mánadagur 5. mars 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. mars 2012 · Nr. 28
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Atlantic Airways deildin
Pætur Albinus
Greipuvinnararnir seinastu tvey
árini, menninir hjá Neistanum,
endurvinna ikki gullið í ár. Hóast
tað teoretiskt framvegis er møgu
ligt, so tykist tað vera púra greitt,
nú teir eru átta stig frá einum
finalugevandi 2. plássi. Sunnudagin
taptu teir stórt 13-23 ímóti odda
liðnum KÍF, og umframt at teir við
teimum bara 13 málunum seta teir
nýtt met við at hava skotið fæst mál
í einum dysti í ár, er stórtíðin hjá
alt-vinnandi felagnum úr høvuðs
staðnum komin at enda.
Teknisk mistøk
Dysturin í høllini í Kollafirði var
annars merktur av nógvum tekn
iskum mistøkum og var sum heild
ikki góður, og eftir at dystarbyrj
anin hevði verið jøvn og liðini
fylgdust til støðuna 3-3, streyk KÍF
avstað og helt seg frammanfyri.
Hálvleiksstøðan var 10-7 til KÍF.
Málverjin tók alt
Í seinna hálvleiki økti heimaliðið
bara um leiðsluna, og serliga var
tað málverjin, Magnus Matras, sum
hevði ein góðan dag. Onkur rokni
kønur áskoðari roknaði seg leysliga
fram til, at hann bjargaði umleið
70% av skotunum. Tað gjørdi ikki
fyritreytirnar betri hjá einum upp
gevandi Neista-liði, sum at enda
mátti lúta heili 13-23.
Met
Við teimum 13 málunum í dag eig
ur Neistin nú ivasama metið í
kappingini í ár, sum sigur, at teir
hava skotið fæst mál í einum dysti.
Teir stjala metið frá botnliðnum og
grannanum, Kyndli, sum skeyt 15
mál í kappingarársins fyrsta dysti.
Við sigrinum staðfestir KÍF odda
sessin og eru framvegis greitt á odda
við 32 stigum, meðan Neistin nú má
veitra farvæl til FM-finaluna. Teir
eru nú átta stig frá VÍF á 2. plássi, tó
so, at teir hava leikt ein dyst færri.
Pætur Albinus
Heimaliðið úr Klaksvík byrjaði
annars dystin best og miðskeiðis
í fyrra hálvleiki vóru teir á odda
8-4. Eitt time-out hjá hoyvíkingum
og valið at mansverja Filip Jojic og
Zarko Pejovic fekk tó av álvara glið
á, og við fleiri málum frá bakkunum
báðum, innskifta Bogdan Florea og
Hans Kára Hansen, slapp H71 til
hálvleiks á odda 17-16.
Leiðslan helt
Um miðjan seinna hálvleik hevði
H71 lagt seg á odda við átta málum,
og var dysturin tá at kalla avgjørdur.
Team Klaksvík royndi seg við at
verja
H71-stórskjúttan
Bogdan
Florea,
sum
hóast
innskiftur
miðskeiðis í fyrra hálvleiki, megnaði
at skjóta níggju mál. Tað hjálpti
nakað, men munurin var longu ov
stórur og við eitt nú góðum spæli
frá innskifta málverjanum, Hanusi
Kristiansen,
vann
H71
dystin
35-30.
Sigurin hevur nógv at siga fyri
H71, sum nú framvegis hongur í
VÍF og kann leggja seg undir liðina
á teimum, um teir vinna báðar
dystirnar, sum teir hava tilgóðar.
Team Klaksvík verður verandi á
einum deildum triðaftasta plássi
við StÍF. Tey hava 12 stig hvør.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Kyndil var uttan teirra avgjørt
størsta profil í ár, Miroslav
Vladkov, sum hevur brotið
tummilin. Tað var tí eitt serliga
ungt lið hjá Kyndli, sum skuldi
royna at geva VÍF okkurt at
arbeiða við, og hóast tað leingi
sá út til at fullkomiliga mis
eydnast, so fekk Kyndil strítt
seg inn aftur í dystin og eina
løtu leyp hvøkk á VÍF.
VÍF streyk avstað
Gaman í fekk Kyndil fyrsta
málið og legði seg á odda 1-0,
men tað var eisini tað mesta
teir høvdu at fegnast um í
hesum hálvleikinum, tí longu
fimm minuttir seinni var 5-1 til
VÍF. Hvørki av liðunum vóru
serliga
næsk
frammanfyri
málinum henda dystin, men
VÍF spældi við størri hugmóð
og hevði lættari við at finna
vegin til málið. Møguleikarnar,
ið Kyndil fekk, brendu teir í alt
ov stóran mun, fingu teir eisini
bara fimm mál tann fyrsta
hálva tíman.
VÍF fór nevniliga til hálv
leiks við 14-5-leiðslu.
Mundu søplað tað burt
Í
seinna
hálvleiki
royndu
vestmenningar seg við einari
álopskendari verju, men hetta
skakaði
ikki
Kyndil,
sum
hevði lættari við at spæla seg
ígjøgnum, og eins og í undan
farna dysti teirra ímóti Team
Klaksvík, vóru teir um at
fremja eitt comeback. Tá ið 10
minuttir restaðu í, høvdu teir
minkað niður í 17-21, og tá ið
bara fýra minuttir vóru eftir at
spæla, var munurin bara tvey
mál. Nevniliga 24-22 til VÍF.
Tá
tóku
vestmenningar
sær um reiggj og avgjørdu
dystin við 28-23-sigri. Sigurin
hevði nógv at siga hjá VÍF,
sum heldur fast í 2. plássinum,
meðan Kyndil framvegis er
í einari uppbyggjandi støðu,
stríðist og liggur einsamalt á
aftasta plássi.
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
18
496
405
91
32
2 VÍF
19
507
480
27
24
3 H71
17
453
447
6
20
4 Neistin
18
457
467
-10
16
5 StÍF
17
409
444
-35
12
6 Team Klaksvík
17
457
492
-35
12
7 Kyndil
18
418
462
-44
8
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen
VÍF heldur fast
Hondbóltur Vestmenningar komu
strúkandi frá byrjan ímóti Kyndli,
men seint í dystinum mundi Kyndil
koppað í heila. VÍF helt tó fast og
vann 28-23, og halda teir tískil
somuleiðis fast í 2. plásssinum
Greipuvinnararnir
úti av FM-stríðnum
Hondbóltur Ein tíð við monnunum hjá Neistanum sitandi á
øllum er komin at enda. Teir vórðu avhølvaðir 23-13 í Kollafirði
sunnudagin og er FM-finalan nú endaliga fjarað burt
H71 hongur í
Hondbóltur Við 35-30-sigri á Team Klaksvík hongur H71
framvegis í og kann leggja seg ájavnt við VÍF á 2. plássi