mánadagur 5. mars 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 5. mars 2012 · Nr. 28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge – Anfield
Átta minuttir eru lagdir afturat
vanligu leiktíðini og støðan er 1-1,
men hóast Liverpool hevur verið
omaná leikliga, so tykist tað ikki
sum at viðhaldsfólkini trúgva upp
á sigurin. Liverpool hevur í hesum
kappingarárinum bara vunnið fýra
av teimum tólv Premier League
dystinum á Anfield Hinir átta eru
allir endaðir við javnleiki. Umframt
tað, so hevur Liverpool brent
eitt brotsspark í dystinum, rakt
stongina tvær ferðir og brent fleiri
møguleikar. Tað flestu sóu nokk
enn eina javnleik fyri sær, men
so fekk Arsenal miðvallarin, Alex
Song, fekk bóltin á miðvøllinum.
Afrikanski miðvallarin hevur
gott pláss og hyggur upp. Síðani
lyftir hann bóltin inn í brotsteigin
har Robin Van Persie hevur runnið
seg leysan. Í eitt sekund ella tvey er
tøgn á Anfield. Bæði Liverpool og
Arsenal viðhaldsfólk halda ondini,
meðan hollendski framherjin setur
vinstra beini á bóltin, sum strýkur
framvið málverjanum og í netið.
Robin Van Persie hevur beint
frammanfyri sínum egnu viðhalds
fólkum enn eina ferð bjargað
Arsenal. Hetta er aðru ferð í dyst
inum, at liðskiparin nemur við
bóltin, meðan hann er í Liverpool
brotsteiginum og báðu ferðirnar er
hann endaður í málinum. Tað sigur
ikki so lítið um hollendaran, ið er
flúgvandi hetta kappingarárið.
RVP tøkur
Veðrið er skiftandi í Liverpool
hendan leygarmorgunin. Dystar
byrjan er klokkan 12:45 og fólk eru
tíðliga á fótum. Eina løtu regnar tað
eitt sindur, men við eitt kemur sólin
undan og soleiðis heldur veðrið
fram at skifta.
Úr miðbýinum koyra bussar til
Anfield og tað er lang kø fyri at
sleppa við. Ein tíma fyri dystar
byrjan koma tveir teir seinastu
bussarnir og heinta fólk. Í buss
inum verður bíða í spenningi eftir
liðuppstillingunum. Bæði liðini
hava ivasamar leikarar, men tá
boðini koma er einki lag á Liverpool
viðhaldsfólkunum í bussinum.
– Tað passar ikki, sigur ein
maður í Liverpool troyggju tá hann
umvegis fartelefonina fær at vita
at Steven Gerrard, Daniel Agger
og Glen Johnson allir eru úti við
skaða.
– Eg visti tað, letur í síðumann
inum hjá honum, tá boðini koma at
Robin Van Persie er við frá byrjan.
– Hetta verður enn ein javnelikur,
sigur maðurin í Liverpool troyggj
uni og ristur upp á høvdið.
Sigurin í Carling Cup finaluni
fyri viku síðani skuldi verða íblástur
til restina av kappingarárinum.
Arsenal fekk eisini íblástur seinasta
vikuskiftið, tá liðið vendi einum
hóttandi 2-0 tapi til ein 5-2 sigur á
Tottenham.
Brotsspørk og Liverpool
Liverpool byrjar dystin sum teir
hava byrja teir flestu dystirnar á
Anfield í ár. Teir hava bóltin nógv og
trýsta Arsenal langt aftur á vøllin.
Við Luis Suarez og Dirk Kuyt fremst
verður Arsenal verjan órógvað so
nógv, at teir fyri tað mesta mugu
sparka langar bóltar niðan á vøllin
Nakað sum ikki passar væl til
háttin, ið Arsenal vanliga spælir.
Miskeiðis í fyrra hálvleiki fer
Luis Suarez umkoll og dómarin
bríkslar fyri brotssparki. Liverpool
hevur havt stórar trupulleikar við
brotsspørkum hetta kappingarárið.
Tað gjørdist ikki betri, tá Dirk
Kuyt brendi fjórða av fimm brots
spørkum hjá Liverpool hetta kapp
ingarárið í Premeir League.
– Hvussu forbannað ringt kann
tað verða at skjóta eitt brotsspark
í mál, ýlir ein Liverpool viðhalds
maður.
Eina løtu seinni er Arsenal mið
verjin, Lauret Koscielny, óansin og
beinir eitt Liverpool innlegg í egi
mál. Tað er fimta sjálvmálið Arsenal
hevur gjørt hetta kappingarárið.
Tað er meiri enn nakað annað
felag.
»Spill av pengum«
Eitt korter fyri hálvleik sendur
Liverpool venjarin, Kenny Dalglish,
dýra framherjan, Andy Carroll, at
hita upp. Hann skal hita upp beint
frammanfyri Arsenal viðhalds
fólkunum og tey eru skjót at bjóða
honum vælkomin.
– Spill av pengum, spill av
pengum, ýla tey í felag, meðan
Andy Carroll í skemti klappar móti
Arsenal viðhaldsfólkunum.
Í somu løtu verður bólturin
sendur inn í Liverpool brotsteigin
og við fyrstu bóltrøringini í Liver
pool brotsteiginum stútar Robin
Van Persie bóltin í málið.
Umframt brenda brotssparkið,
so rakar Liverpool eisini stengurnar
tvær ferðir í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki er søgan áleið
tann sama. Liverpool hevur áfram
at trýsta, men mótálopini hjá
Arsenal eru heldur vandamiklari.
So hvørt sum tíðin gongur,
gongur tað upp fyri Liverpool við
haldsfólkini, at hetta endar nokk
við enn einum javnleiki. Líka til
Alex Song fær fatur á bóltinum í 91.
minutti.
Van Persie má
taka eina avgerð
Sáttmálin hjá 28-ára gamla fram
herjanum gongur út á summri 2013.
Hann hevur fyribils útsett at skriva
undir og skal Arsenal hava pengar
fyri hann, so má hann seljast í
summar.
Robin Van Persie hevur skotið
31 mál í øllum kappingum hetta
kappingarárið og er høvðusorsøkin
til at Arsenal hevur verið kapp
ingarført í ár.
Spurningurin er nú hvat sker
eftir hetta kappingarárið. Velur
Robin Van Persie at skifta til eitt nú
Manchester City, sum gjalda høgar
lønir, ella velur hann at leinga við
Arsenal. Høvðusstaðarfelagið hevur
ein lønarpolitikk, sum fer at gera
tað torført at geva framherjanum
ein stóran sáttmála. Avrikini í ár
hava hinvegin prógvað, at hann
verdur ein kempi sáttmála.
Arsenal hevur annars fyrr valt
at selja leikarar, tá teir nærkast
30’inum.
Farvæl AVB
Í gjár komu eisini boðini um at
Chelsea hevur koyrt Andre Villas-
Boas frá. Boðini hava nokk ikki
tikið nakran av bóli, tí hann hevur
verið ein kroystur harri í skjótt
fleiri mánaðir. Tapið leygardagin
fyri West Bromwich Albion gjørdist
seinasti dropin, ið fekk bikarið at
flóta yvir.
Chelsea
eigarin,
Roman
Abramovich, hevur fyri vana at
smida venjarar heim. Andre Villa-
Boas kann nú bólkast saman við
José Mourinho, Luis Felipe Scolari,
Avram Grant og Carlos Ancelotti,
sum frákoyrdir Chelsea venjarar í
Roman Abramovich tíðini.
34-ára gamli Andre Villas-Boas
varð keyptur leysur av sínum sátt
mála við Porto í summar fyri yvir
100 milliónir krónur. Tað hevur
heldur ikki verið bíligt at smida
hann heim.
Fyrrverandi Chelsea miðvallarin
og hjáparvenjarin, Roberto Di
Matteo, tekur yvir fyribils. Rafael
Benitez, José Mourinho og Fabio
Capello eru millum nøvnini, ið
verða sett í samband við starvið.
Manchester liðini vunnu
Manchester City greiddi sína skyldu
við einum 2-0 sigri á Bolton. Sigurin
kundi verið størri. Manchester
United tók av møguleikinum á
White Hard Lane. Tottenham var
leikliga omaná, men Manchester
united
skoraði
málini.
Wayne
Rooney skoraði eitt og Ashley
Young tvey í 3-1 sigrinum.
Newcastle javnaði í yvirtíðini í
grannauppgerðini móti Sunderland,
sum fekk ein leikara útvístan í
seinna hálvleiki. Nicklas Bendtner
legði Sunderland á odda við brots
sparki. Innskifti Shola Ameobi
bjargaði heimaliðnum annað stigið
í yvirtíðini tá hann við handari
stong fekk prikað bóltin í kassan.
trondur@sosialurin.fo
Enska Barclays Premier League
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
mál
stig
1 Manchester City
27
21
3
3
69-19
66
2
Manchester United
27
20
4
3
66-27
64
3
Tottenham
27
16
5
6
52-33
53
4
Arsenal
27
15
4
8
55-38
49
5
Chelsea
27
13
7
7
47-32
46
6
Newcastle
27
12
8
7
39-39
44
7
Liverpool
26
10
9
7
30-25
39
8
Fulham
27
9
9
9
37-36
36
9
Stoke
27
10
6
11
27-38
36
10 West Bromwich
27
10
5
12
34-35
35
11 Norwich
27
9
8
10
38-44
35
12 Sunderland
27
9
7
11
35-31
34
13 Everton
26
9
7
10
27-28
34
14 Swansea
27
8
9
10
30-34
33
15 Aston Villa
27
6
12
9
30-35
30
16 Queens Park Rangers
27
5
7
15
28-46
22
17 Blackburn
27
5
7
15
38-60
22
18 Wolverhampton
27
5
7
15
30-56
22
19 Bolton
27
6
2
19
29-56
20
20 Wigan
27
4
8
15
23-52
20
Premier league
RVP er avgerandi
Robin Van Persie hevur skoraði avgerandi í málið í tíggju
dystinum í Premier League í ár. Tað eru fýra fleiri enn Frank
Lampard, ið hevur avgjørt næst flestar dystir. (Opta)
Gekk illa hjá AVB
Chelsea hevur bara vunnið sær 46 stig í 27 dystinum
higartil. Tað er tað lægsta stiga talið hjá Chelsea
eftir 27 dystir síðani 2001/02. (Opta)
Fótbóltur Robin Van Persie nam við bóltin tvær feðir í brotsteignum hjá Liverpool og báðu ferð fór bólturin
í málið. Hann er bjargingarmaðurin hjá Arsenal, men hevur minni enn hálvt annað ár eftir á sáttmálanum
Ránsmaðurin á Anfield