Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 2. mars 2012 · Nr. 27 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 festivalur Fleiri nýggir persónbilar vórðu skrásettir í januar og februar í ár. Samanborið við somu tíð í fjør var vøkstur næstan 50%. 128 nýggir bilar vórðu skrásettir fyrstu tveir mánaðirnar. Stuðla hundrað prosent Leo Poulsen Fyri country áhugað er at seta kross í kalendaran við vikuskiftið 11. og 12. mai. Tí tá verður skipað fyri stór­um country-festivali í Ítróttahøllini á Hálsi. Tað er Allan Samuelsen, sum saman við Tórshavnar býráð hevur tikið stig til hendan »nýggja« festivalin. – Tað hevur vist verið skipað fyri country-festivali einaferð fyrst í 90-unum, men einki er hent innan økið síðani tá. Og tá talan bleiv um at skipa fyri ein­um country-festivali í Havn, var Tórshavnar býráð bein­anvegin ser áhugað í verk­ætlanini, sigur Allan Sam­ uelsen. Karmurin verður sum nevnt Ítróttahøllin á Hálsi, men umstøðurnar verða størri og betri enn sjálv høll­in. – Stór tjald verða sett upp við báðar endarnar, og har verður skipað fyri matsølu og øðrum, og eisini verður okkurt svalandi til hálsin at fáa, sigur Allan Samuelsen. Tórshavnar býráð er ógvu­liga áhugað í country- festi­valinum og vil gera sítt besta at skapa góðar karmar um til­takið. Ætlanin er at skipa fyri bátaplássum, um fólk hava hug at koma sjóvegis til festi­ valin, og somuleiðis verður arbeitt við at skipa eitt kam­pingpláss. Sum út sær í løtuni verður tað helst aftan fyri stóra skýlið í Gundadali við Badmintonhøllina. Drúgvur festivalur Tað er einki at ivast í, at tað eru mong ið hava saknað ein slíkan festival, og nú hann kemur, verður tað country fyri allar pengarnar. – Vit hava fingið fatur á so at siga øllum country- nøvnunum í Føroyum, og hartil verða eisini nøkur útlendsk nøvn við. Endaliga skráin er tó ikki løgd enn, og tí er heldur eingin full­ fíggj­aður listi yvir bólkar og einstaklingar, sum verða við, sigur Allan Samuelsen. Higartil er kortini greitt, at byrjað verður bæði fríggjakvøldið og leygar­ kvøld­ið um 18-tíðina, og so verður hildið fram langt út á nátt­ina. Ætlanin er at selja 2.000 atgongumerki til country- festivalin. – Hesi verða so seld sum vikuskiftispass, og um nakað leypir av, verður restin seld til hvørt kvøldið sær, sigur Allan Samuelsen. Fyrireikararnir siga, at prísurin fyri eitt viku­ skiftis­pass er settur til sera rímiligu 400 krónurnar, og leypa atgongumerki av, verða tey seld fyri 300 krónur fyri kvøldið. Leo Poulsen – Sjálvandi tekur komm­ unan gleðiliga við einum slík­um tiltaki. Vit vilja gera okkara til, at Tórs­havn kann fáa ein aftur­vend­andi festival, eins og vit kenna teir frá eitt nú Summ­ar­ festivalinum og G!, sigur Heðin Mortensen. Hann fegnast um tiltakið hjá Allan Samuelsen, tí tað er gott fyri kommununa við slíkum tiltøkum. – Hetta er jú eitt til­ tak, sum vónandi fer at skapa eina rúgvu av ring­ virkningum í økinum og í býnum. Svimjihøllin liggur beint við, vit hava Gundadal og Gundadalshøllina og vit hava Tórsbreyt. So um­ framt sjálvt festival­økið í Ítróttahøllini á Hálsi, hevur tú eina rúgvu av aktivitetum hjá festivalluttakarunum at fara til, tá teir ikki eru á sjálvum festivaløkinum, sigur Heðin Mortensen. Hann sigur, at til ber at spæla fótbólt, renna á Tórsbreyt, ikki minni enn tvær fitnessmiðstøðir eru beint við, eins og Listaskálin er í sama øki. – So tað verður ovmikið hjá festivalluttakarunum at taka sær til uttan fyri sjálvt festivaløkið, sigur Heðin Mortensen. Eitt annað, sum borgar­ stjórin er ógvuliga spentur upp á, er tað kampingøkið, sum ætlanin er at stápla upp á beinini aftan fyri stóra skýlið í Gundadali, við Badmintonhøllina. – Hetta verður ein spenn­andi roynd, staðfestir Heð­in Mortensen. Bátaumhvørvi Borgarstjórin sigur, at pláss er fyri einum stórum tali av kampingvognum á økinum við Badmintonhøllina. – Tað hevði verið sera huga­ligt at upparbeitt eitt afturvendandi tiltak við tí serliga umhvørvi, sum eitt kampingøki skap­ar. Vit síggja tað vvið Summar­ festi­valinum og øðrum stevn­um og tiltøkum kring landið, sigur Heðin Morten­ sen. Hann sær tiltakið sum fullkomni familju­festi­ valurin, har møguleiki er fyri alskyns aktiviteti, bæði fyri vaksin og børn. – Serliga leygardagurin er væl egnaður til famljutiltøk, har aktivitetirnir í Gunda­ dali kunnu roynast, og eisini ber til at spáka ein túr í Viðarlundini ella at fáa okkurt gott at eta, sigur Heðin Mortensen. Hann ætlar tó ikki bert at lata upp fyri hugna í Gundadali, at festi­val­ stemningur skal verða. – Ætlanin er eisini, at fólk skulu fáa møguleika at koma á country-festi­ val í báti. Tað verður skip­ að soleiðis fyri, at fólk kunnu bíleggja bátapláss framman undan, og á tann hátt eisini fáa ein ávísan festivalstemning í Vágsbotni, sigur Heðin Mortensen. Hann undirstrikar, at kommunan bert er við at skapa bestu karmarnar, og ikki tekur lut í sjálvum fyrireikingunum. – Men vit gleða okkum at taka ímóti vónandi mongu festivalgestunum, ið leita sær til Havnar vikuskiftið 11.-12. mai, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. festivalur Millum mongu tónleikafestivalarnar, sum eru millum ár og dag í Føroyum, eru mong, sum sakna ein country-festival. Men nú kemur hann festivalur Allan Samuelsen skipar fyri Tórshavnar Country-Festivali, og tað fegnast borgarstjórin um og lovar bestu karmarnar Mynd: Álvur Haraldsen Einans fýra nýggj prutl vórðu skrásett hjá Akstovuni fyrstu tveir mánaðirnar í ár. Somu tíð í fjør var talið 21 Rimmar country- festivalur í mai Vit vilja gera okkara til, at Tórs­havn kann fáa ein aftur­vendandi festival