Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. mars 2012 · Nr. 28 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Jóannes Hansen Í gjár kom fótbóltslandsliðið til hús aftur eftir í eina viku at hava verið á venjingarlegu í La Manga í Spania. Millum teir, sum eru upp­ lagdir at verða tiknir út til landsliðið, eru Christian Lamhauge Holst og Pól Jóhannus Justinussen. Teir eru báðir á lønar­listanum í super­liguni, og tí eigur at verða roknað við, at teir eru betri fyri, enn hinir lands­liðsspælararnir eru tað í løtuni. Christian og Pól Jóhannus vóru ikki við á venjingarleguni í Spania, tí tað varð roknað at vera skilabetri, at teir vóru heima í feløgunum og lut­tóku í fyrireikingunum til lands­kapp­ ingina. Í vikuskiftinum fór bólt­ur­ in aftur á rull í donsku super­ liguni. Síðsti dysturin í hesum umfarinum verður spældur í kvøld, tá ið Silkeborg fer at vitja í Odense. Longu undan uppgerðini millum OB og Silkeborg er tað greitt, at hvørgin av føroysku landsliðsspælarunum fer at taka lut í fyrsta umfarinum eftir vetrarsteðgin. Í gjár hevði AaB, sum er felagið hjá Pól Jóhannusi Justinussen, vitjan av meistara­ lið­num FCK, sum hevur hildið vetrarfrí á fremsta plássinum. Úrslitið var 1-1. AaB venjarin, Kent Nielsen, boðaði eftir venjingina leygar­ dagin frá, hvørjir spælarar skuldu møta til dystin sunnu­dagin, og navnið á Pól Jóhannusi Justinussen var ikki mill­um tey átjan. Tá ið sáttmáli varð undir­ skrivaður millum AaB og Pól Jóhannus varð sagt, at før­ oyski spælarin skuldi styrkja um breiddina og serliga var ætlaður sum gardering í mið­ verjuni. At Pól Jóhannus mest sum beinanvegin var við í fleiri venjingardystum bar vón um, at hann kanska skjótt fór at fáa møguleikan í lands­ kappingini. Men eftir at hann var smáskaddur, tá ið teir vóru á venjingar­legu í Portugal, hevur alt bent á, at leiðin til besta liðið framvegis var long, og soleiðis vísti tað seg at vera í hesum vikuskiftinum. Christian er skaddur Í fjør var Christian Lamhauge Holst sera eyðsýndur á liðnum hjá Silkeborg. Hann verður fram­vegis ætlaður til sentralan leiklut á miðvøllinum, og í fyrstu venjingardystunum eftir ársskiftið var hann mál­ søkin og stóð seg væl, men so­leiðis verður tað ikki í fyrsta umfarinum eftir vetrar­ steðgin. Meðan landsliðið var í Spania, var Silkeborg á venjingar­legu í Turkalandi. Teir vandu tvær ferðir um dagin, og teir spældu tveir venjingar­ dystir. Christian Lamhauge Holst er plágaður av skaða í lærkrikanum. Skaðin var orsøk til, at hann ikki var førur fyri at venja saman við hinum, meðan teir vóru í Turkalandi, og skaðin er orsøk til, at Lamhauge mað­ urin ikki er í átjan manna Silke­borg hópinum í Odense í kvøld. Tað er ikki greitt, nær Christian Lamhauge Holst aftur verður førur fyri at venja sam­an við liðfeløgunum. Fyrsta bríkslið í Odense í kvøld verður klokkan 18. Jóannes Hansen Í hesum døgum er Finnur Justinussen heima í Gøtu og vitjar. Næst­síðsta týsdag varð hann skurð­ viðgjørdur, og síðani fór hann heim til familjuna at spenna frá í nakrar dagar. Hann fer yvir aftur til Svøríki seinni í hesi vikuni. Tað er nú greitt, at Finnur verður ikki førur fyri at spæla fótbólt 8. apríl, tá ið fyrsta umfarið verður í næstbestu svensku deildini, og tað er rættuliga sannlíkt, at hann ikki verður førur fyri at spæla fyrr enn apríl mánaður verður av og gott og væl tað. – At eg eri skurðviðgjørdur kemst av, at tað varð roknað við, at tað fer at ganga skjótari at sleppa av við skaðan, enn tað hevði havt gjørt, um eg ikki varð skurð­ viðgjørdur. Viðgerðin gekk væl. Beinið í fótinum, sum er brotið, varð skrúvað saman. Fríggjadagin í hesi vikuni sleppi eg av við gipsi, og so verður beinið í fýra vikur lagt í stivla. Tá fer tað beinanvegin at bera til at venja á súkklu og í svimjingar­ hylinum. Tað fer at bera við sær, at møguleiki verður at sleppa undan, at grundvenjingin heilt verður burtur, tá ið eg sleppi av við stivlan, greiðir Finnur Justinussen frá. Nær sleppur tú at sparka bóltin aftur? – Umleið um fýra vikur frá tí, at hendan vikan er av kann eg so spakuliga fara at renna aftur, og so ganga tað helst einar tvær vikur aftrat, áðrenn eg verði førur fyri at venja saman við hinum, sigur Finnur Justinussen. Hann fór stutt eftir nýggjár yvir til Jønkøping Sødra IF, sum hann undan ársskiftinum skrivaði undir sáttmála við. Tað gekk stak væl í fyrstu venjingunum og venjingar­ dystunum, men týdagin 14. februar var tað so óheppið undir venjing, at eitt bein í øðrum fótinum brotnaði, og tað er hetta beinið, sum nú er skrúvað saman. joannes@sosialurin.fo Christian er skaddur Fótbóltur Hvørgin av føroysku landsliðsspælarunum í superliguni verður við í fyrsta umfarinum eftir vetrarsteðgin Savnsmynd Savnsmynd Finnur lagdur undir skurð Fótbóltur Tað verður ikki fyrr enn eina ferð í mai mánað, at gøtumaðurin í svenskum fótbólti verður førur fyri at spæla aftur