fríggjadagur 2. mars 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 27 · 2. mars 2012
7
VIKUSKIFTI
Verður eisini brúk fyri heilsølum í framtíðini?
Ja, heilt avgjørt, tí vit umboða framleiðaran í mun
til stóru keturnar, har alt, sum telur er prísurin.
Hvat er tað góða við starvinum?
Eg havi við nógv fólk at gera, og tað krevur,
at man er umhugsin og struktureraður í
tí, man ger, og tað dámar mær væl.
Hvat ger tú í
frítíðini?
Ikki so nógv
longur, men eg
havi verið ógvuliga
aktivur innan
ítrótt, og eg fylgi
framvegis væl við.
Hvussu heldur tú teg í form?
Tað kundi verið betri, men eg royni
at vera í Yndi viðhvørt.
Ferðast tú nógv í egnum landi?
Ikki nógv, men nakað. Ikki so nógv út á
útoyggjarnar, men sum sagt, nakað annars.
Hvat er tað besta, tú fær at eta?
Lambskjøt. Alt møguligt slag av lambskjøti.
Hevur tú fenað?
Nei.
Hvørja serliga hending minnist tú
frá tínum aktiva ítróttalívi?
Tað eru fleiri hendingar, sum eg minnist, men tað, sum
stendur fremst í minninum er, tá vit á Oyggjaleikunum
í Føryum í 1989 fingu eitt bronsuheiðursmerki. Tað
er ikki nakað serligt í dag, men tað var stórt tá.
Lesur tú nógv?
Nei, men eg eri byrjaður at lesa eitt sindur nú.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Fótbóltur er greitt nummar eitt, men annars
dámar mær væl eitt sindur svartan humor.
Hvørjum tónleiki
lurtar tú eftir?
Mær dámar næstan
allan tónleik, men
hendan nýggja
– hvat eitur hon
– Adele er góð.
Verður tú at finna í sama starvi um 10 ár?
Tað er ilt at siga, nógv kan henda í 10 ár, so...
Men hetta er eitt fantastiskt starv og ein
fantastisk fyritøka, so tað fáa vit at síggja.
Hugaligt og tryggjandi at vita, at
fólk eru, sum vita, hvussu vit eiga
at gera, og hvat vit eiga at eta fyri
at liva væl og leingi og kanska
ævigt.
Tað vita nógv folk. So nógv,
at tey hvørja einastu viku
megna at fylla heil serbløð og
hálv vikubløð við hollum og
góðum ráðum. Gamaní eru
nógvar endurtøkur í hesum
nýggja ídnaði. Men nýggj
heimaráð koma tó alla tíðina
fyri tey gomlu, sum, eldri tey
eru, verða samanborin við
heimadoktarayrki og gand. Tað,
sum var heilsugott í gjár, gevur
krabbamein í dag og sukursjúku
omaná í morgin.
Grøni tráðurin í øllum
hesum stórídnaði er tann, at alt,
sum smakkar væl, er ósunt, ja,
ikki bara tað, tað er beinleiðis
heilsuskaðiligt og deyðiligt.
Deyðin skal hava eina orsøk,
plagdu tey klóku at siga. Nú
hevur hann ikki bara eina orsøk,
men óteljandi og fleiri leggjast
afturat í hvørjum blaði.
Løgið annars, at nakar er
eftir á lívi í Bretlandi, tí tvær
flísar av beykoni, royktum
fleski, um dagin er tann vísi
krabbameinsdeyði. Beykon er
bæði roykt og feitt og smakkar
forbannað væl, líka væl
sum royktu, feitu og snerktu
pylsurnar, bretar skola beykonið
niður við. Ivaleyst vigar
havragreyturin, sum smakkar líka
illa sum hann sær út, so nógv,
at enn eru bretar, sum ikki eru
deyðir av krabbameini.
Og so eru allar venjingarnar,
sum krevjast fyri at vera bara so
nøkunlunda á lívi. Ikki so løgið,
at so nógv eru farin at arbeiða
hálva tíð. Stundir eru ikki til
meira á arbeiðsmarknaðinum,
skulu venjingarskráirnar og
krøvini í donsku bløðunum
haldast hvønn arbeiðsdag.
Men venjingar eru neyðugar
fyri at kunna arbeiða, hálva tíð,
fram til pensjónsaldur. Og tá
verður meira tíð til venjingar.
Tveir litrar av vatni um
dagin eru eitt annað krav fyri
at yvirliva lívið, men bara
tveir dropar av brennivíni.
Fleiri doyggja av mjólk enn av
brennivíni, men tað er forboðin
sannleiki.
Vatnið skal sjálvandi
vera innflutt vatn í fløskum.
Kommunalt kranavatn er líka
sum hvørki smart ella trendy. Og
so er tað ókeypis afturat.
Tað sigst, enn í hvussu so er,
at einki er so gott fyri heilsuna, ta
likamligu heilsuna, sum dubiøsa
grønmetið kallað brokkoli. Tvey
brokkoli um dagin, og tú livir í
allar ævir uttan nakran sjúkradag
og uttan, at nakar biður fyri tær.
Men tað ber sjálvandi eisini til
at keða seg í hel.
Seks fruktir um dagin.
Tær krevja eisini sína tíð av
arbeiðsdegnum, flysa og vaska og
eta. Tað tekur eina góða løtu at
eta eitt súrepli.
Samstundis er alneyðugt at
sova minst átta tímar hvørja
nátt fyri ikki at fara inn í æviga
svøvnin í úrtíð.
Niðurstøðan fær ikki verið
onnur enn tann, at stundir eru
ikki at arbeiða meira enn hálva
tíð fyri at kunna liva fulla tíð.
Og lønin hjá okkum vanligu
lønartrælum er ikki meira enn
hálv kortini.
Tað løgna er bara, at fólk, sum
ikki roykja, doyggja eisini. Fólk,
sum ikki drekka annað enn vatn,
doyggja mín sann eisini.
Fólk, sum renna oman og
niðan og heim aftur sama veg
hvønn dag, doyggja eisini.
Tað ber ikki til renna undan
deyðanum. Hann eigur øll
heimsmetini.
Tey verða soleiðis yvirhøvur
ikki nógv eldri enn tey, sum liva,
áðrenn tey doyggja.
Heilsuprofetar skumpa pengar
upp í rúgvur við at ræða fólk frá
at liva eitt vanligt lív.
Men samanumtikið er einasta
meining við lívinum deyðin.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Heðin Joensen
lagt til rættis: Leo Poulsen
Bronsa á
Oyggjaleikunum
var stórt
Heðin Joensen er Innkeyps- og flutningsstjóri
í PM Heilsølu, og tað dámar honum væl. Hann
hevur verið ógvuliga aktivur í ítrótti, og fylgir
framvegis við. Hann hevur ikki seyð, men lambskjøt
av øllum slag er tað besta, hann fær at eta
Doyggja
kortini
mynd: Álvur Haraldsen