mánadagur 5. mars 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 5. mars 2012 · Nr. 28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Tað var ein avgjørd fortreyt, tá ið verandi undir
sjóvartunlar vórðu settir í verk við løgtingslóg, at
bummgjøldini bert vórðu galdandi, so leingi skuldin
ikki var goldin, og at teir síðani skuldu handast
landsstýrinum og gerast ein vanligur partur av
almenna landsveganetinum.
Eingin ivi er um, at undirsjóvartunlarnir bert
kundu gerast veruleiki, við tað at vit, sum brúka og
rinda hesar, átóku okkum at gjalda eitt bummgjald.
Tað var eisini ein avgjørd fortreyt, tá ið verkætl
anirnar vórðu framdar, at bummgjøldini halda uppat,
tá ið viðkomandi íløgur eru liðugt niðurgoldnar.
Allar íløgur í Vágum og í Norðoyggjum hava síð
ani verið gjørdar út frá hesum fortreytum. Vinnu
fyritøkur hava gjørt stórar íløgur í økjum okkara,
sum heilt greitt byggja á tann veruleika, at um nøkur
ár verður ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin og
Norðoyatunnilin.
Tað er tí eitt álvarsligt álitisbrot ímóti tí fólki,
sum búleikast og rekur vinnu í landspørtum okkara,
at tað nú frættist, at landspolitikarar tosa um at
skuldarbinda undirsjóvartunlarnar til aðrar íløgur
í landsveganetið.
Her er eisini vert at hava í huga, at kanningar
greitt vísa, at landsbúskaparliga nyttuvirðið av hes
um báðum tunlum verður størst, tá ið einki bumm
gjald verður tikið.
Undirritaðu borgarstjórar í kommununum í
Vágum og Norðoyggjum skulu við hesum boða frá,
at tað undir ongum umstøðum verður góðtikið, at
bummgjøldini í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum
verða brúkt til annað enn niðurgjalding av teirra
egnu skuld.
Albert Ellefsen, borgarstjóri
Vága Kommuna
Sune Jacobsen, borgarstjóri
Sørvágs Kommuna
Gunvá við Keldu, borgarstjóri
Klaksvíkar Kommuna
Katrin Næs, borgarstjóri
Hvannasunds Kommuna
Hans J. Kallsberg, borgarstjóri
Viðareiðis Kommuna
John Damberg, borgarstjóri
Kunoyar Kommuna
Vágatunnilin
og Norðoya
tunnilin skulu
ikki skuldar
bindast við
øðrum íløgum
Ogn Føroya fáu ella
ogn Føroya fólks ?
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
Samgongan settið í verk ein
flatskattalætta á 265 mió. kr.,
ið lægri inntøkurnar ongan
lut fingu í, og somuleiðis
kollveltandi skatting av pen
sjónsinngjaldi og pensjóns
skattahækking, uttan at vilja
viðgera ótalligu ivamálini og
umfatandi avleiðingarnar av
hesum.
Næsta stóra málið hjá
samgonguni verður at end
urnýggja
karmarnar
fyri
okkara høvuðsvinnu - fiski
vinnuna.
2007 læt upp fyri
nýskipan í 2018
Í 2007 eydnaðist at broyta
lóggávuna
soleiðis,
at
møguligt varð hjá politiska
myndugleikanum at skipa
føroysku fiskivinnuna av
nýggjum í 2018. 10 ár máttu
ganga, tí 10-ára rullandi loyvi
vórðu latin teimum virkandi
í føroysku fiskivinnuni.
Hetta lat upp fyri, at ein
verulig fiskivinnunýskipan
kundi verða sett í verk í 2018.
Ein nýskipan, sum skipar
fiskivinnuna betur og kann
skapa størri og støðugari
avkast til fiskimenn, reið-
arar og alt tað føroyska sam
felagið framyvir.
Tíverri er alt ov lítið ítøki
ligt hent seinastu 4 árini
hesum viðvíkjandi, og hetta
er skaðiligt, tí alneyðugt er,
at vinnan sum skjótast fær
greið boð um, hvørjir karm
arnir verða frá 2018 og fram
eftir.
Breið semja um
veruliga fiskivinnu
nýskipan neyðug
Stórur meiriluti er á Løgtingi
fyri, at fara undir miðvíst
arbeiði m.a. í samstarvi við
vinnuna, fyri at fáa eina
fiskivinnunýskipan
klára
sum skjótast – t.d. 1. jan
uar 2013. Hetta hevði givið
fiskivinnuni greiða vitan í
góðari tíð um, hvørjir karm
arnir fara at verða frá 2018 og
frameftir.
Men hóast henda greiða
meiriluta, so er nógv sum
bendir á, at samgongan ikki
ynskir at arbeiða fyri einari
breiðari semju á hesum so
týðandi øki fyri okkara land
og fólk.
Sterkar kreftir vilja
forða fyri nýskipan
Í staðin er settur ein innan
hýsis samgongubólkur og
nógv bendir á, at arbeitt
verður við at bakka tíðina
aftur, og forða fyri eini fiski
vinnunýskipan í 2018. Týðandi
partar av samgonguni ynskja
at ”privatisera” fiskatilfeingið
endaliga, og m.a. seta í verk
12-ára rullandi loyvi.
Fyrrverandi landsstýris
maðurin í fiskivinnumálum
hevur enntá longu sent
lógaruppskot um 12-ára rull
andi loyvi til hoyringar, uttan
at samgongan og løgmaður
vistu um hetta uppskot. So
tað er sanniliga eitt stórt
trýst fyri at fáa privatiserað
fiskirættindini. Hetta fyri
at gera orðingarnar í sam
gonguskjalinum til veruleika:
”Greiður ræðisrættur verður
knýttur at veiðiloyvum, fiski
døgum og kvotum.” og eisini
verður ásett at ”... rullandi
skipan verður gjørd”.
At seta rullandi skipanina
í gongd aftur uttan nakra
nýskipan, vil verða eitt søgu
liga stórt afturstig fiski
vinnupolitiskt og fer m.a.
seta munandi ferð á ovur
stóra spekulatión aftur.
Virðið í fjør 540 mió.
kr. fyri 150.000
tons av makreli
Talan er ikki um smávegis
virði, ið tosað verður um.
Fyri stutt at lýsa virðið, latið
okkum t.d. hyggja at virðinum
í fjør. Hyggja vit bert at tí, ið
nøkur kalla ”nýggja” tilfeingið
– makrelurin - so fyriliggur
eitt skrivligt tilboð á 100 mió.
kr. fyri rættin at fiska 40.000
tons av føroyskum makreli
í 2012. Men hetta er eitt sera
lágt boð. Miðalprísurin á
uppboðssøluni
av
20.000
tonsum í fjør var 3,60 kr..
Um hesin miðalprísur frá í
fjør verður umroknaður til
150.000 tons kvotu (av hesum
verður partur latin í umbýti
við russar v.m.) er virðið av
hesum 540 mió. kr. – bert frá
makrelinum. Tá eru enntá
ríkir møguleikar at tryggja,
at sum mest virksemi fæst
í Føroyum, og at seta ávísar
treytir hesum viðvíkjandi.
Uttan mun til, hvør endalig
skipan verður vald at um
sita loyvini eftir, so kann
staðfestast, at talan er um
ómetaliga stór virði, enntá
tá vit bert tosa um makrelin.
Hetta sigur ikki so lítið um
ovurstóra virðið, sum liggur
í samlaðu ogn Føroya fólks.
Skrumbla enn eitt
stórmál ígjøgnum ?
Tað eru tí eisini fleiri, ið
hava sera stóran áhuga í, at
tryggja sær ræðisrættin til
hetta tilfeingið. Eisini eru
umboð á Løgtingi, ið vilja
tryggja ávísum reiðarum
rættin til alt fiskatilfeingið
nú og framyvir. Eins og
gjørt varð við flatskattinum
og skattingini av pensjóns
inngjaldi, so er helst eisini
ætlanin – hjá nøkrum í
samgonguni – at gera ein
”politiskan handil” og skunda
málið viðvíkjandi ræðisrætti
og rullandi loyvum í fiski
vinnuni
ígjøgnum.
Helst
áðrenn avleiðingarnar verða
almennar og skaðin gerst
sjónligur.
Samgongan valdi umhugs
unartíð frá, og skúgvaði allar
umbønir um nágreining og
útseting til viks, í samband
við skatta- og pensjónsmálið.
Hetta má ikki henda einaferð
enn.
Ogn Føroya fólks !
Fiskivinna og fiskatilfeingi
okkara er ein av grundsúlun
um undir okkara samfelag.
Vit mugu krevja, at hetta týð
andi mál, ið ávirkar hvønn
einasta føroying, komandi
føroyingar og framtíðina
hjá Føroyum ikki verður
skrumblað
ígjøgnum
í
onkrum tilvildarligum politi
skum samgonguleiki. Før
oyska fiskivinnan skal hava
góðar og tryggar karmar at
virka innan. Vónin er tí, at
samgongan tekur stig til sum
skjótast at fáa breiða semju
á Løgtingi um, hvør skipan
verður galdandi frá 2018.
Ein skipan, sum undir
øllum umstøðum má tryggja
at fiskatilfeingið framhald-
andi verður ogn Føroya fólks
– ikki ogn Føroya fáu.
Uttan mun til, hvør
endalig skipan verður
vald at umsita loyvini
eftir, so kann stað
festast, at talan er um
ómetaliga stór virði,
enntá tá vit bert tosa um
makrelin