Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 5. mars 2012 · Nr. 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Einki serligt lag er á Ara, sum nú í tvær vikur hevur ligið á Ríkissjúkrahúsinum. Hann hevur ilt, og har­ aftrat hevur hann næstan ikki kunna etið og drukkið nakað alla hesa tíðina, so hann er nógv afturfarin. Mamman, Beinta Hjelm er hørm um sonin. Men sam­ stundis er hon stak takksom fyri, at sonurin er á lívið. Óhappið kundi endað nógv verri. Tað var sunnudagin 1. februar, at Ari fór við mammu síni í Vágshøll, tí systurin skuldi spæla hondbólt. Tá ið dysturin var av, stóðu tey eina løtu í gongini beint innan fyri hurðina. Ein stein­ ur var lagdur fyri, so hurðin ikki skuldi fara aftur. Hurðin reiv seg leysa – Beiggin fór yvir móti hurð­ ini og traðkaði útum. Tá kom ein hvirla og tók hurðina, sum fór av hongslinum og datt niður yvir hann, sigur Beinta Hjelm. Hon og dótturin stóðu beint innanfyri. Mamman leyp upp og tók hurðina av honum. Tá lá drongurin við ongum viti. Hurðin datt eina ferð aftrat, men tá hevi hon fingið vent dronginum, so hann lá á rygg­inum. – Eg tók hann upp í fangi helst í panikki sum mamma, og so rann eg inn og bað um hjálp. Onkur ringdi til 112, sigur Beinta Hjelm. Sjúkrabilur kom eftir teim­um, og tey komu á Suð­ ur­oyar Sjúkrahús. Ari spýði og bløddi næsablóð. Tað gekk ikki ein tími, til tyrlan kom eftir teimum. Bangin fyri at missa sonin – Í tyrluni á veg norður helt eg meg fleiri ferðir missa Ara, so vánaligur var hann, sigur mamman. Á Landssjúkrahúsinum varð Ari skannaður, og stað­ fest var, at skallin var brot­ in. Morgunin eftir fóru for­ eldrini við Ara til Dan­mark­ ar. Teir fyrstu dagarnar lá hann undir observasjón. Hann svav og varð vaktur hálva hvønn tíma. Hann fær framvegis panodil 6. hvønn tíma, 8. hvønn tíma fær hann annan heilivág, og haraftrat fær hann tvey sløg av penicillini. Og so fær hann eisini heilivág fyri munnin, tí tað var so óheppið, at hann á Ríkissjúkrahúsinum fekk virus í munnin og niður í háls­in, og tí hevur hann hvørki kunnað etið ella drukk­ið alla hesa tíðina. Á vinstra eyga hevði hann eitt stórt blátt merki, sum ikki er farið burtur enn. Ein eygnalækni hevur sagt seg hava góðar vónir um, at eygað ikki er skatt. Torført er at kanna, um sjónin hjá einum so lítlum barni hevur fingið skaða. Ari fyllir tvey ár í vikuni. Fríggjadagin var hann aftur í skannaranum, tí finnast skal útav, um brunin kemur úr høvd­ inum ella munn­inum. Endaligt svar var í morgun enn ikki komið upp á ta kanningina. Drongurin hevur havt fepur. Ein dag er hann fepurfríur, men so kemur fepurin aftur. Beinta Hjelm heldur tó, at Ari er við at batna. Hon liggur á Ríkis­ sjúkra­hús­inum saman við son­in­um. – Tað er stórur munur á umstøðunum her á Ríki­s­sjúkrahúsinum og í Føroyum. Orsaka av spar­ ingunum má eg burturav taka mær av Ara. Eg fái heilivágin útflýggjaðan og skal syrgja fyri, at hann fær hann rættstundis. Eingin hevur tíð til nakað, sigur Beinta Hjelm, sum onga hóming hevur av, nær tey kunnu venda heim aftur. Fekk skallabrot av stormskaða Lítli Ari var óheppin í illveðrinum sunnudagin fyri tveimum vikum og fekk eina stóra hurð í Vágshøll niður yvir seg Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - synergi@synergi.fo - 322355 - 222355 - 227464 Tú kanst læra, at stýra stillisliga og medvitað í einum rokutum gerandisdegi. Tú kanst læra at halda uppat við at renna um kapp við tíðina, langar ger-hetta listar, ringa samvitsku og støðug avbrot. Fá íblástur frá Mindfulness, Sinnisnær- veru, ein tann mest virkni arbeiðshátturin í okkara tíð, serliga sniðgivin at økja um evnini at avrika, varðveita savningina, fyribyrgja strongd og menna tína arbeiðs- og lívsgleði. Arbeiðshættirnir eru einfaldir og greiðir, ómetaliga virknir, og kunnu brúkast hvønn dag. Hvat tú kanst vænta tær av skeiðinum? Fá kunnleika til ómedvitað tilfeingi og • ótilvitaða orku – og fá eyka yvirskot Lær at handfara strongd – finn friðin • og javnvágina í einum avbjóðandi gerandisdegi, soleiðis tú kanst savna teg betri Menn evnini at vera í løtuni, at liva í • nú’inum og fá størri frælsi og nøgd- semi í gerandisdegnum Hvess evnini at síggja tingini úr nýg- • gjum sjónarhorni – við víðskygdum eygum Dagur 26. mars 2012 Tilmelding Tilmelding og les meira um skeiðið á heimasíðu okkara, www.synergi.fo, ella ring 32BELL (322355). Mindfulness - fá íblástur frá teimum, sum altíð hava yvirskot Synergi í samstarv við Ari breyt skallan og hevur framvegis blátt eyga Mynd: Bárður Nielsen