mánadagur 5. mars 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 5. mars 2012 · Nr. 28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Svimjingin
takkar fyri seg
Svimjing – Tvær aðrar kappingar eru eisini í juli mánaði, og hartil kemur so, at tað er ov dýrt hjá okkum at
senda nógvar svimjarar til Oyggjaleikirnar á Bermuda, sigur formaðurin í Svimjisambandinum, Jon Hestoy
Hilmar Jan Hansen
Tá Føroyar í Álandi í 2009 vunnu
leikirnar
við
34
gullmerkjum,
23 silvurmerkjum og 24 bronsu
merkjum, gekk svimjingin undan
við 43 heiðursmerkjum, harav 21
vóru gullmerki, og hóast úrslitið
samanlagt á Isle of Wight í fjør ikki
var tað allarbesta, áttu svimjararnir
15 av teimum 20 gullmerkjunum,
Føroyar vunnu.
Soleiðis hevur tað verið so ofta,
at tað hava verið svimjararnir, ið
hava verið stoltleikin og álitið,
og sjálvt tá tað gongur illa, plaga
svimjararnir at skara framúr. Men
soleiðis verður ikki meira, tí tá
Oyggjaleikir verða á Bermuda á
sumri í 2013, verður tað uttan før
oyskar svimjarar.
– Tað eru tvær høvuðsorsøkir
til, at vit hava tikið hesa avgerðina.
Fyrst og fremst er tað stóri kostn
aðurin, tí vit meta ikki, at stóra út
reiðslan stendur mát við ítróttarligu
avbjóðingina, og harnæst er tað so
leiðis, at tvær stórar kappingar, EJM
og HM, altíð eru í juli, so tí passa
Oyggjaleikirnir ikki inn í skránna
hjá okkum, sigur Jon Hestoy, for
maður í Svimjisambandinum.
Hann hevur ikki nakað neyvt
krónutal fyri, hvat tað kostar at
senda ítróttarfólk til Bermuda,
men hevur tó sæð nakrar prísút
meldingar, sum vísa, at tað verður
ov dýrt.
– Í mun til onkrar av bretsku
oyggjunum, sær tað heilt hampuligt
út, men skal ferðast við flogfari og
búgvast á hotelli, eru vit skeivu
megin 15.000 krónur, so við øðrum
útreiðslum fer tað skjótt upp um
20.000 krónur, sigur formaðurin í
Svimjisambandinum.
– Senda vit helvtina av liðnum
avstað til Bermuda, fer tað at kosta
okkum í minsta lagi tað sama, sum
tað gjørdi á Isle of Wight í fjør, og
tað er ov dýrt.
Jon Hestoy ásannar, at eingin
ivi er um, at Oyggjaleikir eru nakað
serligt, eisini fyri svimjarar, tí tað
er einasta kapping, har vit fara
avstað sum ein tjóð og eru við í
fleiri ítróttargreinum. Harumframt
eru leikirnir eisini nakað stórt fyri
nógvar av svimjarunum, og tá
Svimjisambandið nú meldar frá,
gongur tað serliga út yvir teir svimj
arar, sum mangla tað síðsta fyri at
koma upp á toppin.
Landið letur einki
– Fólk úti í feløgunum skilja av
gerðina, tí sum eitt lítið sersamband
kunnu vit bara fara á Oyggjaleikir,
um vit kunnu verja tað sum eitt
reint ítróttarligt endamál. Men
vit vita longu nú, at vit fara ikki
at hava teir bestu svimjararnir við
til Bermuda óansæð, tí teir eru tá
við í øðrum kappingum, sigur Jon
Hestoy.
– Onkur vil kanska siga, at ikki er
neyðugt at búgva á hotelli, men tað
kunnu vit ikki brúka til nakað. At
fara avstað við okkara bestu svimj
arum, fyri síðani at biðja teir levera
sítt besta í fýra dagar og annars
sova á madrassum í skúlastovum,
passar ikki ordiliga við tað, vit
kunnu rópa størstu avbjóðingina
hjá føroyskum ítrótti.
Formaðurin í Svimjisamband
inum hevur ikki tær stóru vónirnar
um, at tað almenna fer at stuðla
føroyska hópinum til Bermuda, tí
tað vísir seg ferð eftir ferð, at tann
veruligi stuðulin als ikki er har, tá
avtornar.
– Tey, sum eru ráðandi í hesum
landinum, eru í fremstu røð, tá
Merkið verður vundið í húnar
hátt og vit syngja tjóðsangin, men
trupulleikin er altso tann rokn
ingin, ið skal gjaldast. Vit hava
síðani 2007 vunnið 51 gull-, 29
silvur- og 23 bronsumerki, og hava
verið so góðtrúgvin, at hesi úrslit
fóru at gera, at nøgdin av stuðli frá
tí almenna fór at vaksa, men gloym
tað, sigur Jon Hestoy.
– Landið hevur ikki økt stuðulin
til Ítróttasamband Føroya nakað
sum helst í mong harrans ár, og
einki er hent á tí bógnum, síðani
ítróttarveddingin kom í gongd.
Skulu Føroyar vera við, so er altso
neyðugt hjá tí almenna at koma
upp úr lummanum við nøkrum
pengum, tí hetta kostar hvørja ein
astu ferð.
hilmarjan@sosialurin.fo
LIÐUG VIÐ LEIKUNUM
– Stóra útreiðslan stendur ikki mát við ítróttarligu avbjóðingina, og tá tvær stórar kappingar, EJM og HM, altíð
eru í juli, passa Oyggjaleikirnir ikki inn í skránna hjá okkum, sigur Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Líka síðani allarfyrstu leikir
nir vóru á Isle of Man á
sumri í 1985, hava føroyskir
svimjarar verið við, og við
árunum er svimjingin blivin
tann ítróttagreinin, ið hevur
vunnið Føroyum nógv flest
heiðursmerki – ikki minst
gull. Men alt bendir nú á, at
svimjingin sum oyggjaleika
ítróttargrein fer í søguna fyri
okkara viðkomandi og takkar
fyri seg, eftir at hava lagt sína
glæmu yvir góð føroysk úrslit
í tilsamans fjúrtan oyggja
leikum.
Við frá byrjan