mánadagur 5. mars 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. mars 2012 · Nr. 28
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Føroyingar vilja fegnir halda
fram at gjalda fyri at koyra
ígjøgnum undirsjóvartunlar
nar, eisini eftir at teir eru út
goldnir.
Tað vísir ein kanning, sum
Gallup hevur gjørt fyri felagið,
sum rekur Vágatunnilin og
Norðoyatunnilin.
Kanningin er gjørd í mai
í fjør, ella fyri einum sløkum
ári síðani.
Ein partur av kanningini
er almannakunngjørdur á
heimasíðuni
hjá
tunnils
felagnum.
Men felagið hevur ikki al
mannakungjørt tann partin
av kanningini, sum er mest
umrøddur í hesum døgum.
Og tað er spurningurin
um, tey, sum koyra ígjøgnum
Vágatunnilin og Norðoya
tunnilin
framvegis
skulu
halda fram at gjalda, eisini
eftir at tunlarnir eru út
goldnir.
Felagið heldur, at kann
ingin
kann
ávirka
eina
politiska støðutakan til mál
ið og tey halda ikki at tað er
rætt, at felagið soleiðis leggur
seg út í málið við at leggja
tilfar fram, sum kann ávirka
støðutakanina.
Halda fegin fram
Hendan partin av kanningini
hevur Sosialurin fingið inn
lit í.
Og hann vísir, kanska
heldur óvæntað, at heili 69%
av føroyingum vilja halda
fram at gjalda fyri at koyra
ígjøgnum tunlarnar, eftir at
teir eru útgoldnir.
Her verður kortini meint
við eitt gjald, sum er lægri
enn gjaldið er í dag.
Men 69% av føroyingum
eru sostatt sinnaðir at rinda
eitt lægri gjald fyri at koyra
ígjøgnum tunnilin og tað
gjaldið skal so brúkast til
at halda tunnilin fyri og til
at gera tær ábøtur, sum eru
neyðugar.
Hinvegin nokta 27% av
føroyingum fyri at halda
fram at gjalda og 4% vita
ikki.
Men upp aftur meiri
áhugavert er tað, at eisini fólk
í Vágum og í Norðoyggjum,
eru sinnað at halda fram at
koyra ígjøgnum tunlarnar,
eftir at teir eru útgoldnir.
Gallup kanningin vísir
nevniliga, at 45% av vágafólki
og 51% av norðoyingum
eru sinnað at halda fram at
gjalda.
Harafturat vísir kann
ingin, at 67% av eysturoy
ingum, 75% av havnarfólki
og 91% av sandoyingum
eru sinnað at halda fram at
gjalda.
Harafturat er tað heldur
ikki óvæntað at stórur partur
av suðuroyingum heldur,
at tunnilsgjaldið skal halda
fram og tað halda 82% av
suðuroyingum eisini.
Gallup
hevur
tríggjar
ferðir gjørt kanningar fyri
Vágatunnilin og Norðoya
tunnilin.
Og tað er eisini áhugavert
at nevna, at yvir 80% av
fólkinum sigur, at prísurin
fyri at koyra ígjøgnum tunn
ilin hevur als onga ávirkan á,
hvussu ofta tey koyra, tí tey
eru ongantíð setst aftur av
i at tey skulu gjalda fyri at
koyra.
aki@sosialurin.fo
69% vilja gjalda fyri
at koyra ígjøgnum
undirsjóvartunlarnar
TUNLAR og GJØLD Ein Gallup kanning vísir, at 69% av føroyingum vilja halda fram at
gjalda fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, eisini eftir at teir eru útgoldnir
Sum tað sæst, halda heili 69% av føroyingum, at vit skulu halda fram við
einum ávísum tunnilsgjaldi, eisini eftir at tunlarnir eru útgoldnir
– Hetta er ótrúliga gott at
hava við sær í skjáttini, nú
vit skulu arbeiða víðari við
málinum um at útbyggja
okkara samferðslunet.
Tað heldur Kári P.
Højgaard,
landsstýris
maður í innlendismálum
í eini stuttari viðmerking
til, at so stórur partur av
fólkinum vil halda fram at
rinda tunnilsgjald, hóast
tunlarnir eru útgoldnir.
Vit hava spurt hann,
hvat heldur um úrslitið
av Gallup kanningini, sum
vit umrøða í hinari grein
ini her á síðuni.
– Tað er stórt spell at
vit hoyra so nógv til tær
forðingar, sum eru og
so lítið til tær loysnir, ið
kunnu vera, sigur hann í
eini stuttari viðmerking.
Eitt, hann sipar til, er
kravið frá borgarstjórum í
Vàgum og í Norðoyggjum,
og øðrum, um, at tá ið
tunlarnir eru goldnir, skal
tunnilsgjaldið avtakast.
– Eg taki hetta sum eina
kraftig
fyribilsreaktión,
kanska tí at teir hava sæð
fyri sær, at tunnilsgjaldið
skal avtakast.
– Men skattgjaldarin
skal so undir øllum um
støðum
rinda
fyri
at
halda nlarnar um tað so
verður við tunnilsgjaldið
ella umvegis skattarokn
ingina.
Kári P. Højgaard ivast
heldur ikki í, at verður
tunnilsgjaldið tikið av,
noyðast
politikararnir
eisini at gera tað ókeypis at
sigla við Strandferðsluni.
– Tað kann ikki vera
rætt, at summi skulu rinda
fyri at sigla við ferjum, tá
ið onnur sleppa undan at
rinda fyri at koyra ígjøgn
um tunlar.
– Tað eru stórar upp
hæddir, sum skulu fíggjast
og skal tað bera til, verður
neyðugt at tunnilsgjaldið
heldur fram.
Hann sigur, at tí kemur
tað væl við, at so stórur
partur av fólkinum tekur
undir við eini samhalds
fastari loysn, eisini av
vágafólki
og
norðoy
ingum.
– Fyri mær at síggja,
verður tað ótrúliga tórført
at halda fram at knýta
oyggja saman, um so er
at tunnilsgjøldini skulu
takast av, sigur Kári P.
Højgaard.
aki@sosialurin.fo
Upp aftur meiri áhugavert er tað, at eisini
fólk í Vágum og í Norðoyggjum, eru sinnað at
halda fram at koyra ígjøgnum tunlarnar,
eftir at teir eru útgoldnir
Loysnir heldur
enn forðingar
Hendan talvan vísir, hvussu stórur partur av fólkinum í hvørjum
einstøkum øki eru sinnað at halda fram at gjalda tunnilsgjald, eisini eftir
at tunlarnir eru útgoldnir. Og tað sæst, at tað vilja fólk fegin