fríggjadagur 2. mars 2012síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 27 · 2. mars 2012
8
VIKUSKIFTI
Kessler
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Danski boksarin Mikkel Kessler brúkar
navnið The Viking Warrior um seg
sjálvan, tá ið hann boksar, og tí var tað
hóskandi, at Kessler farna vikuskiftið
var og hugdi eftir standmyndini av Gøtu
Tróndi, sum stendur í Norðagøtu.
Kessler var í Føroyum, tí hann skuldi
verða við í sending hjá Rás2. Kessler
skal 14. apríl boksast um eitt heims
meistarabelti, og hann hevur tríggjar
ferðir áður havt slík belti. Kessler hevur
eisini drigist við álvarsaman skaða í
eyganum og noyddist at halda steðg eitt
skifti, men nú hevur hann gjørt come
back. Hann vann ein boksidyst í fjør,
og nú hevur hann aftur møguleikan at
vinna eitt belti.
Føroyskur matur
Leygardagin hugdi Kessler seg eitt
sindur um í Føroyum. Hetta var hansara
fyrsta vitjan í Føroyum, og hann ynskti
at síggja eitt sindur av føroysku náttúr
uni, sum hann hevði hoyrt um. Hann
var eisini á gátt hjá fólki Gøtu, og har
slapp hann at royna føroyskan mat. Og
sumt av tí dámdi honum væl. Hann
royndi millum annað turra grind, spik
og turran fisk, og tá hann fór úr Føroy
um aftur hevði hann turran fisk – og
eitt sindur av turrari grind – við sær í
viðførinum.
Í Gøtu kundu Kessler eisini leggja
leiðina fram við hjá Gøtu Tróndi.
Standmyndin í Norðagøtu eru hug
takandi, og Árant Hansen greiddi væl
frá um Gøtu Trónd
Trífaldi heimsmeistarin í boksing, sum farna vikuskiftið
vitjaði í Føroyum, heilsaði eisini upp á Gøtu Trónd
Kessler
hitti Gøtu
Trónd
mynd: Jonhard Hammer
Mikkel Kessler og umboðsmaður
hansara, Allan Martin Back,
royna turra grind og skerpikjøt