mikudagur 7. mars 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 7. mars 2012 · Nr. 29
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tíðargreinin
Føroya Banka toskurin – aftur í ár !
F
yrsta royndin í mars mán
að í fjør við toski av Føroya
Banka
eydnaðist
sum
kunnugt sera væl. Toskurin, sum
Magnus Heinason fekk á bank
anum, fekk nógva umrøðu og tey,
sum ótu á Áarstovu, fingu eina
stóra gastronomiska uppliving.
Tað verður onkuntíð sagt, at føroy
ingar eta ikki fisk, tá farið verður
út at eta. Men her var Áarstova
so fullsett trý kvøld í rað og fingu
gestirnar at sanna, hvussu sera
vælsmakkandi hesin toskurin er.
Í fjør var so heppið, at føroyskir
saltfiskaframleiðarar um somu
tíð høvdu vitjan av keyparum úr
Spaniu og høvdu teir eitt TV hold
við sær. Spaniólarnir vóru sera hug
tiknir av toskinum og mær er sagt,
at filmurin teir fingu burtur úr
tiltakinum, er sýndur á mongum
sponskum tv kanalum. Sera gott pr
fyri Føroyar.
Føroya Banki er eitt ótruligt
náttúrufyribrigdi, hann er 20 ferðir
20 fjórðingar og við sínum egna
økosystemi, og er allur botnurin
hvítur av skeljasandi. Hann er eitt
eldorado fyri fisk, og toskurin har
er millum heimsins bestu. Stórur og
skjóttvaksandi og sera proteinríkur.
Hjá spaniolum og bretum stendur
“Faroe Bank” sum eitt heiti fyri
góðsku og villa náttúru.
Føroya Banki er í dag friðaður, eftir
at vit hava gjørt okkara ítarsta fyri
at oyða stovnin við fyrilitaleysari
trolveiðu. Royndirnar hjá Magnus
Heinasyni sýna, at stovnurin til
alla lukku er í vøkstri. Føroya Banki
skal ongantíð latast upp aftur fyri
størri vinnuligari veiðu. Heldur skal
ein sera regulerað veiða við einans
húki fara fram, tá mett verður at
stovnurin aftur tolir eina roynd.
Føroya Banki er kanska eitt av
okkara størstu brandum. Føroya
Banki eigur at verða nýttur í
marknaðarføringini av Føroyum.
Nógv gastronomiskt kann eisini
fáast burturúr, ein Føroya Banka
Toskadagur um várið kann uttan
iva fáa fólk úr øllum heiminum
hendavegin.
Vit eiga at lýsa Føroya Banka sum
ein tjóðargarð og fáa hann á World
Heritage listan hjá Sameindu Tjóð
unum.
Havandi í huga góða úrslitið í fjør,
er man samdur um aftur at fara
undir tiltakið í ár. Tann 21. mars
fer Magnus Heinason á bankan og
er væntandi aftur á Havnina tann
28. mars, og fara Áarstova og Hotel
Føroyar so undir at matgera burtur
úr toski, rognum, livur, hjørtum
osfr. Øll, sum hava alsk til okkara
náttúru og okkara gastronomiska
tilfeingi ,mugu royna ta forvitnisligu
matskánna. Eg vil eisini mæla øllum
fiskavirkjum í Føroyum at nýta
høvið at sýna starvsfólki sínum,
hvussu nógv vit kunnu fáa burtur
okkara rávørum. Vit mugu ikki
gloyma, at tað er matframleiðsla
hetta land livir av og so vóni eg at
allir progressivar politikarar, sum
skilja, at tað er okkara framleiðsla,
heldur enn bert tilfeingisgjald,
sum skal bjarga okkara vælferð,
eisini síggjast á Áarstovu. Eg vænti
vit fáa nøkur góð kvøld saman øll
somul.
Tað verður so nógv tosað um Ogn
Føroya Fólks. Føroya Banki er ogn
alra okkara, latum okkum njóta
hann og, ikki minst, verja hann.
Johan Mortensen
Slett ikki so øvugt, Georg
Gunnvør Balle
Í Punktum.fo 2. mars skrivar
Georg L. Petersen, at hann
ikki trýr uppá, at fleiri
útbúgvingar í Føroyum fara
at skapa størri fólkavøkstur.
Hesum eri eg grundleggjandi
ósamd í. Eg haldi, at vit
eiga at skapa nógv fleiri
útbúgvingartilboð,
bæði
tekniskar/yrkisrættaðar
og akademiskar, soleiðis at
fleiri av okkara ungu lesa
nøkur ár í Føroyum. Hetta
tekur tíð, so meginparturin
av ungdómsárganginum fer
framvegis - í fleiri ár fram
- at fara uttanlands at lesa
eftir lokið miðnám. Men um
bert vit megna at fáa nøkur
(kanska 20-40) fleiri enn nú,
at byrja eina útbúving her
heima á hvørjum ári, ella at
taka eina styttri útbúgving
her,
eru
sannlíkindini
munandi størri fyri at tey
flyta heimaftur seinni. Og
soleiðis fáa vit steðga netto-
fráflytingini.
Umframt at tað er heilt
veruleikafjart, so haldi eg
slett ikki, at vit skulu stremba
eftir at øll tey ungu taka alla
sína útbúgving í Føroyum. Og
eri samd við Georg í, at tað
hevur sera stóran týdning
at okkara ungu eisini fara
uttanlands - serliga útum
Danmark - í nøkur ár at
læra, lesa, ferðast og arbeiða.
Okkara samfelag hevur meir
enn nakað annað tørv á fólki
við altjóða arbeiðsroyndum,
sum við íblástri frá øðrum
mentanum bjóða vanahugs
anini av.
Tí skulu vit leggja lunnar
undir at bjóða fleiri av teimum
ungu at taka grundleggjandi
útbúgvingar her hjá okkum
áðrenn tey fara uttanlands
at lesa víðari. Tey kunnu td
taka eina styttri útbúgving
ella eina heila bachelor her
og so út í heim at taka master.
Undirvísingarskipanin skal
snikkast soleiðis til, at hon er
samanbærlig við útlendskar,
so til ber at byggja víðari á tað
tú hevur lært herheima, uttan
at longja útbúgvingina.
Tað er ongin ivi um, at fólk
ið eru 22-23 ár tá tey flyta utt
anlands, hava fest djúpri
røtur og kanska funnið sær
ein maka herheima, í mun
til tey, ið fara sum 19-20 ára
gomul. Og jú betri røturnar
eru festar, jú størri eru
sannlíkindini fyri, at tey flyta
heimaftur.
Hetta
mynstur
sæst
týðiliga í Íslandi. Har hava teir
mongu hægri lærustovnarnir
lagt seg eftir at bjóða eina
stóra breidd av bachelor
útbúgvingum fram og tað ger,
at tey allarflestu ungu taka í
minsta lagi fyrsta part av
síni útbúgving í Íslandi. Men
tað merkir ikki, at tey ikki
fara út í heim. Tey flestu fara
uttanlands at lesa master, ella
tey taka eitt ella tvey semestir
av síni útbúgving aðrastaðni.
Og hetta er uttan iva ein or
søk til at tey ikki stríðast
við okkara trupulleika við
fráflyting. Tí sjálvt um heilt
nógv fara út í heim at lesa og
arbeiða í nøkur ár, so koma
tey allarflestu heimaftur at
seta búgv. Við at búgva fleri
av tínum tilvitaðu, vaksnu
árum heima, veksur hugurin
til at leggja títt lívsstarv í
heimlandinum.
Og tá havi eg slettikki tikið
allar fyrimunirnar fyri sam
felagið við at vit fáa eitt sterkt
og fjøltáttað lestrarumhvørvi.
Tað skapar arbeiðspláss fyri
fólk, ið ynskja at koma heim
at undirvísa og granska
og tað gevur aftur eitt
sterkari fakligt umhvørvi,
og at vitan um okkara egnu
viðurskifti verður framleidd.
Harumframt vantar okkum í
ólukkumát tey ungu millum
20 og 35 ár, og teirra rødd er
sera neyðug fyri at broyta og
flyta samfelagið rættan veg.
Annars eri eg so sera samd
við Georg í, at her er ymiskt
ið ger, at samfelagið ikki er
serliga innbjóðandi at flyta
aftur til. Havi sjálvt víst á,
at vantandi álit á politisku
skipanina (har sundurlyndið
kemur best til sjóndar) er ein
høvuðsorsøk til at fólk ikki
tíma at flyta aftur. Men eg
trúgvi eisini at hetta kann
broytast við tíðini, m.a við
at vit av álvara tora at satsa
uppá at styrkja og fjøltátta
útbúgvingartilboðini.
Hósdag 8. mars
Svínakambur / Gullash
Fríggjadag 9. mars
Lasagna / Neytasteik / Krebinettir
Leygardagur 10. mars
STONGT VEGNA UMVÆLING
Mánadagur 12. mars
Stokt flesk / Forlorin hara
Týsdag 13. mars
Saltkjøt / Rivjasteik
Mikudag 14. mars
Stoktur fiskur / Kjøtfrikadellur
Sosialurin 341800