mikudagur 7. mars 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. mars 2012 · Nr. 29
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
397 milliónir krónur stóðu á
niðastu linju tá Bakkafrost
gjørdi 2011 upp.
Hetta er ein framgongd í
mun til 2010 upp á 144 milli
ónir, og ein partur stavar
frá, at fyritøkan hevur tikið
meira fisk í 2011 enn í 2010.
Tað eru tó fleiri faktorar,
ið ávirka úrslitið. Ein, sum
dregur álvarsliga niður, er
stóra lækkanin av laksa
prísinum í fjórða ársfjórðingi.
Hinvegin togar keypið av
Havsbrún upp, tí tað lækkar
kostprísin við millum einari
og hálva aðrari krónu.
– Vit kontrollera nú fram
leiðsluni heilt frá fóðrinum
til søluna. Vit kunnu tí standa
inni fyri góðskuni allan vegin,
sigur Regin Jacobsen, stjóri á
Bakkafrost.
2011 hevur eisini sett hol á
broytingar í marknaðinum.
Í 2010 seldi felagið 71% av
framleiðsluni til ES, meðan
tað talið í 2011 var komið
niður á 60%. Aftur fyri er
sølan økt til USA frá 15% upp
í 23%.
Eisini í fjareystri og í Eyst
ureuropa er sølan kvinkað
upp eftir, ávikavist frá 7% til
9% og 7% til 8%.
Parturin av liðugt fram
leiðslu er lutfalsliga mink
aður síðani 2009 og 2010,
tá hann lá um 60%. Í fjórða
ársfjórðingi í 2011 lá tann
parturin undir 40%.
– Tað er liðugt framleiðsl
an, sum tryggjar søluna í
stóran mun, og vit ynskja
at økja tann partin, so hann
kemur at liggja um 50% av
framleiðsluni. Tað krevur
so, at vit byggja út við at
seta nýggjar linjur upp á ver
andi virkjum, sigur Regin Ja
cobsen.
Laksur til sushi
Laksaportiónir er grundar
steinurin í søluni. Hesar
verða seldar til stóru handils
keturnar við langtíðar sátt
málum.
– 60% av søluni hjá hesum
ketunum fer fram á tann hátt,
at kundin keypir portiónirnar
úr frystidiskinum til van
ligan prís. Hini 40% verða
seld gjøgnum serlig tilboð.
Hesi tilboð eru roknað inn
í prísin, so tá kundin keypir
úr diskinum, so rindar hann
í veruleikanum fyri tey til
boðini, sum verða givin, sigur
Regin Jacobsen.
Meginparturin
–
góð
60% – verður tó í løtuni seld
sum heilur laksur, og meðan
portiónirnar
fyri
størsta
partin verða seldar á ES-
marknaðinum, so fer stórur
partur av heila laksinum til
USA og fjareystur, fyrst og
fremst Japan.
– Føroyski laksurin er sera
væl umtóktur til sushi í USA
og Japan, staðfestir Regin
Jacobsen.
Samtakið
Bakkafrost
tók í fjør umleið 34.500 tons
av laksi úr norðurøkinum,
vesturøkinum, Sundalagnum
og í Suðri. Og ætlanin er, at
takast skulu eitt stað millum
48.000 og 50.000 tons í ár.
Samstundis er ætlanin at
seta út 11,8 milliónir smolt í
ár.
Stór sveiggj
Stóru laksaalilondini eru
Noreg og Chile, og tey øktu
sína framleiðslu í 2011 við
ávikavist 60.000 og 90.000
tonsum.
Noreg er nógv tann størsti
framleiðarin
av
alilaksi,
og í fjør fór framleiðslan
upp um eina milliard tons.
Næststørst er Chile, sum økti
sína framleiðslu frá 129.600
tonsum í 2010 upp í 221.000
tons í fjør.
Bretland aldi í fjør 157.000
tons, og tað er umleið 15.000
tons minni enn í 2010, og
Kanada minkaði sína fram
leiðslu úr 118.000 tonsum
niður í 110.000 tons í fjør.
Føroyar øktu sína fram
leiðslu úr 42.100 tonsum upp
í 56.500 tons.
– Prísurin á laksinum
sveiggjar ógvuliga nógv, og
tað er nakað, vit vita. Nógv
økta útboðið frá seliga Chile
og Noreg ávirkar tó ikki
okkum í so stóran mun, tí
økta útboðið fer serliga á
japanska, kinesiska og russ
iska marknaðin, sigur Regin
Jacobsen.
Hann sigur, at lági kost
prísurin
hjá
Bakkafrost
merkir, at felagið stendur seg
væl í kappingini móti serliga
Noreg og Chile.
– Tað er alt sum bendir
á, at vit fara at vinna minni
pening fyri kiloið av laksi í ár,
men størri nøgdir fara at viga
upp ímóti hesum, sigur Regin
Jacobsen.
Stórur eftirspurningur
Útboðið í fjórða ársfjórðingi
í 2011 vaks við 12 prosentum,
og tað fekk prísin av lækka.
Men kortini ræðist stjórin á
Bakkafrost ikki gongdina.
– Metingar vísa, at útboðið
í ár fer at vaksa millum 14%
og 16%, og tað ávirkar prísin
skeiva vegin. Men júst tað, at
laksurin verður bíligari ger,
at eftirspurningurin veksur,
og hann veksur meira enn
útboðið, sigur Regin Ja
cobsen.
Hann væntar tí, at árið í
ár ikki fer at hildnast so illa
kortini.
– Tað arbeiða í løtuni
einin 200 fólk í liðugt fram
leiðsluni, og tað verður sum
nevnt neyðugt at útbyggja
hesa við nýggjum linjum,
fyri at náa málinum at 50%
av framleiðsluni skal verða
liðugtvøra, sigur Regin Jacob
sen.
Framløgan fyri íleggjarum
var í Kaffihúsinum mána
kvøldið, og har var millum
annað upplýst, at føroyingar
eiga 43% av Bakkafrost
samtakinum, norðmenn eiga
40%, meðan ymsir eigarar
eiga seinastu 17 prosentini.
Somuleiðis varð upplýst,
at felagið hevur gjørt av at
gjalda út vinningsbýti á eina
krónur pr. partabræv, og
tað svarar til 48,9 milliónir
danskar krónur.
Eisini kom fram á íleggj
arafundinum, at kursurin
á partabrøvunum rættiliga
neyvt fylgir laksaprísinum.
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost,
sær bjart upp á vánirnar fyri 2012
Føroyski laksurin er
sera væl umtóktur til
sushi í USA og Japan
Gott ár hóast lágar
laksaprísir
gott úrslit Hóast laksaprísirnir í fjórða ársfjórðingi í fjør vóru næstan søguliga lágir, stóð
Bakkafrost seg væl og kom burtur úr ársfjórðinginnum við einum avlopi á 46 milliónir krónur