mikudagur 7. mars 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. mars 2012 · Nr. 29
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Skulu føroyskir fiskimenn og
skipaeigarar nú lata landpart?
Eyðun Mohr Viderø
Orðatakið sigur, at »vatn
kemur aftur, har vatn hevur
runnið fyrr«.
Ikki er longur fráliðið
enn so, at eldri fólk minnast
støðuna, tá fólk vóru heft at tí,
ið "jørðin" gav. Hetta hevði so
við sær, at hann, ið átti jørðina,
hevði inntøkumøguleikarnar
og matin, og sostatt eisini
maktina, tí átti tú ikki jørð
ella nóg mikið av jørð, so var
tú bundin at hesum nærum
sum trælur uttan sáttmála.
Vit
fingu
sokallaðar
"vinstravendar" rørslur, ið
stríddust ímóti hesi gongd,
men
veruliga
broytingin
kom, tá fæloysingar fóru í
fiskivinnuna at arbeiða og
við sáttmálum fingu sín
part av veiðuni. Í hesum
sambandi verður ikki nortið
við trupulleikan hjá fiski
manninum at fáa sín part
útgoldnan í reiðum peningi,
men heldur verður hugsað
um, at fiskimaðurin fekk sín
avtalaða part, og í summum
førum meir ella minni í
samband við snørisfiskarí í
sjálvdrátti.
Í fyrstuni vóru tað bert
fáir, ið høvdu ágrýtni og
fíggjarligar møguleikar at fáa
skip til vega, og tí kennir søgan
til nakrar "stórreiðarar"!
Í mínari tíð er nógv broytt.
Fór til skips við Johanne hjá
Garðamonnum í 1957. Var
hetta eitt "stórt og sterkt
reiðarÍ"? Eg haldi ikki. Har
vóru sluppir sum Johanne,
Stanley, Havgásin, City, Al
bert Victor, Vilhelmina v.m. at
hasum slagnum. 60-ára gaml
ar og eldri enskar sluppir, ið
føroyingar lívbjargaðu sær
umborð á. Onki gullnám!
Eg minnist ikki rættuliga
um hendingina, men eg minn
ist um stemningin í bygdini,
tá menn í Sandoynni tóku
hendur saman og keyptu
enska trolaran, ið fekk navnið
Heini Havreki. Ásannað varð,
at hetta var eitt vána keyp, so
eginpeningurin varð skjótt
burtur og ongin inntøka. Men
viljin var góður, og fólk í oynni
fegnaðust um tiltakið!
Fyrst í 1960-unum vóru
tøk tikin í oynni til tess at
fáa til vega fiskifør: Í Skopun-
Tungufossur og Ólavur Hvíti.
Á Sandi- Dagstjørnan og Hav
søki. Tað sum síðan er hent, og
skipini, sum eru í dag, kenna
øll.
Tøk hava verið tikin, eisini
við almennum stuðulsskip
anum og veðhaldum, men
fortreytin hevur alla tíðina
verið, at menn við virkisfýsni
og áræði hava staðið aftanfyri
ætlanina!
Og
væl
hevur
hilnast!
Tað sama er galdandi í
dag. Menn hava áræði og
keypa skip til at veiða úr
núverandi fiskastovni, men
hvussu verða hesir móttiknir
av landsmonnum sínum?
Vit fingu frá løgtinginum
eina sovorðna merkiliga vend
ing sum, at "fiskiríkidømið
við Føroyar er ogn føroya
fólks"! Hevur tað ikki altíð
verið ogn landsins? Trupul
leikin av hesum er, at nú
gongur hvør maður - eisini
ónyttur - við einum skeyti
í reyvalummanum og vísir
veiði- og fiskimanninum og
ávarar um ognarrættin!
Veiðan kemur ikki upp
úr havinum, uttan at onkur
hevur veiðitólini, og hesi kosta
nógv at fáa til vega. Tann
møguliga stóri vinningurin
sæst ikki, fyrr enn seinni!
Í aðrari grein nevndi eg
um bygdamannin, ið helt við
skúvoyingin, at í Skúgvi vara
lagamanni at liva, tí har er
so nógvur fuglur, men skúv
oyingurin svaraði: Ja, fuglurin
er nógvur, - men tak hann-!!
Vaks upp í Skálavík saman
við m.ø. Eiler Jacobsen, hann
var væl eldri enn eg, men
vit høvdu somu møguleikar,
høvdu onga ogn heimanífrá
at gera okkum dælt av. Hann
gjørdist skipari, og seinni
skipaeigari, og við hepnari
hond gekk hetta væl. Við
hansara
fyriskipan
komu
stórar inntøkur til landið.
Sjálvur gjørdist eg "kontór
mús" og havi lutvís livað av
virkinum hjá Eiler. Hvat skuldi
eg gjørt við mín ognarrætt
av havsins ríkidømi, um ikki
menn sum Eiler fingu veiðina
til lands. Og sjálvsagt hava
teir ynski um vinning!
Nú venda nýsosialistarnir
aftur til gamla bóndasam-
felagið, tí skalt tú fleyga
lunda, so skalt tú lata triðing
í landpart til jørðina. T.v.s.
størstu jarðaeigarar ella uppi
sitarar fáa størsta partin.
Nokk so áhugavert at
hugleiða: Hvørjir eru teir
størstu
"jarðaeigararnir"
í
dag, ið eiga størsta partin
av
landpartinum
av
makrelinum? Jú teir hægst
løntu, ið vit dagliga síggja í
fjølmiðlunum lasta tey, sum
royna at vinna pening til
samfelagið!
Men eg ynski Líggjas og
Hanus v.m. góða eydnu í
strevi teirra!
Gott við kapping millum kommunur
Gunvá við Keldu
Borgarstjóri
Eg harmist um, at FSF hevur
valt – eftir tvey framúr góð
ár í Klaksvík – longu nú at
flyta Løgmansfinaluna aftur
til Havnar, men samstundis
vísir hetta, hvussu týðandi
tað er fyri samfelagið, at
kapping er millum virknar
og sunnar kommunur
Síðani eg byrjaði í komm
unupolitikki havi eg meir
enn einaferð verið ávarað um,
hvussu vandamikið tað er,
um land okkara fer at missa
ta innanhýsis kappingina,
sum hevur verið og enn er
millum tey ymsu økini og
kommunurnar her á landi.
Onkur av okkara smáu
grannalondum
verða
av
og á brúkt sum dømi um,
hvørja kós vit ikki mugu
seta, har víst verður á, at
um eitt land ikki hevur
sterkar kommunur, ið hava
eitt veruligt innihald, sum
gevur meining og slagkraft,
so verður eingin kapping
og harvið heldur eingin
dynamikkur at flyta landið
framá.
Kommunurnar
skapa framburð
Vit eru í teirri hepnu støðu,
at
vit
í
Føroyum
hava
kommunur, sum bæði hava
innihald og eisini hava víst
styrki í verki til at menna og
samskipa lokal initiativ, bæði
vinnuliga og trivnaðarliga.
Dømini eru fleiri um átøk,
ið ikki høvdu sæð dagsins ljós
uttan hesa lokalu styrkina
og initiativið kring um í ríka
landi okkara.
Svangaskarð í Nes Komm
unu,
uppisjóvarvirksemið
í Fuglafirði, Norðhavnin í
Klaksvíkar Kommunu, Off
shore vinnan í Runavíkar
Kommunu, Tórsvøllur í Tórs
havnar Kommunu og nú eitt
uppisjóvarvirki í Tvøroyrar
Kommunu eru bert tilvildar
lig dømu úr rúgvuni, sum eg
bert nevni fyri at staðfesta
hendan veruleika, at sterkar
og virknar kommunur eru
ein ómissandi fongur fyri
okkara samfelag.
Tað var ein stórur missur
fyri samfelagið, at vit mistu
valdømini, tí hetta var ein
partur av skipanini, sum
var við til at tryggja fram
haldandi styrki og fólkaræði í
øllum pørtum av landinum.
Nú ræður um, at vit ikki
missa meira á sama bógvi,
men ístaðin varðveita og
menna kommunurnar og
harvið økini til ein enn
meiri virknan leiklut í sam
felagnum.
Løgmansfinalan
eitt sigandi dømi
Eitt av fesku dømunum um
kapping millum kommunur,
sum hevur skapt dynamikk,
er málið um finaluna um
Løgmanssteypið.
Sum kunnugt var ósemja
íkomin
millum
Fótbólts
samband Føroya (FSF) og
Tórshavnar Kommunu um
fíggjarliga partin, sum gjørdi,
at finnast mátti ein onnur
loysn. Støðan var fastlæst,
men her kom júst kappingin
millum kommunurnar FSF
og fótbóltinum tilgóðar, við
tað at Klaksvíkar Kommuna
megnaði at bjóða FSF frægari
umstøður og møguleikar við
at hýsa finalunum báðum –
kvinnur og menn – í framúr
góðum
fótbóltsumstøðum
á stadion við Djúpumýru í
Klaksvík á tí árliga Summ-
arfestivalinum.
Hesum tók FSF av, og
tvey ára royndir hava víst,
at avgerðin var røtt, tí fót
bóltsdámurin hevur neyvan
verið sæddur betri á Føroya
landi.
Tíverri
fyri
okkum
í
Klaksvík hevur FSF nú valt
at flyta finalurnar aftur til
Havnar, sum harmar okkum í
Klaksvíkar Kommunu almik
ið.
Samstundis kunnu vit tó
ikki annað enn fegnast um,
at Klaksvíkar Kommuna við
hesum hevur verið við til at
ment ein part av samfelag
okkara, við tað at í hesum
føri fótbólturin fekk betri
umstøður til eitt av sínum
stóru árligu tiltøkum.
Eg harmist um, at FSF
hevur valt – eftir tvey framúr
góð ár í Klaksvík – longu nú at
flyta Løgmansfinaluna aftur
til Havnar. Samstundis vísir
hetta, hvussu týðandi tað er
fyri samfelagið, fyri hægri
góðsku, betri menning og
fyri lakari pening, hesaferð
í sambandi við fótbóltin, at
kapping er millum virknar
og sunnar kommunur.
Kjak