað skuldi fáa restrektivar av­ leiðingar um lógin ikki bleiv hildin. Sjálvsagt doyði hetta í føðingini, og nú 20 ár aftaná er støðan tann sama. Taks hevur ikki neyðug amboð at forða fyri mis­nýtslu av okkara skatta­krón­um. Avleiðingin av hes­um er at a-skattgjaldarin gerst taparin, tí minnið verð­ ur skattagrundarlag lands­ kassans. Í USA er tað so frægt, at milliarderarnir gjalda nær­ um 15 % í skatti, og tað er jú kjarnan í borgarligum skatta­ politikki, at tey væl­bjargaðu gjalda lítlan og ongan skatt. Hjá okkum er tað soleiðis, at har tað flytur yvur av pen­ingi, skal ongin skattur gjaldast. Við at stovna tvey feløg, og at gera nakrar flytingar millum feløgini, ber til at taka 154 milliónir úr feløgunim uttan at gjalda eitt oyra í skatt. Hvør partaeigari fekk  tað sama sum svarar til eina árliga inntøku hjá einum ar­ beiðsmanni í 100 ár. Taka við teir 11 partaeigararnar, so hevði tað tikið 1000 ár hjá einum tímaløntum arbeiðara, og arbeiðarin hevði verið noyddur at goldið skatt av sínum peningi. Álvaratos er hetta ikki skelk­andi og ófatuligt. Hava vit ikki eina kapital­vinn­ ings­skattalóg, sum sigur, at í hesum føri skulu 35 % gjald­ast til landskassan. Nei, hvørki 35 % ella parta­fe­lags­ skattur verður goldin av hes­ um. Vit eiga at hava í huga, at hetta er bara tað eina felagið. Tað eru fleiri onnur feløg, har útlendskur "spekula­tións­ peningur" er uppií, sum er við í hesi karusellini. Landskassin kann missa fleiri hundrað milliónir árliga, um tað er so lætt at gera rán á aljósum degi mótvegis tí føroyska lands­kassanum. Sum fyrr sagt so havi størstu virðing fyri teim­um monnum, sum í kreppu­ árunum hóðraðu undan, við góðari hjálp frá Føroya Fiski­mannafelag. Avtalur blivu gjørdar um at lækka lønirnar hjá manningini, so tað fíggjarliga hekk saman, og er felagið væl konsoliderað í dag. Kanska áttu tær man­ ningarnar, sum tá vóru eyð­ mjúkar og fóru niður í løn, at fingið ein part í samsýnig av øllum milliónunum. Eg havi ilt við at skilja, hví TAKS ikki kundi senda rokning eftir kapital­vinn­ ings­skattalógini í hesum førinum. Tað høvdu hóast alt verið 100 milliónir eftir til vinningsbýtið. Ikki er neyðugt at nevna tilfeingisgjaldið. Tá ið 150 milliónir kunnu takast út til vinningsbýti, hevði verið rímuligt at landskassin fekk sín part í tilfeingisgjaldi. Eigin ivi er um, at høvdu lógir og reglar hesum við­ víkj­andi verið greiðar, hevði skattatrýstið á vanliga a-skatt­gjaldarin verið á ein­ um lægri støði enn tað er í dag.   Fyri einum mánaði síðani hevði eg eitt ummæli av bókini »Tey sóu reytt« í fleiri fjølmiðlum. Við tað, at eg helt bókina vera eina alt for grunna analysu av teimum vinstravendu fanatikarunum í 60´unum og 70´unum, bleiv »ummælið« reelt til eitt korrektiv. Hetta østi summar menn, men nógv fólk, sum eg havi tosað og mailað saman við fegnast og halda, at tað var upp á høgu tíð og avgjørt harðliga tiltrongt, at »ørskapurin« í 70’unum var tikin upp til nærri viðgerðar!