Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. mars 2012 · Nr. 27 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Glyvrar: Í hesum døgum verð­ur arbeitt í bátahylinum á Glyvrum. Her skal ein atløgusíða gerast eystaru megin í hyl­ in­um og í hesum sambandi vera fyrireikingar gjørdar í økinum. Sambært ætlanini skal millum annnað hyl­urin dýp­ ast ímillum báta­brúgv­arnar og fjøruna eystanfyri. Í hesum sambandi skal borast við einum flaka nakrar ferðir. Og eftir tíðarætlanini verður fyrsta spreingingin í morgin, leygardagin umleið klokkan 15, verður sagt. Heitt verður tí á tey, sum eiga bátar í bátahylinum á Glyvrum og onnur gøgn í grannalagnum um at flyta hesi í hóskandi frástøðu meðan sprongt verður. Størri atløgusíðu í bátahylinum Sundalagið: Sunda Byrsu­ felag ætlar at gera felags­ hús sítt liðugt. Í hesum sambandi hava tey søkt um stuðul frá kommunu. Hvalba: Svein Petersen (myndin) er nú stjóri í Roynds Kolasølu. Hann tekur við eftir Poul Laust Christiansen. Vágur: Musikkskúlin í oynni byrjar nú eitt orkestur fyri blási- ljóðføri. Fyrsta venjiingin var í gjár í hølunum hjá skúlanum. Dalur: Í gjárkvøldið savnaðust Sjómans­ kvinnu­ringarnar í Sandoy til hugnaløtu. Sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen greiddi her frá arbeiði sínum. Vit fáa ein bygning, sum er heimligur og fleksibul.  (Halla Samuelsen, býráðslimur í Havn um Boðanesheimið) Gott stað til búseting LEYNAR Eitt av teimum støðunum, hagani ein hevur eitt ótrúliga gott útsýni, er Leynar, sum er partur av Kvívíkar kommunu. Her búgva í løtuni 112 fólk, men kommunan ynskir nú at skapa umstøður fyri at enn fleiri kunnu búseta seg her. Ovarlaga í bygdini eru fleiri grundøki byggi­ búgvin, og sum nú verða lýst alment til sølu. Støddin á grund­økj­ unum er millum 408 og 533 fermetrar og er kostnaðurin 500 krónur fyri fermeturin. So her er talan um grundøki ið liggja í slíkum prísflokki, at fleiri kundu tikið av hesum møguleikanum. snorri@sosialurin.fo HOYVÍK Í dag fara kvinnur í hópatali kring allan heimin at hittast til bøn. Eisini í Føroyum hittast kvinnur í somu ørindum. Hoyvíkar kirkja verður sostatt karmur um henda altjóða kvinnubønardagin í Føroyum í kvøld klokkan 19:30. Her eru allar kvinn­ur vælkomnar til eina fe­lags­ kirkju­liga guds­tænastu, siga fyri­reikararnir av før­ oyska tiltakinum. Hesin kvinnu­bønar­dag­ urin er ein heims­umfat­ andi og felagskristiligur bøna­r­dagur, har kvinnur úr øllum heiminum koma saman at biðja. Evnið í ár er “Lat rættvísa sigra” og eru tað kvinnur úr Malaysia, ið hava lagt skránna til rættis. Í dag eru meir enn 170 lond við í bøn­ar­felags­ skapin­um. Í Føroyum eru 10 samkomur um­boð­aðar. Fólkakirkjan gjørd­ ist limir í Al­tjóða­kvinnu­ bønar­deg­num í fjør, og er her umboðað av Hildi­gunn Stein­hólm og Ann Dahl Hansen. snorri@sosialurin.fo Kvinnur í bøn