Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 7. mars 2012 · Nr. 29 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Nærverkð royndarkoyrdi tríggjar el-bilar hjá Sev, og teimum dámdi so væl bil­ arnar, at stovnurin bað SEV um tilboð fyri at kunna ogna sær bilarnar. Bilarnir eru eitt ára gamlir, hava koyrt lítið og eru sum nýggir, sigur Nærverkið. Nærverkið fekk bilarnar við góðum avsláttri, og keyps­prísurin var 527.244 krón­ur umframt mvg. Skal mvg gjaldast verður kostnað­ urin samanlagt 660 túsund krónur. Bilarnir koyra 100 km fyri hvørja løðing, og tí eru teir best egnaðir til býarkoyring. Og el-orkan, sum er grøn orka, er nógv bíligari enn bensin. Fyri teir seinastu tveir mánaðirnar vísa mátingar, at sparingin í krónum er umleið 60 prosent. – Av tí at stovnurin langt frá hevur nóg nógvar bilar til at røkja heimatænasturnar, hevur Heimatænastan í Havn keypt tvær súkklur við battarí­drivnum hjálpimotori. Hetta vísir seg at vera eitt gott flutningstól, ið starvsfólk eru glað fyri, samstundis sum hetta er grøn orka, og stovn­urin sparir, sigur Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri í Nærverkinum í eini frá­ greiðing til Almanna-mála­ ráðið. Randi Jacobsen Arbeiðarafeløgini í Havn strongdu á fyri at fáa fiskaarbeiði í gongd aftur í Havn, og líkt er til, at tað verður til nakað. Men tað er óvist nær, tí fyrst skulu ymiskar ábøt­ur gerast á húsið. Tórshavnar komm­ una keypti bygningin. Tað lak illa, og tí er takið skift út. Onkrar abøtur skulu gerast aftrat. Havnar Ar­beiðs­ manna­felag og Havnar Ar­beiðskvinnufelag keyptu maskin­ur­nar, sum verða settar í eitt felag, og hetta felag fer at leiga maskin­urnar út til fyri­tøk­una Meps, sum hevur átikið sær at reka virkið. Meps rekur eisini virk­ið á Eiði, gamla Norð­ís. Hóast einki fiska­ar­ beiði er á landi í Havn, kemur nógvur fisk­ur upp á land. Land­ingar­ miðstøðin hjá Barinum tekur ímóti fiski frá fleiri bátum. Randi Jacobsen Líka síaðan Amtmansborgin varð bygd í 1880, hava allir ríkis­umboðsmenn havt bú­ stað á borgini. Men í november flutti nú- verandi ríkisum­boðsmaður, Dan Knudsen at flyta út, og familjan keypti sær hús í Hoyvík. – Tann gamli parturin av húsinum er illa fongt við blámusoppi, og aðrir trupul­ leikar eru eisini. Tí valdu vit at keypa okkum okkara egnu hús í staðin fyri at finna eina fyribilsloysn og skula flyta inn og út, sigur Dan Knud­ sen. Hann sigur, at tað verður stórarbeiði at umvæla Amt­ mansborgina, og arbeiðið fer at taka drúgva tíð. Slots- og Ejendomsstyrelsen eigur borg­ini, og hesin stovnur skal taka støðu til, hvussu mál­ið skal loysast. Ríkisumboðsmaðurin er ára­málssettur, og skeiðið hjá honum rennur út á nýggj­ árinum. Skeiðið kann verða longt. Uttan mun til um Dan Knudsen heldur longri fram ella ei, verður í fram­tíð­ini eisini bústaður á Amt­mans­ borgini. Ríkisumboðs­maðurin farin av borgini Blámusoppur varð í fjør staðfestur í Amtmansborgini, og í staðin fyri at finna eina fyribilsloysn valdi Dan Knudsen, ríkisumboðsmaður at keypa familjuni hús í Hoyvík Nærverkið keypt el-bilar frá SEV Heimatænastan í Havn hevur nú tveir og Heimatænastan í Klaksvík ein el- bil, sum Heimatænastan hevur keypt fyri lagaligan kostnað frá SEV Dregur út við fiskarbeiðinum Tórshavnar kommuna hevur skift takið út á gamla Bacalao, men tað verður nakað enn, til fiskaarbeiði verður aftur í Havn Tað verður stórarbeiði at umvæla Amt­mansborgina