mánadagur 5. mars 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. mars 2012 · Nr. 28
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Menn
Nr
Navn
umfar
umfar
umfar
Samlað úrslit
1
Guðmundur Joensen
14.53
15.20
15.38
45.51
2
Gunnar D. Olsen
15.28
15.57
16.07
47.32
3
Andrass Joensen
16.13
16.36
16.28
49.17
4
Morten Hansen
16.19
16.38
16.21
49.18
5
Kjartan Egholm
17.06
16.41
17.55
51.42
6
Jóannis A. Nielsen
16.56
17.19
17.31
51.46
7
Mikkel Hovman
17.55
16.59
17.22
53.18
8
Høgni R. Øster
18.57
19.35
19.22
57.54
9
Aksel Haraldsen
19.44
21.04
21.04
1.01.52
Unglingar
Nr
Navn
umfar
umfar
Samlað úrslit
1
Tóri Nielsen
20.15
22.07
42.22
Pætur Albinus
Tórshavnar Súkklufelag, TSF, skip
aði fyri einari tíðarsúkkling sunnu
dagin 5. mars kl. 13.15.
Súkklast skuldi ein teinur upp
á 30 km úr Havnini til Kaldbaks og
aftur. Tá byrjað var at gera klárt fór
at kava so illa, at í tveimum støðum,
á Sundi og í Kaldbak, var so nógvur
kavi, at ikki var ráðiligt at súkkla
har. Skal ein fáast við útiítrótt í
Føroyum, so er altíð at hava eina
plan B klára, og súkkluleiðin bleiv
broytt, soleiðis at súkklað bleiv
millum rundkoyringarnar Skansin
– Svimjihøllin – Hvítanes. Henda
leið bleiv súkklað 3 ferðir, uml. 28
km tilsamans. Tá byrjað verður
í tíðarsúkkling, er ein minuttur
millum hvønn súkklaran, og ikki
er loyvt at leggja seg í læ av einum
øðrum súkklara. Altso mann móti
manni.
Guðmundur bestur
Tveir unglingar og átta vaksnir
menn bjóðaðu seg fram at kappast.
Annar ungligurin, Jóannis Albert
Nielsen, bað um loyvi at súkkla
millum teir vaksnu, tí teir súkklaðu
longri. Hetta bleiv sjálvandi játtað
honum, og tí bleiv yngri bróðurin,
Tóri Nielsen, einsamallur unglingur.
Unglingar skuldu súkkla teinin tvær
ferðir. Væl gekst hjá báðum. Tóri
hevði bara seg sjálvan at kappast
við, meðan Jóannis Albert súkklaði
seg mitt í rúgvuna av teimum
vaksnu. Bara Oyggjaleikasúkklarar
vóru framman fyri hann.
Hjá monnunum var tað ikki
ávæntað Guðmundur Joensen, ið
beinan vegin legði seg í oddin við
Gunnari Dahl Olsen og Andrassi
Joensen á næstu plássinum. Hensan
støðan helt sær allan teinin.
albinus@sosialurin.fo
Súkklingin
av bakkastokki
Súkkling Guðmundur vann ársins fyrstu tíðarsúkkling
Pætur Albinus
Marnar rann 3000m-teinin í bólk
inum fyri 16 og 17 ára gamlar
dreingir og úrslitið má sigast
at vera framúr. Marnar Djur
huus
endaði
nevniliga
ovast
á
sigursskamlinum,
tí
hann
vann
kappingina
við
tíðini
9.00.47 minuttir. Nummar tvey
rann í tíðini 9.02.06 minuttir.
Eisini Rebekka Fuglø var við í
kappingini og hon rann somuleiðis
3000 metrar. Tað endaði við, at
hon varð nummar tvey við tíðini
10.36.42 minuttir, har nummar
eitt hevði tíðina 10.32.52 min
uttir og tað verður mett at
verða eitt serstakliga gott úrslit.
Í fjør var Rebekka annars dansk
ur meistari í 800 metrum, men
hesaferð gav hon avboð til kapp
ingina á 800 metrum. Hon hevur
síðani ársskiftið drigist við skaða
og hevur ikki vant við fullari
megi.
Enn eitt gull
Dagin eftir, sunnudagin, endurtók
hann bragdið, tá ið hann eisini
vann gull á 1500 metra teininum.
Hann brúkti 4.17.21 minuttir um at
renna teinin. Tað er ikki hansara
besta tíð, men hann rann taktiskt
og var fremstur allan vegin og rann
við vilja ikki so skjótt fyri at spara
til ein ordiligan spurt, metir venjari
hansara,
Guttorm
Sørensen.
Rebekka Fuglø hevur eisini runnið
1500 metrar og har fekk hon
bronsu. Hon rann við tíðini 4.43.28
sekund, sum eisini er persóligt
met. Hennara skjótasta tíð til nú
var 4.44.15 Hon var tó bara 0.31
sekund frá einum gullmerki, so tað
var ómetaliga tætt og spennandi.
Marnar tvífaldur danmarksmeistari
Renning Um vikuskiftið gjørdi Marnar Djurhuus av Morskranesi bart og vann
DM í innandura-renning. Eisini Rebekka Fuglø luttók við góðum úrsliti
Savnsmynd
Marnar Djurhuus og Rebekka Fuglø gjørdu um seg í Danmark
Mynd: Treysti