Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-02, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2012síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 27 · 2. mars 2012 15 VIKUSKIFTI hesa fatan. Hvalaveiðitjóðir hava sum heild verið sameindar um rættin til at definera sín egna livihátt mótvegis moralsk­um boðum uttanífrá. Og tað slepst ikki undan, at boðini um at gevast við grinda­drápinum nema við nakað ógvuliga grundleggjandi, nevnliga at onkur annar skal siga tær, hvat tú skalt sleppa at koyra í munnin og ikki. Eins og aðrastaðni hevur matur okkurt við samleika at gera. Við hesum í huga ber til at siga, at grinda­dráp fyri føroyingar helst er ein spurningur um at verja ein ser­ før­oyskan samleika mótvegis eini al­ tjóða­gjørdari einsrættan, har øll helst skulu hava nøkunlunda sama moral. Siðvenjan at halda fast um hvala­ veiðuna hevur ofta verið brúkt sum eitt dømi uppá eina reaktión ímóti mentanar­ligari einsrættan í modern­ aða heim­inum. Spurningurin er tí, um mót­støðan uttanifrá, hóast ótilætlað, hevur gjørt grindadrápið júst til eitt høvið at skilja seg út og siga »Her ráða vit, ikki tit!«. Eina sonevnda sam­leika-statement. Omanfyrinevnda upp­living úr Sandagerði gevur í hvussu er ábend­ingar um tað. Eyðsýnt var, at fólk kendu seg sammeind um okkurt og kanska enntá sóu hetta sum høvið at siga Watson, hvar skápið skal standa. Trýst elvir til móttrýst er ein gomul megin­regla. Matur og fremmandi dupultmoralurin Í samfelagsligari gransking verður tosað um avmarkingarnar við royndum at broyta moralin hjá fólki, serliga tá ein tjóð roynir at broyta moralin hjá aðrari tjóð. Víst verður á, at moralsk boð, ið minna mest um boð, sum longu hava stóra undirtøku millum eitt fólk, hava besta møguleikan at vinna frama. Og sum kunnugt er tað vorðið normurin í flestum vesturlendskum samfeløgum at vera ímóti hvalaveiðu. Hvalaveiðan hoyrir fortíðini til. Tað øvugta av at vera modernaður upplýstur heimsborgari. Har er hvalur ikki føði, men vera við serstøkum rættindum. Men í Føroyum hendi hendan broyting ongantíð. Her verður hvalur framvegis roknaður sum kjøt. Og kjøt er okkurt ein etir og er tengt at tí at yvirliva. Og bert tey fægstu eru vegetarar. Hetta er helst ein orsøk til, at argumentini ímóti grindadrápinum ikki hava vunnið frama í Føroyum. Tað liggur fólki nær at spyrja, hví júst hvalurin skal vera »off limits«, tá so nógv annað ikki er tað. Hugtakið »food security« er eisini vorðið brúkt í hesum sambandi. Føroyar eru, eins og onnur hvalaveiðulond, tengt at havinum fyri at yvirliva. Hvalaveiðutjóðir hava sett hetta argumentið fram sum eitt saman­ berandi argument, »at av tí at hini sleppa at yvirliva í frið og náðum við sínum náttúrutilfeingi, so átti einki at verið til hindurs fyri at vit eisini sleppa tað.« At nógv av teimum londunum, ið mót­mæla hvalaveiðu, eisini hava ein djóra­plávandi ídnað á síni jørð, ið kanska er nógv verri enn nakað, sum er kent frá tí mest miseydnaða grinda­dráp­inum, hjálpir nokk heldur ikki. Heilsu­moralurin líða undir somu avmark­aðan. Heilsa er relativ í mun til livi­hátt annars. Grindin er dálkað – tað var væl og virðiliga staðfest. Men tey fægstu tykjast ikki sinnað at geva alt ósunt upp. Hvønn skaða ger ein grinda­ búffur aftaná ein deep fried chicken úr Burger King? Flestum man hetta tykjast relativt. Men alt er neyvan sagt Tekin eru tó í sól og mána um, at ikki allir føroyingar kenna seg sjálvar aftur í grindadrápinum longur. Hetta skuldi verið løgið, tí Føroyar verða í størri og størri mun opnar fyri argumentum uttaní­frá. Ikki minst í sambandi við at alsamt fleiri leita sær út um Føroyar at nema sær útbúgving. Vandi er helst fyri, at føroyingar sum frálíðir vera tvíbýttir í mál­inum. Longu nú síggja vit bólkar av føroyingum, sum alment heita á hinar føroyingarnar at gevast við at eta grind. Hesir eru tó ikki sameindir. Onkur ber ótta fyri umdømi Føroya, onn­ur ávara um heilsuskaðilig árin, og uppaftur onnur tosa um tað ómoralska við at útseta hvalirnar fyri pínu. Enn sært út til, at bert heilsuargumentið hevur fingið ávísa undirtøku. Norski antropologurin Arne Kalland, ið sjálvur stuðlar hvalaveiðu, hevur víst á, at mótstøðan hóast alt hevur borið við hjá hvalaveiðutjóðum – eitt nú er vorðið neyðugt at uppfinna meiri humanar drápshættir og grundgeva fyri hesum fyri at sleppa undan ringastu atfinningunum. Men givið er, at fær grindadrápið nakran enda, verður tað við mótstøðu ”innanhýsis” úr Føroyum. mynd: álvur haraldsen Tekin eru í sól og mána um, at ikki allir føroyingar kenna seg sjálvar aftur í grindadrápinum longur