Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-02, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2012síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 27 · 2. mars 2012 5 VIKUSKIFTI myndir: Rebekka Rafael – Eg síggi avgjørt virðið í tí máta­num, sum B.T. viðger politiskar søgur og politikarar sum heild. B.T. krevur, at politikarar halda tað, sum teir lova, sigur Jákup Bogi Joensen á Dimmalætting. Í 2010 fór Jákup Bogi undir lesnað á Danmarks Medie- og Journalisthøjskole i Aarhus, og sum liður í útbúgvingini er Jákup Bogi nú í starvsroynd hjá B.T. í Keyp­manna­ havn. Helst eru tað fleiri, sum hava eina ávísa hugsan um miðlar sum B.T. og Ekstra Blaðið, og kanska er hendan hugs­anin ikki altíð so jalig. Jákup Bogi gjørdist í øllum førum bilsin av hvat undir­haldsdeildin hjá B.T. fæst við. – Kend fólk eru altíð áhugaverd, og fingrar vera ikki lagdur ímillum, tá ið mál skulu viðgerast, sigur Jákup Bogi, sum staðfestir, at hann ikki var vanur við hetta áðrenn og kanska heldur ikki dámar so væl júst hetta slagið av journa­listikki. Tað politiska sparkar reyv Samstundis sum undirhaldsdeildin hjá B.T. er nógv øðrvísi enn tað, sum Jákup Bogi Joensen kundi hugsað sær at arbeitt við, so er politiska deildin av­ gjørt ein deild, sum Jákup Bogi elskar at starvast í. – Eg síggi avgjørt virðið í tí máta­ num, sum B.T. viðger politiskar søgur og politikarar sum heild. B.T. krevur, at politikarar halda tað, sum teir lova, og B.T. heldur fast í oyrunum á politikarunum, inntil allur sannleikin er komin fram í ljósið, sigur Jákup Bogi. Tað føroyska samfelagið hevur tørv á at fáa eitt spark viðhvørt, og tørvur er á at halda fast í oyrunum á politikar­ unum í Føroyum. – Tað er væl møguligt, at vit í Før­ oyum hava tørv á einum ordans sparki viðhvørt. Og tað verður gjørt í ein ávísan mun, men als ikki ov nógv. Jákup Bogi vísir tó á, at Kringvarpið og teir privatu miðlanir í Føroyum lyfta hesa uppgávu betri hvønn dag, men orka kanska ikki er til slíkar provo­ kerandi søgur, sum føroyingar kanska ikki vilja lesa kortini. – Eg haldi ikki, at vit skulu krógva moralskar avgerðir hjá leiðandi politik­ arum. Tað er júst har, at tabloid pressan hevur sítt virði – nevniliga við at seta fokus á moralin hjá leiðandi politikarum og stjórum, sum hava stóra ávirkan í landinum. Vendir allarhelst aftur Jákup Bogi Joensen er ógvuliga áhug­ aður í føroyska samfelagnum, og honum dámar væl at fáast við journalistikk í Føroyum. Tí er ikki óhugsandi, at hann vendir heimaftur eftir lokna út­búgv­ ing. – Mín persónligheit ger, at eg tími betur tann meira seriøsa journalistikkin. Eg læri ótrúliga nógv av B.T., men tað er ikki mítt lívsstarv at starvast á tabloid­midlunum, sigur hann. Hóast Jákup Bogi sjálvur heldur seg hóska betri til tann seriøsa journa­ listikkinum, so er hann væl dámdur hjá B.T. og hevur longu fingið heiðurin sum »Dagens Mand«. Tríggjar vikur eftir at Jákup Bogi hevði sín fyrsta arbeiðsdag, megnaði hann at skriva eina forsíðu til B.T., sum samstundis gav honum hendan øðrvísi heiður. – Eg skrivaði eina søgu um Villy Søvndal og tankar hjá SF um tann nógv umrødda »betalingsringin« kring Keypmannahavn. Søgan kom á for­síð­una, har tað stóð »Regeringen i krise: Villy truer med at gå« og »Top- SF'er: Ikke usandsynligt at vi forlader regeringen«, greiður hann frá. Hvørt Jákup Bogi framyvir fer at nýta royndirnar frá B.T. til at broyta føroysku pressuna er óvist – í øllum førum verður tað ein journalistur við nógvum og øðrvísi royndum, sum vendir aftur til Føroya.