mánadagur 5. mars 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 5. mars 2012 · Nr. 28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
»Kulturljósið«
O, Føroya fólk! hví svevur tú
hann sum steig inn í tína búð,
tú hevur fagnað hann so blítt
og sett hann í hásæti títt;
tú hevur sjálvur gestin valt
og givið honum veldið alt
Nú oddmenn tínir prísa hátt
tí, sum steig inn um tína gátt
teir veitra høgt uppundir ský
tú takkarorð frá bygd og bý
nú senda skal av hjartans grund
for tann sum komin er á fund
Her, fyri tær sum fyrr var svart
nú lýsir frítt eitt ljós so bjart
so tú við tínum børnum smá
í fávitsu ei turva gá
og villst í tí myrku nátt
nú hvørvur tám og toka brátt
O, Føroya fólk! hví ansar tú
ei tí, sum steig inn í títt bú
er dýrdarglæma hans so sterk
at tú fekk slíkan eygnaverk
so tú ei sá, at "brunnið" var
tað, ættin hevði varðveitt tær
Hví sigur tú ei: Mamman gav
mær hendan arv til studningsstav
Vilt tú mær kola hann, so gakk
úr mínum bú foruttan takk!!
eg fyrr vil sakna lýsing tín
enn tú skalt svíða arvin mín
Hetta yrkti Jóanes Pæturson 1895, so hetta vísir
eisini, hvussu kollsilgdir Jørgin og co. eru, eg
vamlist!!!!
Vistu tey tá,
at vit fingu
Jørgin og
Kaj Leo?
Eyðun Joensen
Vestmanna
Betri tænastur, men lækkandi
rakstrarútreiðslur
Heðin Mortensen
Borgarstjóri
Viðmerkingar til Annfinn
Brekkstein, býráðslim.
Í vikuskiftinum ger Annfinn
Brekkstein,
býráðslimur,
viðmerkingar í miðlunum
til, at Tórshavnar Kommuna
á býráðsfundi hóskvøldið
samtykti at taka lán uppá
50 milliónir krónur. Hetta er
sambært honum ein ”púra
óneyðug avgerð, sum tyngir
privatbúskapin hjá einstaka
borgaranum.”
Undir viðgerðini av hes
um málinum vísti eg á, at
Tórshavnar kommuna er í
eini góðari støðu, bæði tá
tað snýr seg um lántøku og
gjaldføri. Støðan hevur verið
so mikið góð, at hóast at tað í
fíggjarætlanini fyri 2010 varð
lagt upp fyri, at vit kundu
taka eitt lán uppá 50 miljónir,
so hevur higartil ikki verið
tørvur á hesi lántøku.
Men okkara fíggjarum
siting hevur mælt til, at
kommunan í minsta lagi
hevur eitt gjaldføri svarandi
til skattainntøkuna fyri ein
mánaða, sum er umleið 50
mió. kr., og tí verður mælt til,
at kommunan tekur hetta
lán.
Sum eg vísti á, so hava
vit bíðað sum longst, men
nú aðrar stórætlanir eru
fyri framman, eitt nú skal
Boðanesheimið verða liðugt
seinni í ár, vit skulu gera
íløgur í brúgv um Sandá, út
stykkingar, vinnuøki, havna
bygging og íløgur í aðrar
skúlar, so er tíðin komin at
taka hetta lánið soleiðis, at
gjaldførið støðugt er á einum
hóskandi støði.
Lækkandi rakstrar
útreiðslur
Eg vísti eisini á, at hetta onki
broytir uppá avgerð okkara
um at leggja loft á lántøkuna,
tí hon kemur íroknað tær
50 mió kr. at liggja um 215
miljónir við árslok í ár, sum
er tað lániloftið sum býráðið
áður hevur samtykt, og tað
er eingin trupulleiki er við
eini árligari inntøku uppá 656
miljónir.
Fíggjarætlaninar
2011 og 2012 javnviga uttan
lántøku.
Eg havi áður víst á, at
hækkingin í rakstrarútreiðsl
unum seinastu árini, sum
Annfinn Brekkstein vísir
á, bara svara til góð 2% yvir
fimm ár. Samstundis hækkaði
prístalið við 4%, t.v.s. nærum
dupult so nógv sum rakstrar
útreiðslurnar. Tað merkir, at
rakstrarútreiðslurnar lutfals
liga eru minkaðar, hóast
nógvu nýggju tænastunar.
Og hóast Annfinn pástend
ur tað øvugta, so próvfast
minka rakstrarútreiðslurnar
í 2012 í mun til 2011. Og tá
hann sigur, at vit hækka út
reiðslurnar til umsitingina,
so passar tað heldur ikki,
tí eisini tær útreiðslurnar
lækka í ár í mun til í fjør.
Skattaprosentið hava vit
umrøtt fleiri ferðir. Talan
er framhaldandi um eitt
lágt meðal skattaprosent.
Spurningurin um at lækka
tað aftur verður tikin upp, tá
Boðanesheimið er goldið. Tað
kann so ikki broytast mitt í
fíggjarárinum.
Skeiv tøl um íbinding
Viðvíkjandi íbindingargjøld
unum, sum eru gjøld fyri
at binda í vatn, kloakk og
el, so er ikki rætt, sum Ann
finn Brekkstein skrivar. Bú
staðareindir hava seinastu
árini
rindað
umleið
kr.
27.000
fyri
eina
vanliga
stødd á 100-120 m2. Tað gera
tey framvegis við nýggja út
rokningarháttinum,
sum
býráðið samtykti í 2008, so
har er onki broytt fyri hasa
støddina av bústaðum. Men
fyri størri byggingar verður
ein hækking, tí gjaldið nú
fylgir stødd á húsunum
heldur enn at vera eitt fast
gjald uttan mun til stødd
Fíggjarnevndin er annars
í holt við at endurskoða
gjøldini, og tað tykist verða
breið undirtøka fyri at fáa
gjøldini lækkaði nakað –
eisini fyri tey, sum hava
goldið sambært nýggja út
rokningarháttinum – men
tað verður framvegis munur
á um tú byggir 100 m2 ella
um tú byggir 500 m2.
Tað er tí ikki rætt, at tað
við avgerðini um at taka
írestandi lánið, sum varð
samtykt í 2010, verður dýrari
at búgva í Havn. Skattapro
senti verður óbroytt 20,75 %,
sum er lágt í mun til meðal í
landinum, barnafrádrátturin
er millum teir hægstu, og
allar
ætlaðar
íløgur
hjá
kommununi verða fíggjaðar
uttan lántøku.
Teitur Vágadal er óseriøsur
Helgi Abrahamsen
Teitur Vágadal hevði eina
grein í miðlunum í farnu viku,
har hann umrøddi løgtings
viðgerðina av ferðastuðlinum
til tey fólkavaldu. Í greinini
endurgevur hann nógv av
tí, sum bleiv sagt á tingsins
røðarapalli undir viðgerðini.
”Nógv er tosa og nógvir
eiðir, eru nokk eisini havdir
á lofti. Upp á tíðina siga flest
øll, men bíða nú, hvussu er
kjakið á tingið?” skrivar Teit
ur, og so endurgevur hann úr
orðaskiftinum.
Men mitt í øllum endur
gevingunum skrivar hann:
”Helgi Abrahamsen roynir
at sláa tað upp í glens, at vit
taka frá vinstra lumma og
koyra í høgri, fyri síðani at
gera akkurát tað øvugta enn
einaferð.”
Tað er rætt, at eg havi
brúkt hasa myndina um
at flyta rokningar millum
vinstra og høgra lumma, men
tað var ikki undir viðgerðini
av ferðaendurgjaldinum. Eg
brúkti hasa myndina í eini
blaðgrein, sum umrøddi heilt
onnur viðurskifti.
Teitur Vágadal og onnur
skulu vera vælkomin at
endurgeva úr mínum blað
greinum. Øll eru eisini væl
komin at endurgeva tað, sum
eg sigi á tingsins røðarapalli.
Men at taka ein setning úr
eini blaðgrein og seta hann
inn í eina løgtingsviðgerð av
einum heilt øðrum máli, er
djúpt óseriøst.
Kjak