Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-02, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2012síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 27 · 2. mars 2012 6 VIKUSKIFTI Kragaklødd TIPS FRÁ innu inna@sosialurin.fo Fittu kragarnir, sum vóru in í 1960’unum, eru nú nógv at síggja aftur. Vármótin íður í kragum, ið antin eru seymaðir fastir á blusunum, kjólunum ella eru leysir og kunnu pynta eitthvørt plagg Ger tín egna kraga Blaðið Elle hevði eina góða uppskrift uppá, hvussu man ger sín egna kraga. Tær nýtist hetta: • Eitt hvítt, heldur kraftugt toy • Ein knapp • Ein saks við siksakkmynstri og ein toysaks • Mynstur til kragan er at finna inni á hesi adressuni: http://elle.se/ files/2011/11/kragen-stor.jpg. Brúka leinkjuna og skriva mynstrið út. Klipp mynstrið út og set tað fast í toyið við knappanálum. Toyið skal vera dupult. • Tekna við blýanti mynstrið á toyið. • Nýt saksin við siksakkmynstri og klipp niðara part av kraganum. Klipp ovara part við toysaksinum. • Klipp knappahol og seyma ein knapp í hinumegin. Soleiðis sær kragin út, tá hann er liðugur. Mynstur til kragan er at finna inni á www.elle.se Fittur perlukragi til eitthvørt høvi. Pieces Luis Vuitton kragi frá einari av sýningunum í vár Modellin Alexa Chung hevur gjørt klæði til Vero Moda, og har eru nógvir kragar at finna Kragablusur frá Vero Moda Ein av teimum, ið hevur verið nógv at sæð í kragum, er systir Kate Middleton, Pippa Middleton