fríggjadagur 2. mars 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 27 · 2. mars 2012
4
VIKUSKIFTI
Fjølmiðlar
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Við nógvum fordómum í huga trein
Jákup Bogi Joensen inn á B.T. í Keyp
mannahavn fyri fyrstu ferð 1. februar.
Uppvaksin sum journalistur á Dimma
lætting og í Kringvarpi Føroya var tað
ein stór kollvelting hjá Jákup Boga
brádliga skula fyrihalda seg til søgur
sum »Kiggede på Mary's bryster«,
»Sådan får du bedre sexliv« og »Tab
dig 10 kilo på 10 uger«.
Avbjóðingin var ikki smávegis, tí
tankin um at skriva slíkar søgur fekk
Jákup Boga Joensen at stúra fyri sínum
fyrsta arbeiðsdegi. Men í dag – bert ein
góðan mánað eftir – hevur Jákup Bogi
broytt sína hugsan um tabloid miðilin
B.T.
– Eg var øgiliga skeptiskur, og eg
hevði nakrar fordómar áðrenn, og tað
havi eg kanska enn, men nú eru teir
minni, enn tá eg byrjaði. Og tað er
hetta við at skriva slatursøgur ístaðin
fyri substans. Eg eri meira til seriøsan
tíðindaflutning og ikki so nógv til
sensatiónir. Men eg eri glaður fyri tað,
tí tað eru nøkur ting, sum eg læri. Eitt
er at fáa størri innlit í tabloid pressuna,
og hitt er at fáa teir fordómarnar burtur,
sum eg hevði, sigur Jákup Bogi, sum
starvast á tídindadeildini hjá B.T., har
hann fyri tað mesta skrivar um politikk
og samfelagsviðurskifti.
Hann heldur, at redaktiónirnar
hjá B.T og í Kringvarpinum eru eins
dugnaligar, men at hesar báðar redak
tiónir kunnu læra okkurt av hvørjum
øðrum.
Kringvarpið dugir væl at leita eftir
søgum, sum hava veruligt innihald,
meðan B.T. eisini fæst við søgur, sum
snúgva seg um moralin hjá leiðandi
politikarum – søgur, sum vit ikki síggja
nógv til í Føroyum.
Fordómarnir fingu rætt
Jákup Bogi Joensen er ein kend rødd
í Kringvarpinum, har hann hevur
starvast sum tíðindamaður síðani 2008.
Áðrenn tað starvaðist hann í nógv ár
– Vit hava tørv á einum tabloid miðili í Føroyum, sum kann geva
føroyska samfelagnum tað sparkið, sum tabloid miðlarnir í Danmark
geva dønum. Tað er neyðugt at halda í oyrunum á politikarunum,
hóast tað kann kennast óbehagiligt viðhvørt, heldur Jákup
Bogi Joensen, sum í løtuni starvast á danska blaðnum BT
hava brúk
fyri einum
sparki
mynd: Rebekka Rafael