mikudagur 7. mars 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 7. mars 2012 · Nr. 29
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VELJARAKANNING
oktober til 20,2 prosent í hesi
kanningini.
Framsókn gongur fram
við 1,2 prosentum frá 6,2
prosentum
á
valinum
í
oktober til 7,4 í hesi kann
ingini.
Hóast
tingmannabýtið
broytist, og hóast samgongan
við afturgongdini hjá Fólka
flokkinum missir tveir sessir,
so hevur samgongan fram
vegis meiriluta. Hon hevur
17 av teimum 33 løgtingssess
unum aftan fyri seg. Eftir
valið hevið samgongan 19
tingsessir – tríggjar í meiri
luta, men hevur hon nú
bara ein sambært hesi kann
ingini.
Fólkaflokkurin taparin
Tað kann tykjast løgið, at tað
er Fólkaflokkurin, sum eigur
størstu afturgongdina. Flokk
urin missir 3,5 prosent av
teimum 6,2, sum samgongan
gongur aftur. Tað tykist løgið,
serliga
tá
Fólkaflokkurin
hevur verið mettur sum tann
flokkur, sum hevur havt
størstu ávirkanina á sam
gongusamstarvið.
Tvey stór mál hava eyð
kent byrjanina hjá sam
gonguni: Málið um at hækka
blokkstuðulin úr Danmark
við upp til 200 milliónum
krónum, og so málið um flat
skattin.
Málið um blokkstuðulin
er eitt sambandsmál, sum
Sambandsflokkurin ikki fekk
á mál.
Málið
um
flatskattin
er eitt fólkafloksmál, sum
Fólkaflokkurin hevur vunnið
væl og virðiliga.
Men veljarin hevur ikki
krediterað Fólkaflokkin fyri
broyttu skattaskipanina, og
veljarin hevur heldur ikki
revsað Sambandsflokkin fyri
ikki at liva upp til lyftið um
at fáa hægri blokkstuðul úr
Danmark.
Stríðið á arbeiðsmarkn
aðinum hevur verið hart
fyrstu mánaðirnar í árinum.
Ilt er at møta um, hvørt tað
er fakfelagsfólkini, sum hava
revsað Fólkaflokkin – og ikki
Sambandsflokkin.
Um innanhýsisstríðið í
Fólkaflokkinum um formans
stríðið enn merkir flokkin, er
ilt at siga. Men nógv fólka
floksfólk vístu sína týðuligu
misnøgd við tað, at Annika
Olsen ikki slapp at stilla
upp ímóti Jørgeni Niclasen
á
landsfundi
floksins
í
november.
Málið um at hækka blokk
stuðulin aftur hevur kanska
havt størri ávirkan á Fólka
flokkin, enn eygleiðarar og
floksleiðsla hava givið sær
far um. Meðan tað í fyrstuni
varð gitt, at flokkurin gjørdi
hetta hálvhjartað – vitandi
um, at tað ikki fór at bera
til, so hevur flokkurin nú
alment staðfest, at so er. Í
sjónvarpinum í gjárlkvølið
segði Rodmund Nielsen, um
boð Fólkafloksins í fíggjar
nevndini, at Fólkaflokkurin
als ikki gongur við til, at
løgmaður – sum hann sjálvur
hevur sagt – skal fara til
Danmarkar aftur í heyst at
fáa 130 til 150 milliónir meira
í ríkisstuðuli.
Men ágangurin á sam
gonguna hevur verið harður,
sum sjálvdan áður – um ikki
ongantíð – hevur ein so nýggj
samgonga fingið so harða
viðferð so skjótt. Men ávirk
anin hevur so ikki fylgt við.
At andstøðan í slíkum tíð
um gongur fram er ikki annað
enn nátúrligt. Tjóðveldi fekk
ein ordans frammaná á val
inum í oktober, og tí er tað
kanska ein nátúrlig fram
gongd, at flokkurin fær eitt
tingfólk aftur.
Sama kann sigast um
Javnaðarflokkin, sum tó ikki
hevði so stóra afturgongd á
valinum – hann vinnur seg
sambært kanningini fram
um tað støði, sum flokkurin
var á fyri valið 29. oktober.
Bæði
Javnaðarflokkurin
og Tjóðveldi vinna hvør sín
tingsess afturat í kanningini
– og nýta vit aftur valtølini
frá seinasta løgtingsvalið, so
hevði Annita á Fríðriksmørk
verið vald fyri Tjóðveldi og
Helena Dam á Neystabø fyri
Javnaðarflokkin.
Gallup
Føroyar
gjørdi
veljarakanningina 21. februar
2011, og 500 fólk vórðu
spurd.
eirikur@sosialurin.fo
FAKTA
Føroya løgmenn síðan 1948:
2008 - Kaj Leo Holm Johannesen
2004 - 2008 Jóannes Eidesgaard
1998 - 04 Anfinn Kallsberg
1994 - 98 Edmund Joensen
1993 - 94 Marita Petersen
1991 - 93 Atli P. Dam
1989 - 91 Jógvan Sundstein
1985 - 89 Atli P. Dam
1981 - 85 Pauli Ellefsen
1970 - 81 Atli P. Dam
1968 - 70 Kristian Djurhuus
1967 - 68 Petur Mohr Dam
1963 - 67 Hákun Djurhuus
1959 - 63 Petur Mohr Dam
1950 - 59 Kristian Djurhuus
1948 - 50 Andrass Samuelsen
Úrslit:
Kanning 29. okt 2011
Munur
Samgonga
51,6
57,8
-6,2
Andstøða
48,4
42,2
6,2
Løgtingsval
Fólkaflokkurin missir
3,5 prosent av teimum 6,2,
sum samgongan gongur aftur
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Hetta er onnur
veljarakanningin
á rað, sum gevur
Fólkaflokkinum ein
dyggan frammaná