mánadagur 5. mars 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. mars 2012 · Nr. 28
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Uni Arge
Tann stóri salurin í Norð
urlandahúsinum
var
nærum fullsettur fríggja
dagin, tá Framsókn, Javn
aðarflokkurin og Tjóðveldi
høvdu boðið øllum áhugað
um á ráðstevnu um, hvussu
fólksins ogn í havinum skal
umsitast. Har vóru øll, sum
alment hava sagt sína hugsan
um málið, og fleiri aftrat.
Útlitini til, at fiskiloyvini
kanska skulu rulla út í ævin
leikan á privatum hond
um, hava av sonnum fest í
politiska tilvitið hjá fólki,
og undranin var stór, tá pro
fessarar og búskaparfrøð
ingar vístu á, hvussu dansk
ir, íslendskir og føroyskir
myndugleikar hava loyvt
privatum
fyritøkum
at
stinga ónormalt stór avlop
í tilfeingisvinnum í egnan
lumma.
Kári D. Petersen, bú
skaparfrøðingur, vísti á, at
tá Krúnborg varð seld, var
skipið vert 150 mió. kr., men
søluprísurin var 350 mió. kr.
orsakað av veiðiloyvinum.
Vesturvón fór fyri 80 mió.
kr, hóast skipið bara var vert
40 mió. kr., og línubáturin
Mascot varð seldur fyri 21
mió. kr., hóast virðið á skip
inum var 4 mió. kr.
Danski
professarin,
Jørgen
Birk
Mortensen,
umrøddi
oljuumsitingina
í Danmark farnu 50 árini.
Hann var ikki hugtikin av,
at donsku politikararnir í
1962 gjørdu eina avtalu við
A. P. Møller um, at felagið
skuldi hava einkarrætt at
útvinna olju í samfull 50 ár.
Ein kolvetnisskattur varð
lagdur á virksemið seinni,
men frádráttirnir vóru so
stórir, at bara molar komu í
statskassan.
Avtalan frá 1962 skuldi
ganga út í ár, men varð end
urnýggjað í 2003, tá Bendt
Bendtsen umsat oljuvinnuna
sum búskaparmálaráðharri.
Hann gjørdi eina líka ringa
avtalu sum í 1962 og mátti
tí metast sum ein dýrur
drongur fyri statin, ja, kanska
tann dýrasti nakrantíð, helt
Jørgen
Birk
Mortensen.
Nýggja avtalan við Mærsk
gongur út í 2042.
Dómur í Strasbourg
Íslendski professarin, Thor
valdur Gylfason, legði heldur
ikki fingrarnar ímillum. Með
an hann reikaði aftur og
fram á gólvinum, opinberaði
hann fyri fjøldini íslendsku
ræðslusøguna um, hvussu
tjóðarognin í havinum end
aði á privatum hondum
ókeypis.
Hetta hendi í 1984, tá ís
lendsku politikararnir lótu
nøkrum
fáum
reiðarum
rættin
til
fiskiríkidømið.
Skipanin varð gjørd varandi
Brot á mannarættindi
at geva fiskin burtur
Fyrst góvu íslendsku politikararnir nøkrum fáum reiðarum fiskiríkidømið í havinum, so góvu teir sínum
vinum bankarnar, og at enda rendu ríkmenninir Ísland á heysin. Gera føroyingar hetta, verður sama skil í
Føroyum, segði íslendski professarin, Thorvaldur Gylfason, á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum fríggjadagin.
Hann vísti á, at sambært mannarættindadómi er fiskurin tjóðarogn, sum ongin privatur kann eiga
Kári D. Petersen, búskaparfrøðingur
Thorvaldur Gylfason