mánadagur 5. mars 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 5. mars 2012 · Nr. 28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
sunset deildin
Pætur Albinus
Tað
var
stúgvandi
fult
í
ítróttarhøllini í Vági sunnu
dagin, tá ið liðini bæði, sum
deildu 2. plássið, brustu saman.
Sum altíð varð VB-liðið stuðlað
við omanfyri 100 áskoðarum,
men Stjørnan hevði eisini
gjørt nógv burturúr við eitt nú
bussferð til dystin, og mundi
talið á áskoðarunum úr Klaks
vík liggja um tey 40.
VB royndi at arga
Hóast VB royndi at leypa
varg í spælið hjá Stjørnuni
við at mansverja stórskjúttan,
Simonu Petersen, so funnu
tær úr Klaksvík aðrar loysnir
og løgdu skjótt VB aftur um
seg. Serliga var tað verjan hjá
Stjørnuni, sum góðum takk
lingum helt VB í stuttum tjóðri,
og góvu sær sjálvum møgu
leikan at leggja seg greitt á
odda.
Hálvleiksstøðan var 12-9 til
Stjørnuna.
Stjørnan helt fast
Hóast VB eisini royndi seg við
at mansverja stóru og sterku
Corinu Demeterca, so munaði
tað lítið. Stjørnan skeyt fyrstu
fýra málini í seinna hálvleiki,
og á odda 16-9 tá ið 20 minuttir
resaðu í, høvdu tær at kalla
avgjørt
dystin.
Tær
vóru
sum heild nógv avgjørdari
frammanfyri málinum enn
VB.
VB megnaði ongantíð at fáa
veruligt samband við Stjørn
una, og at enda gjørdist tað ov
strævið hjá teimum at renna
aftaná. Stjørnan vann dystin
uppiborið 22-17 og liggja tær
nú tvey stig frammanfyri VB
í stríðnum um at røkka FM-
finaluni umvegis 2. plássið.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Seinast alt-vinnandi Neistin og
einki-vinnandi Tjaldur hittust, vann
Neistin einki minni enn 43-7. Søgan
var tó ein heilt onnur hesaferð,
nú liðini møttust í ítróttarhøllini
við Løkin í Runavík. Gaman í var
Neistin á odda 16-9 í hálvleikinum,
men í seinna hálvleiki stóð verjan
hjá Tjaldur sum ein grótgarður og
loyvdi Neistanum bara átta mál,
somuleiðis sum tær fóru at vera sera
úrslitagóðar í málroyndum sínum.
Alt hetta førdi við sær, at Tjaldur
koppaði dystinum og við teprum
25-24-sigri hevur vunnið fyrsta
sigurin í ár. At tað skuldi vera ímóti
oddaliðnum Neistanum var sera
óvæntað, og var hetta bara annar
dysturin tær úr høvuðsstaðnum
tapa í ár.
Eingin ivi hjá Kyndli
Kvinnurnar hjá Kyndli spæla betur
og betur og um vikuskiftið mátti
eitt haltandi VÍF-lið gjalda fyri tað.
Við dystarbyrjan í høllini á Hálsi
leygardagin var tað serliga verjan
hjá Kyndli, sum riggaði væl og breyt
spælið niður hjá VÍF, og høvdu tær
verið avgjørdari í málroyndum
sínum, hevði Kyndil óivað verið
á odda við nógvum málum í
hálvleikinum. Tær vóru nevniliga
á odda 14-11 í hálvleikinum.
Í seinna hálvleiki kom verulig
gongd í málskjótingina hjá Kyndli
og skutu tær ikki færri enn 21 mál
í 35-26-stórsigrinum. Turið Arge
Samuelsen og Ásleyg Súnadóttir
skutu heili átta mál hvør.
Kyndil hevur nú otað seg væl úr
botninum, men eftirsum oddaliðini
eru strokin avstað, er Kyndil nú í
einari støðu, sum minnir um onga
mannaland.
Hjá VÍF peikar pílurin beint
niðureftir og hava tær bara vunn
ið sær eitt stig í seinastu seks dyst
unum.
albinus@sosialurin.fo
Stjørnan
ávegis í
finaluna
Hondbóltur Stjørnan eigur
nú einsamalt FM-finalugevandi
2. plássið í kappingini. Hetta
gjørdist greitt, eftir at tær vunnu
22-17 á VB í Vági sunnudagin
Sunset Deildin kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
19
608
438
170
3
2 Stjørnan
19
498
434
64
28
3 VB
19
482
437
45
26
4 Kyndil
19
501
480
21
17
5 VÍF
19
465
508
-43
13
6 StÍF
18
416
465
-49
10
7 Tjaldur
19
412
620
-208
4
Tjaldur vann
á oddaliðnum
Hondbóltur Genturnar úr Runavík fingu sín fyrsta sigur
í ár, tá ið tær óvæntað vunnu 25-24 á oddaliðnum, meðan
Kyndil við 35-26-stórsigri á VÍF bara dregur úr botninum
Mynd: Álvur Haraldsen
Savnsmynd: Álvur Haraldsen