Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. mars 2012 · Nr. 29 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað er sunnasta vindmyllan í Neshaganum, sum í nátt er knekkað av um tvøran. Tað er væl niðan fyri miðjuna, at tornið er farið um tvøran, og veingir, nav, rør og allur innmatur í mylluni hevur fingið skaða. – Myllurnar hava væl og virðiliga verið trýstroyndar í vetur. Bæði 24. og 25. november, og aftur fyrsta jóladag høvdu vit ógvusligar stormar, og í januar fóru so veingirnir á tí eini mylluni, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV. Hann sigur, at teir eru farnir fram eftir bókini. – Vit hava servicu avtalu við Vestas, og myllurnar hava fingið tey eftirlit, sum eru fyriskrivað. Vit hava havt ein serliga strangan vetur, og tað er sjálvandi ilt at siga, nær hvat hendir, sigur Hákun Djurhuus. Hetta óhappið í nátt merk­ ir, at nú hevur SEV bert ta einu vindmylluna at ráða yvir, umframt gomlu Nord­ tank mylluna, sum stendur nakað norðan fyri hinar tríggjar Vestas-vindmyllur­ nar. – Nordtank vindmyllan var ein royndarmylla á 150 kW, sum varð sett upp í 1993. Tær tríggjar Vestas vind­ myllurnar eita V47 og tað merkir, at veingirnir skapa ein diametur á 47 metrar. Hesar myllurnar vórðu settar upp í 2005, og eru 660 kW, sigur Hákun Djurhuus. Tað kemur sjálvandi dátt við hjá SEV, at tvær vind­ myllur nú eru dotnar burtur úr framleiðslu. – Hetta merkir í fyrsta lagi, at vit mugu framleiða meira á Sundsverkinum, og tað merkir øktar oljuút­reiðsl­ ur. Og so mugu vit síggja, hvussu endurgjaldið frá tryggingini verður í mun til at seta eina nýggja vindmyllu upp, sigur Hákun Djurhuus. Fólk frá bæði SEV og tryggingini hava í morgun verið á staðnum fyri at ávikavist tryggja økið og fyri at sýna mylluna. – Áðrenn tryggingin hev­ ur gjørt sínar metingar, ber sjálvandi ikki til at siga, um myllan verður umvæld ella skrottað, men at síggja til verður hon neyvan gjørd aftur, sigur Hákun Djur­huus. leo@sosialurin.fo T-Rex ikki rakstrarvert Enn ein vindmylla farin í Neshaga Leo Poulsen Faroe Petroleum eigur 30% av loyvunum í teim­ um báðum brunnunum, har Mærsk átti rester­an­ di 70 prosentini. Danska felagið var eisini fyri­ støðu­felag. Brunnurin er tann fyrsti, sum er boraður á loyvinum, og borað varð niður á 4.183 metrar. T- Rex var høvuðsleitimiðið, og olja varð funnin, men oljuberandi fláirnar vóru tynri enn mett var, og tí varð avgerð tikin um ikki at royndarframleiða, verður sagt. Á Bolan leitimiðinum, sum liggur hægri, var olja eisini funnin. Fleiri kanningar vórðu gjørdar á báðum fundunum. Faroe Petroleum sig­ ur, at T-Rex og Bolan liggja nær við Smørbukk framleiðslueindina, har Statoil er fyristøðufelag. Bæði T-Rex og Bolan fundini fevna møguliga um eitt støtti øki á leiti­ loyvinum PL431, og fleiri kanningar skulu gerast, áðrenn avgerð verður tikin um eina nýggja verk­ætlan. Sjálvt um olja varð funnin í T-Rex og Bolan brunnunum, var tað eitt vónbrot, at hon ikki var í rakstrarverdum nøgd­ um. Boringin gevur tó týðandi vitan um økið soleiðis, at framhaldandi kanningar kunnu gerast á Halten Terrace økinum, har Faroe Petroleum hev­ ur nógv loyvi. Felagið heldur fram við síni boriætlan fyri 2012, og verður North Uist, vestanfyri Hetland, næsti brunnur sum skal borast. Faroe Petroleum eigur 6.25%. Síðani verð­ ur Clapton boraður í Nor­ egi, har felagið eigur 40% og er fyristøðufelag. Sein­ asti brunnurin, sum verð­ ur boraður í ár, er Cooper á norskum øki, har Faroe Petroleum eig­ur 30%. Hetta er onnur vindmyllan hjá SEV, sum eftir tveimum mánaðum er farin av vindi í Neshaga Faroe Petroleum sigur í skrivi, at royndarboringin á T-Rex og Bolan leitimiðunum í Norska Havinum er liðug, og hóast olja varð funnin í báðum brunnum, var tað ikki í rakstrarverdum nøgdum Tað var boritornið, Transocean Winner, ið boraði teir báðar brunnarnar, sum Faroe Petroleum eigur 30% í Sunnasta vindmyllan í Neshaga knekkaði í nátt av um tvøran Mynd: SEV