mikudagur 7. mars 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 7. mars 2012 · Nr. 29
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Inger Smærup Sørensen
Innar í háloftað rúm, framvið
naknum
mannakroppum,
stólum, gólvum og kendum
andlitum, út í stór landsløg
yvir
tekjur,
gjøgnum
sprungur, á himni og í havið.
Ljósið er altíð til staðar í
málningunum hjá Torbirni
Olsen, og spælir alráðandi
leiklutin
í
framsýningini
av verkum hjá listamann
inum, sum letur upp í Lista
glugganum hósdagin 8.mars
klokkan 16.
Tað er eins og alt byrjar
og endar við ljósi í listini
hjá Torbirni Olsen. Ljósið
er snúningsdepilin og alt
annað er bara til gjøgnum
ljósið. Formar verða skaptir
av ljósi. Litir verða skaptir av
ljósi. Lív skapast av ljósið. Tí
ljósið er ikki nakað passivt,
sum fellur inn í myndina og
spjaðist út yvir myndevnið.
Ljósið er aktivt tað byggir
upp og brýtur niður, velur til
og frá. Skapar, umskapar og
broytir.
Torbjørn Olsen fær hervið
gjørt nakað so óítøkiligt sum
ljós til konkretan, berandi
part av myndunum. Ikki sum
ein demonstratión av ljósins
eginleikum, ella ein lýsing av,
hvussu ljósið ávirkar okkara
umhvørvið.
Men meira sum ein miðl
an av ljósins óendaligu megi
og viðurkenning av, at alt
hevur sín uppruna í ljósi og
kanska er talan eisini um
ein ljósfagnað í myndunum.
Tí Torbjørn Olsen málar ikki
bara ljós, hann málar við
ljósi. Ljósið er grundleggjandi
partur av sjálvum lyndinum
í hansara verkum, sum ikki
kann skiljast sundur frá
nøkrum øðrum í hansara list.
Hvørki frá litinum, linjuni
og forminum, frá málingini,
penslinum og løriftinum ella
frá myndevninum, íblástr
inum, ondini. Alt er ljós.
Sostatt skiftir ljósið eisini
alla tíðina. Eina løtu er ljós
ið likamliga nærverandi og
næstan evnisligt, løtu seinni
verður ljósið demateriali
serað og flytir seg burtur í
annan heim, sum er uttan
fyri okkara vit og skil.
Listamaðurin fylgir ljós
skiftum og rørslum og gevur
eina sterkt sansaða mynd av
ljósi við skørpum og bleytum
skiftum av diffusum, blaktr
andi ljósi, heitum og bleytum
ljósi,
reflekteraðum
ljósi,
kámum og sterkum ljósi.
Hann gevur heiminum form
við ljósi og skapar listina sum
ljós. Hann letur okkum upp
daga ljósið av nýggjum.
Við hesum viðmæli eg
framsýningina við verkum
hjá Torbirni Olsen í Lista
glugganum. Eru tveir lutir,
okkum tørvar í hesum døg
um, so eru tað list og ljós. Her
er høvið.
Maðurin sum málar við ljósi
Andlát
Hans Hansen
búsitandi í Sandavági
andaðist í noreg tann 3. mars, 90 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr
Sandavágs kirkju leygardagin kl. 13.
Børnini
tey ið vilja minnast Hans kunnu geva
meinigheitshúsinum eina gávu.
Fakta um framsýningina:
Framsýningin letur upp hósdagin klokkan 16
Við á framsýningini eru 19 málningar.
Framsýningin er at síggja frá hósdegnum og
næstu 14 dagarnar.
Listagluggin, Dr. Jakobsensgøta 15, Tórshavn
Týs-frí.: 15:00 – 17:30, Ley.: 11:00 – 14:00
Tel 510022, teldupostur: listagluggin@hotmail.fo
listaframsýning
Framsýningin hjá Tórbjørn Olsen
sýnir fram í Listaglugganum