Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. mars 2012 · Nr. 27 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tórshavnar kommuna Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna søkir eftir einum húsavørði til fastlønt starv á Dagstovninum í Hoyvík og Birkilund. ARBEIÐIÐ fevnir um at hava umsjón og røkja bygningarnar og økið uttanum. ARBEIÐSUPPGÁVUR ERU M.A. AT • gera smærri umvælingar • syrgja fyri at el, vatn, hiti og sanitetsviðurskiftini eru í lagi • røkja ventilatiónina • syrgja fyri at brunaviðurskifti og trygdarútbúnaðurin eru í lagi KOMMUNAN VÆNTAR AT TÚ • hevur handverkaraútbúgving sum húsasmiður ella líknandi • hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • hevur góð samstarvsevni • dugir at samskifta við bæði børn og vaksin • hevur teldukunnleika á brúkarastøði • hevur koyrikort SETANARVIÐURSKIFTI Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum handverkarafeløgini og Vinnuhúsið. MEIRA FÆST AT VITA um starvið við at venda sær til leiðaran fyri Húsaumsitingini, Harald Bjørgvin, tel 302010. UMSÓKN saman við viðmælum og upplýsningum um útbúgving og royndir, skal vera Tórshavnar kommunu, Postsmoga 32, FO-110 Tórshavn, í hendi seinasta lagi hósdagin 22. mars 2012. Merk umsóknina „Húsaumsitingin“. HÚSAVØRÐUR Tórshavnar kommuna søkir vegna dagstovnin Lítlaskóg eftir einum pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 22.mars 2012. Starvstíðin er fyribils fram til 30. september 2012. SETANARVIÐURSKIFTI Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs- gevarafelagið. UMSÓKN saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndum skal vera hjá Lítlaskógi, Djóni í Geils- gøta 51, 100 Tórshavn í seinasta lagi mánadagin 19. mars 2012. MEIRA FÆST AT VITA um starvið við at venda sær til Beintu Dalbø, stovnsleiðara, tlf. 219135. PEDAGOGUR Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið undir Fjalli eftir einum pedagogi til barnagarðs- stovu at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 1.mai 2012 ella eftir nærri avtalu. Um pedagogur ikki søkir kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv. Eisini verður søkt eftir einum hjálparfólk til barnagarðsstovu, fyri hjálparfólk í barsilsfarloyvi at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 28. mars 2012. Farloyvistíðin er fram til 6. november 2012. SETANARVIÐURSKIFTI Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs- gevarafelag. UMSÓKN saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera hjá Býlingshúsinum undir Fjalli, Fjalsgøta 25, 100 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 19. mars 2012. MEIRA FÆST AT VITA um størvini við at venda sær til Ingigerð Holm, stovnsleiðara, tlf. 302230 / 228525. STARVSFÓLK Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Sólareygað eftir einum pedagogi, fyri pedagog í farloyvi, at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 10. apríl 2012 ella eftir nærri avtalu. Starvstíðin er fyribils fram til 31. desember 2012. Eitt fyribilsstarv sum hjálparfólk at taka eykatímar vegna serligan tørv 20-25 tímar um vikuna er eisini leyst at søkja at byrja skjótast tilber. Eisini verður søkt eftir einum køksfólki at arbeiða 12 tímar um vikuna at byrja skjótast tilber. SETANARVIÐURSKIFTI Størvini sum pedagogur og hjálparfólk verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Starvið sum køksfólk verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. STARVSFÓLK www.torshavn.fo TÓRSHAVNAR KOMMUNA ER HØVUÐSSTAÐARKOMMUNA. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo UMSÓKN Umsókn saman við viðmælum, royndum og upp- lýsingum um útbúgving skal vera hjá Dagstovn- inum Sólareygað, Sundsvegur 23, 100 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 19. mars 2012. MEIRA FÆST AT VITA um størvini við at venda sær til Mirjam Johanne- sen, stovnsleiðara, tlf. 287150 ella Elsu Joensen, varaleiðara, tlf. 219519 ella við at fara inn á heimsíðuna: www.123hjemmeside.dk/solareygad- torshavn. Frá Tórshavnar Bátafelag Ársveitslan verður tann 10/3, kl. 19:30 í róðrarneystinum á Argjum. LM-band spælir. Øll eru vælkomin. Nevndin Snotilig hús til leigu í Hoyvík Nærum fult møblerað sethús verða leigað út í eitt ár fram. Fert tú væl um og roykir ikki, kunnu hesi húsini verða tíni fyri 9.500 krónur um mánaðin (+ el/fjarhita). Talan er um eini 11 ára gomul hús, 180 fermetrar í tveimum hæddum, við køki og stovu í einum, fýra kømrum, stórari loftsstovu og tveimum wc við brúsu. Húsini standa nær skúla, dagstovni, Bussleiðini og í barnavinarligum umhvørvi og góðum grannalagi. Húsini kunnu leigast beinanvegin. Bill. mrk. 190112 1000 fermetrar til leigu á Hálsi í Havn Til goymslu, verkstað ella annað. Kann eisini leigast í smærri eindum. Hevur tú flytigóðs ella annað sum skal goymast í stytri ella longri tíð, ert tú vælkomin at ringja til tlf. 217300. Tel. 21 73 00