mikudagur 7. mars 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. mars 2012 · Nr. 29
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagt til rættis: Árni Joensen
Í oktober í fjør kunngjørdi ST-
skrivstovan United Nations
Office on Drugs and Crime
eina frágreiðing, sum millum
annað hevur eitt yvirlit yvir,
hvussu nógv fólk verða myrd
í teimum einstøku londunum.
Verða tølini fyri Evropa sett
fyri seg, liggur Grønland
heilt uppi á 2. plássi. Bara
Russland er omanfyri.
Samanbera vit Grønland
við Danmark, sæst, at tað
eru næstan 11 ferðir so mong
dráp í Grønlandi sum í
Danmark fyri hvørji 100.000
fólk. Tað ger, at Grønland
liggur í hølunum á Russlandi
og asiatiska landinum Myan
mar.
Annars bendi okkurt á,
at Grønland var á veg niður
eftir
drápsyvirlitinum.
Í
fleiri ár hava millum átta og
níggju dráp verið í Grønlandi,
men í fjør var bara eitt. Men
sorgarleikurin fyrr í ár kann
gera,
at
gongdin
vendir
aftur.
Annars vísir ST-frágreið
ingin, at støðugt færri fólk
verða myrd, og at hendan
gongdin hevur staðið við
síðani 1995.
Grønland nummar tvey á
evropeiskum drápslista
Grønlendingar vóru sum vera mann skelkaðir, tá ein maður
fyri stuttum myrdi trý fólk, teirra millum eina átta ára gamla
gentu, og særdi tvey onnur. Men hagtølini vísa, at dráp eru
munandi meiri vanlig í Grønlandi enn í flestu øðrum londum
– Vit tosaðu ofta um
búskapin og bankarnar
Fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, Geir H. Haarde, vil ikki
hava sitandi á sær, at hann sveik sína ábyrgd sum stjórnarleiðari
við tí úrsliti, at bankakervið rapaði, og búskapurin kollsigldi
– Tað vóru nógvir fundir
í stjórnini, har vit tosaðu
um
búskaparviðurskiftini,
men tað var ikki altíð, at
tað bleiv staðfest formliga
í fundarbókini. Harafturat
vóru búskaparviðurskiftini
og bankarnir javnan umrøddir
á ráðharrafundum.
Soleiðis royndi Geir H.
Haarde at verja seg, tá hann
fyrradagin bleiv avhoyrdur
í tí serliga landsdóminum,
sum viðger ákæruna, sum
Altingið hevur reist ímóti
honum. Har er hann júst
ákærdur fyri fara ov lætt
um skylduna at hava stjórn
arfund um týðandi politisk
mál sp sum búskapin og
bankakervið, og júst hendan
ákæran fekk nógva umrøðu
á rættarfundinum mána
dagin.
Ákæruritið byggir mill
um annað á tað, sum ein
serlig kanningarnevnd hjá
Altinginum hevur skrivað.
Nevndin hevur júst víst á,
at týðandi øki sum búskap
urin og bankakervið fingu
ikki ta neyðugu viðgerð
ina í stjórnini. Men hes
um vísti fyrrverandi for
sætisráðharrin aftur. Hann
segði,
at
búskaparmálini
blivu ofta viðgjørd saman
við øðrum málum, men tað
var ikki altíð, at hetta bleiv
skrivað í gerðabókina, segði
hann. Hann segði seg eisini
hava havt fundir við ráðharr
arnar úr hansara flokki og
við tingmanningina hjá Sjálf
stæðisflokkinum um hesi
viðurskiftini, uttan at tað
bleiv skrivað í fundarbók.
Undir avhoyringini vísti
ákærin á nakrar fundar
frásagnir
frá
fundum
í
stjórnini um búskaparmál.
Hesar frágreiðingarnar eru
frá oktober í 2008 og vísa,
at stjórnin serliga umrøddi
støðuna
hjá
bankunum.
Ákærin vildi hava at vita,
um hetta var fyrstu ferð, at
stjórnin formliga viðgjørdi
støðuna
hjá
bankunum.
Geir H. Haarde svaraði, at
bankamálið bleiv eisini um
røtt á minni fundum og í
samskiftinum millum ráð
harrarnar.
Verður Geir H. Haarde
dømdur
sekur
sambært
ákæruritinum, kann hann
fáa upp í tvey ára fongsul.
Geir H. Haarde (hm) og verji hansara, Andri Árnason
Mynd: Polfoto
Húsavirðið
nógv minkað
Virðið á sethúsum og
íbúðum í Danmark er
minkað
nógv
undir
fíggjarkreppuni, og tí er
bústaðarprísurin farin
niður ígjøgnum. Hagtøl
fyri húsa- og íbúðarsølur
í 2011 vísa, at triðja hvørt
sethús, sum bleiv selt í
fjør, fór fyri minni enn
eina
millión
krónur.
RealMæglerne, sum hava
savnað tølini, siga, at 70
prosent av húsunum,
sum vórðu seld í 2011,
kostaðu minni enn tvær
milliónir krónur.
Tað er tó ymiskt mill
um teir ymsu partarnar
av landinum, hvussu
nógv prísirnir eru fal
nir. Í høvuðsstaðarum
ráðnum er torført at fáa
eini hús fyri minni enn
eina millión krónur, og
í ávísum kommunum
uttan um Keypmanna
havn kostaði meiri enn
annaðhvørt hús meiri
enn fýra milliónir krón
ur í fjør.
Harafturímóti
var
tað bíligt at keypa hús
á Lollandi. Har kostaðu
næstan 80 prosent av
húsunum minni enn
eina millión krónur.
Veðrið broytir
byggireglurnar
Ódnin Dagmar gjørdi
stóran skaða í Noregi
jóladag í fjør, og nú
umhugsa teir norsku
byggimyndugleikarnir,
um teir skulu broyta
byggireglurnar, so tær
svara betur til veður
lagið.
Á
nýggjárinum
í
1992 var eisini herviligt
ódnarveður í Noregi.
Eisini ta ferðina var
skaðin stórur, og tað
fekk myndugleikarnar
at gera fleiri broytingar
í
byggireglunum.
Nú
verður so kannað, um
reglurnar skulu broytast
eina ferð afturat, sigur
Kari-Anne Simenstad hjá
Direktoratet for bygge
kvalitet við Nordlys.
Men tað er ikki bara
ein spurningur um at
byggja sterkari hús. Ein
annar trupulleiki er, at
umleið 110.000 bygningar
í Noregi standa minni
enn ein metur oman fyri
havið, og við komandi
veðurlagsbroytingum
í
huga
er
tað
ein
stór avbjóðing í sær
sjálvum. Tí verður tann
spurningurin eisini tikin
upp nú.
Diamantar í
Grønlandi
Tað er næstan einki
mark fyri, hvørji áhuga
verd evni fjala seg í
grønlendsku
undir
grundini. Nú hevur fe
lagið
NunaMinerals
boðað frá, at tað hevur
funnið
diamantar
í
landnyrðing úr høvuðs
staðnum Nuuk. Sam
bært
stjóranum,
Ole
Christensen, hava fólk
hjá
felagnum
funnið
seks diamantar. Hann
ásannar, at teir eru
minni enn ein mm, men
at tað týdningarmesta
er, at diamantar eru
funnir har.
Diamantarnir
eru
funnir í stórum steinum,
sum
innlandsísurin
hevur flutt aftur og fram,
og NunaMinerals hevur
funnið meiri enn 200 av
hesum steinunum. Tí
hevur Ole Christensen
góðar vónir um at finna
fleiri diamantar, men um
grundarlag verður fyri
veruligari
námsvinnu,
dugir hann ikki at siga
enn.