mánadagur 5. mars 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. mars 2012 · Nr. 28
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Løgreglan hevur nú upp
klárað fleiri mál um neyð
tøkuroyndir. 19 ára gamli
maðurin, sum fyri einum
mánað síðani varð tikin og
ákærdur fyri at hava hálað
eina gentu inn í Viðarlundina
og roynt at neyðtikið hana,
hevur undir avhoyring hjá
politinum játtað fýra aðrar
neyðtøkuroyndir.
Hóast maðurin ikki er úr
Havn, eru allar fimm neyð
tøkuroyndirnar farnar fram
í høvuðsstaðnum.
Men maðurin er framman
undan dømdur fyri eina
neyðtøkroynd í heimbygdini,
har hann royndi at neyðtaka
eina javnaldrandi gentu, sum
hann hevði gingið í flokki
saman vik í 10 ár.
Hendan neyðtøkuroyndin
miseydnaðíst eins og hinar
fimm, men hann fekk kortini
ein treytaðan dóm fyri neyð
tøkuroynd.
Hesin
dómur
tekur nú við, um maðurin
verður dømdur fyri tær fimm
nýggju neyðtøkuroyndirnar.
Og
roknast
má
við
dómi, tí maðurin hevur í
grundlógaravhoyring í morg
un játtað seg sekan.
Tær fýra nýggju ákær
urnar vórðu lisnar upp av
ákæranum, Finn Ougaard,
varafúta, og maðurin játtaði
seg sum nevnt sekan í trim
um, meðan hann bert segði
seg hava verið til staðar við
fjórða forholdið.
Síðani vórðu dyrnar lætn
ar aftur, og miðlarnir rendir
á dyr.
Játtar
Tær fýra neyðtøkuroyndirnar
fóru allar fram sunnumorg
nar.
Tann fyrsta fór fram
sunnumorgunin
13.
juni
2009, tá maðurin feldi eina
26 ára gamla kvinnu niður
aftan ífrá, helt henni fast og
royndi at hála bukurnar av
henni. Men av tí at kvinnan
bardist so hart ímóti og rópti
um hjálp, gavst 19 ára gamli
maðurin og rann avstað.
Ákærdi játtaði seg sekan.
Í øðrum lagi er hann
ákærdur fyri sunnumorgunin
24. juli 2011 umleið klokkan
05.05 at hava gjørd sg inn
á eina 22 ára gamla gentu
í Gundadali. Hann kroysti
hana upp ímóti einum last
bili, føldi upp á bringuna
og stakk hondina niður í
buksurnar á henni.
Eisini her játtaði ákærdi
seg sekan.
Í triðja lagi var tað sunnu
morgunin 2. august 2011
klokkan 04.45 við SMS at
hava roynt at neyðtikið eina
21 ára gamla gentu. Hann
feldi hana niður, hálaði blus
una upp og buksur og trussur
niður. Men eisini í hesum før
inum bardist gentan so hart í
móti og rópti, so maðurin tók
til rýmingar.
Hann játtaði seg sekan.
Í fjórða førinum var tað
sunnumorgunin 15. Januar
2012 klokkan umleið 05.00,
at hann jagstraði eina 20 ára
gamla gentu úr Tórsgøtu í
Kongagøtu, har hann føldi
upp á hana og koyrdi hond
ina niður í buksurnar. Gentan
vardi fyri seg og rópti so hart,
at maðurin eisini her tók til
rýmingar.
Ákærdi játtaði at hann
var á staðnum, men ikki at
hava gjørt seg kynsliga inn á
gentuna.
Leo Poulsen
Í februar í ár vórðu
goldnar tilsamans 685,6
milliónir krónur í løn
um umvegis a-skatta
skipanina. Hetta er 7,7%
meira enn í februar í
fjør, og samstundis tann
besti februar mánaðin
nakrantíð.
Sama ger seg galdandi
fyri
kommunuskattin,
sum eisini var tann
besti februar mánaðin
nakrantíð. Í februar í ár
vórðu tilsamans goldnar
114,6 millióónir krónur í
kommunuskatti.
Hetta er 6,8% meira
enn í februar 2011.
Samlaði
lands-
og
eftirlønarskatturin var
góðar 2 milliónir krónur
størri í februar í ár enn í
februar í fjør.
Eftirlønarskatturin
var 17,5 milliónir krónur
í februar samanborið við
góðar 11 milliónir krónur
í januar. Ein frágreiðing
til frávikið er allarhelst
ymsar barnasjúkur við
nýggja eftirlønarskatta
skipanini, sum kom í
gildi 1. januar í ár. Hesar
barnasjúkur
fara
at
hvørva, tá ið vit koma
longur út á árið.
Gongd komin á
heimliga eftir
spurningin
Nýggjastu avgjaldstølini
staðfesta, at rættiliga
stórur vøkstur hevur
verið í heimliga eftir
spurninginum
fyrstu
tveir mánaðirnar í ár
samanborið við somu
tíð í fjør.
Fyrstu tveir mánað
irnar í ár hevur lands
kassin
fingið
251,5
milliónir krónur í meir
virðisgjaldsinntøkum
samanborið við 223,7
milliónir krónur somu
tíð í fjør. Hetta svarar til
ein vøkstur upp á 12,4%.
Lønargjald
ingarnar og
skattainn
tøkurnar
metstórar
Februar í ár setti met, tá ið
tað snýr seg um lønar- og
skattgjaldingar umvegis
a-skattaskipanina, sigur
Fíggjarmálaráðið.
Játtaði seg sekan í
neyðtøkuroyndum
Í grundlógaravhoyring í dag játtaði ein 19 ára gamal drongur
seg sekan í fýra óuppkláraðum neyðtøkuroyndum, umframt ta
royndina, hann varð tikin fyri í Viðarlundini í síðsta mánað
19 ára gamli maðurin, sum varð handtikin fyri neyðtøkuroynd 5. februar,
játtar seg sekan í fýra ákærum aftrat um neyðtøkuroynd