fríggjadagur 2. mars 2012síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 27 · 2. mars 2012
14
VIKUSKIFTI
Grindadráp
Janus á Ryggi
post@sosialurin.fo
Undirritaði var sær ein túr úti í Sanda
gerði og hugdi at, seinast grind varð
hildin til har. Hampamenn, ið dag
liga sita friðarligir framman fyri ein
telduskíggja, vóru brádliga sum ham
skiftir. Tá grindin gjørdi landgongd,
tusti stór mannfjøld oman á sandin
– næstan sum ætlaði hon sær í kríggj.
Hetta minti mest um eina pallseting úr
Braveheart filminum, tá lopið verður á.
Eingin skoytti Sea Shepard ein tanka
hesa løtuna. Tað stóð mær greitt, at
talan var um eitt felagsprojekt, ið fekk
kenslurnar upp at kóka. Sjónin minti
nokk satt at siga mest um ein villan
fótbóltsdyst.
Føroyar hoyra til ein minniluta av
londum í heiminum, ið alment stuðla
hvalaveiðu. Millum hini londini
teljast Noreg, Ísland og Japan. Hetta
seinasta fær meiri javnan umrøðu í
altjóða miðlum fyri sítt virksemi. Og
hóast stóra mótstøðu ígjøgnum nógv
ár frá djóraverndar- og umhvørvis
felagskapum og frá egnum heilsu
myndugleikum sær ikki út til, at før
oyska grindadrápið ætlar sær nakran
veg í gloymibókina – í øllum førum
ikki fyribils. Fleiri rationellar orsøkir
kundu annars verið til at givist: Grinda
drápið gevur einki búskaparligt avkast
– marknaðurin fyri hvalakjøti er
avmarkaður – harnæst verður um
dømi føroyinga á hvørjum sumri sett
upp á spæl. Eitt nú hava umboð úr
ferðavinnuni ávara ímóti árinunum
av hesum. Og harumframt er grindin
dálkað. Tí er áhugavert at spyrja: hví
ikki ikki bara gevast?
Hini og vit
Moralska mótstøðan ímóti grinda
drápinum hevur í høvuðsheitum
søguligan uppruna uttan fyri Føroyar.
Eitt nú frá Greenpeace, ið varð sett á
stovn í Kanada í 70’unum. Henda støðu
hevur elvt til eina eftirhondini søguliga
»vit og tit« tvístøðu. Tá føroyingar
skulu lýsa mótstøðuna hoyrast javnan
setningar sum t.d. »tey vita einki um
grindadrápið ella Føroyar«, »hvønn
rætt hava tey at siga okkum hvussu
vit skulu liva - hví skulu vit tvingast
at vera sum tey?« ella »tey kunnu bara
fara á Macdonalds!« Føroyingar hava,
eins og onnur hvalaveiðufólk, gjørt sær
eitt serligt lokalt tilknýti til siðvenjuna.
Hildið verður uppá, at fólk uttanfyri ikki
rættuliga hava fortreytirnar at skilja
siðvenjuna. Tí er moralska mótstøðan
ímóti drápinum ikki føroysk, men
fremmand, so ella so.
Føroyingar eru ikki einsamallir um
Mótstøðan frá umheiminum hevur verið ovurstór í nógv ár uttan stórvegis
úrslit. Meðan umheimurin sær grindadrápið sum barbariskan sport, síggja
føroyingar drápið sum rættin at definera egnan livihátt. Í hesi grein
spyrja vit, hví mótmælini frá umheiminum hava so avmarkaða ávirkan
Tá dráp
verður
samleiki
Moralska mótstøðan ímóti grindadrápinum hevur í høvuðsheitum
søguligan uppruna uttan fyri Føroyar – og djóraverndar
felagsskapir hava gingið á odda í hesari mótstøðu