Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. mars 2012 · Nr. 28 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Dysturin í Gundadalshøllini í gjár var tann avgerandi toppdysturin, tí fór Fleyr avstað við sigrinum, var leyst og liðugt í kappingini um at spæla FM-finalu ímóti Mjølni, og vann SÍ, var alt púra opið aftur. Sum tað hoyrir til, spældu liðini ein spennandi og tættan dyst, ið kravdi fimm sett. Fleyr vann fyrst og so SÍ, so aftur Fleyr og so enn eina ferð SÍ, áðrenn Fleyr vann 15-9 í fimta settinum og vann dystin 3-2. Í fimta settinum var javnt eina løtu, men so fór Fleyr avstað. Hesin dysturin var allarseinasti kjansur hjá SÍ, sum hevur tveir dystir eftir at spæla, men sum bara kundi brúka tann fyrimunin, um dysturin í gjár varð vunnin, tí nú er støðan í staðin tann, at Fleyr er seks stig framman fyri SÍ og kann ikki fáast aftur. – Vit eru ordiliga glaðar, tí hetta er tað, sum vit hava arbeitt fram ímóti allan vetur, at koma í finaluna. At vit so kundu vinna okkum í finaluna við at vinna ein fimmsettara ímóti SÍ, gevur okkum gott sjálvsálit, sigur Rakul Dalsgaard-Jakobsen í Fleyr. – Men so skal eisini sigast, at SÍ stríddist veruliga fyri lívinum, og tað var viðhvørt bara ótrúligt, hvat tær fingu uppaftur av gólvinum. Hatta var líkasum ikki tann mót­ støðan, vit hava verið vanar við at fáa í vetur. Fleyr hevur sostatt spælt seg í FM-finaluna, sum aftur í ár verður ímóti Mjølni. Hesi bæði liðini spældu eisini finaluna í fjør, men eftir ein rímiliga javnan fyrra dyst, bleiv talan um eyðmýking í seinna dyst­inum, har Mjølnir spældi Fleyr sundur og saman og vann bæði greitt og stórt. – Eg vænti ikki, at tað verður soleiðis hesa ferð, tí nú er eingin ivi um, at Mjølnir er stórfavorittur, so klaksvíkskvinnurnar hava alt trýstið á sær, sigur Rakul Dalsgaard- Jakobsen. – Tað ger so bara, at vit kunnu spæla meira frítt, uttan at merkja tað trýstið á okkum, sum vit kanska merktu í fjør. Aðalroyndin til FM-finaluna verður sunnudagin, tá júst finalist­ arnir hittast. Dysturin verður í Klaksvík, og tá fæst kanska at síggja, hvat av liðunum kann hava ein fyrimun – um ikki bæði spæla tak­tiskt og einki vilja avdúka av tí, ið skal geva sigurin í finalunum… hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Hóast mansflogbólturin ikki er líka væl mannaður sum kvinnu­ flogbólturin, umframt at eitt lið enntá er farið burturav aftur, so stendur spenningurin í Eik-liguni hjá monnum fult út mát við tann hjá kvinnunum. Fyri ikki so nógvum døgum síðani var ÍF greiður favorittur at koma í FM-finalurnar ímóti SÍ, sum longu hevur vunnið sær sæti har, men alt hetta koppaði Mjølnir á høvdið við fyrst fríggjakvøldið at vinna á SÍ og síðani í gjár at vinna á ÍF. Nú er tað brádliga Mjølnir, ið stendur til at skula spæla FM-finalu, og ÍF hevur bara ein einasta møguleika eftir til at vinna finalusessin aftur, og tað er við at vinna á júst SÍ sunnudagin. Sjálvt um SÍ sostatt næstan kann sigast at kunna velja sær mót­ støðulið til FM-finalurnar, man lítið vera at ivast í, at tað kundi blivið enn ein fimmsettari. Á pappírinum skuldi SÍ verið favorittur, men tað er ikki til at siga, tá ÍF má spæla fyri lívinum. Tvær ferðir fimm Klaksvíkingar mugu annars sigast at hava verið á toppinum um vikuskiftið, tí tað krevur ikki einki, at tú megnar at vinna tveir fimmsettarar eftir minni enn tveimum døgum, sum júst var tað, Mjølnir gjørdi. Hartil vóru báðir dystirnir á útivølli, tí fyrst spældi Mjølnir í Sørvági fríggjakvøldið og síðani á Kambsdali í gjár. Men tað gjørdi ikki mun, tí hesir báðir dystirnir kastaðu altso fýra dýrabær stig av sær. Í Sørvági fríggjakvøldið kom SÍ á odda 2-0 í settum, men so raknaði Mjølnir við og vann tey bæði næstu, umframt fimta og avgerandi settið, so fyrsta stigið á leiðini var tikið. Hinvegin stóð meira á í gjár á Kambsdali, har liðini skiftust um at vinna settini, sum hartil eisini vóru nógv javnari. Men Mjølnir hevði neyðuga yvirskotið og megnaði at vinna. Nú stendur og fellur so alt við dystinum á Kambsdali sunnudagin, tá ÍF tekur ímóti SÍ og má vinna, fyri at koma í finaluna. SÍ er undir øllum umstøðum í finaluni og tolir at tapa, men tað ger ÍF ikki, tí so fær Mjølnir finaluplássið. hilmarjan@sosialurin.fo Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 Mjølnir 20 20 0 60 6 54 26 2 Fleyr 20 17 3 55 12 43 23 3 SÍ 19 14 5 47 15 32 17 4 Ternan 20 11 9 33 29 4 14 5 Dráttur 20 8 12 26 42 -16 11 6 ÍF 20 6 14 22 46 -24 8 7 TB 19 3 16 14 52 -38 3 8 KÍF 20 0 20 5 60 -55 0 04/03 KÍF - Ternan 0-3 (19-25, 20-25, 14-25) 04/03 ÍF - Mjølnir 0-3 (9-25, 18-25, 12-25) 04/03 Fleyr - SÍ 3-2 (25-21, 26-28, 25-18, 21-25, 15-9) 04/03 Dráttur - TB 3-1 (25-12, 21-25, 25-12, 25-23) Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 SÍ 11 8 3 30 14 16 12 2 Mjølnir 12 7 5 24 25 -1 11 3 ÍF 11 7 4 26 19 7 10 4 Fleyr 12 1 11 12 34 -22 1 02/03 SÍ - Mjølnir 2-3 (25-19, 25-18, 19-25, 21-25, 8-15) 04/03 ÍF - Mjølnir 2-3 (19-25, 28-26, 22-25, 25-23, 11-15) Mjølnir tveir fimmsettarar Mansflogbóltur Við at vinna tveir fimmsettarar í minni enn tvey samdøgur, megnaði Mjølnir at spæla seg upp á annaðplássið, so nú liggur alt trýstið á ÍF Fleyr í finaluni Kvinnuflogbóltur Við at vinna á SÍ, tryggjaði SÍ sær sjálvum finaluplássið ímóti Mjølni, tí SÍ kann nú ikki fáa Fleyr aftur á stigatalvuni FINALUKLÁRAR Kvinnurnar hjá Fleyr eru finaluklárar og skulu spæla um føroyameistaraheitið ímóti Mjølni. Tað gjørdist greitt í gjár, tá Fleyr vann avgerandi fimmsettara ímóti SÍ Myndir: Álvur Haraldsen