Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 7. mars 2012 · Nr. 29 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Undirsjóvartunnil er líka bíligur sum ferjusamband FERÐASAMBAND Í longdini kann tað verða líka bíligt at gera undirsjóvatunnil í Sandoynna, sum at hava Teistan siglandi, vísir ein útgreining hjá grannskoðaravirkjum, Spekt. Áki Bertholdsen Tað er minni munurin á, hvat tað kostar fyri samfelagið at gera undirsjóvartunnil í Sand­ oynna og at hava Teistan siglandi. Hetta vísir ein útgreining, sum grannskoðaravirkið, Spekt, hevur gjørt fyri kom­ munurnar í Sandoy. Úrslitið er nú lagt fyri landsstýrið og løgtingið og endamálið við útgreiningini er at fáa eina mynd av støð­ uni, sum er meiri fjøltáttað enn hingartil. Í hesum sambandi hevur Spekt roknað eg fram til, hvat tað fer at kosta lands­ kassanum hesi næstu árini at gera undirsjóvartunnil og, hvat tað fer at kosta at halda fram við ferjusambandi­num. Finnbjørn Zachariasen sum er ríkisgóðkendur grann­ skoðari hjá Spekt, sigur, at hann hevur arbeitt við tveim­ um dømum. Í tí fyrra døminum verður ein Sandoyartunnil fyri 700 milliónir gjørdur í árunum frá 2013-2017 og verður fíggj­ aður við landskassaláni burt­ ur av. Samstundis spjaðar landið til raksturin í tann mun, inntøkurnar ikki strekkja til. Eftir hesum døminum skal landið rinda 41-44 milli­ ónir um árið í árunum frá 2018-2047, men tað skal so setast upp ímóti tí, tað kostar at hava sjóvegis samband øll hesi árini. – Við eini árligari pris- og lønarhækking upp á 1,5%, verður meiriútreiðslan av tunlinum 25 milliónir krónur í 2018, men hon minkar niður í 13 milliónir í 2047. Hetta er víst í talvu 1. Í einum øðrum dømi verð­ ur ein Sandoyartunnil fyri 750 milliónir gjørdur í áru­ num 2017-2021 og landið rindar 30 milliónir um árið fyri hann, til hann er liðugur og restin verður fíggjað við landskassaláni. Samstundis spjaðar landið til raksturin í tann mun, útreiðslurnar ikki strekkja til. Umframt at rinda 30 milli­ ónir um árið í 2013-2021, kem­ ur landskassin undir at rinda 24-27 milliónir um árið frá 2022-2051 Árini 2013-2021 verður gold­­ið til tunnilin, samstundis sum farleiðin við Teistanum heldur fram og tí er meiri­ útreiðslan hesi árini 30 milli­ ónir um árið. Men við eini árligari prís- og lønarhækking upp á 1,5%, minkar árliga meiriútreiðslan av tunlinum úr átta milli­ ónum í 2022, til at verða ein sparing upp á fýra milliónir í 2051. Tað sæst í talvu 2. Spekt hevur mett um, hvat sjóvegis sambandið løn­ um og øðrum útreiðslum, dokking, nýggjari ferju um­ leið í 2025, tí tá er Teistin uppslitin, útreiðslum og ábót­ um á ferjulegur o.s.fr. Tilsamans metir Spekt, at í ár kostar sjóvegis sambandið 17 milliónir við øllum. Í 2025 fer tað at kosta 22 milliónir og í 2050 fer tað at kosta 28 milliónir krónur. Her eru umsitingarút­ reiðslur á landi ikki taldar upp í. Hetta sæst í talvu 3 Tingfólk lurtaðu. Í gjár vóru løgtingslimir kunnaðir um, hvørja ávirkan ein nýggjur Sandoyartunnil fer at fáa útreiðslurnar hjá landskassanum hesi næstu 40 árini. Finnbjørn Zachariasen, ríkisgóðkendur grannskoðari hjá Spekt Talva 1. Talva 2. Talva 3.