Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. mars 2012 · Nr. 29 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fólkavøkstur byrjar við áliti á politisku skipanina Gunvør Balle Nú hava køldu tølini aftur víst okkum syndarligu gongd­ina í fólkatalinum. Tað er nú so galið, at færri enn 600 nýggir føroyingar verða føddir um árið, og hetta tal er ájavnt burðartalið í 30’un­um. Og tá var samlaða fólka­talið bara helvtina av tí tað er í dag. Hetta er uttan saman­ burð størsta avbjóðing vit standa framman fyri sum samfelag, og øll politisk orka átti at verið rætta ímóti at basa skeivu gongdini. Fólkavøkstur - og harvið bú­skaparvøkstur - snýr seg fyrst og fremst um at borg­ arar hava trúgv uppá fram­ tíðina. Sokallaða treystitalið. Ein týðandi partur av hesum er álit á politisku skipanina og virðing fyri landsins mynd­ugleikum. Og eg eri rætti­liga sannførd um, at vantandi álit er mest grund­ leggjandi orsøkin til mink­ ingina í fólkatalinum. Politiskt hevur verið stýrt uttan mál og mið í fleiri ár. Onki dirvi og ongin ryggur hevur verið til at tikið stóru tøkini og framt tær nýskipanir, sum samfelagið hev­ur so ovurstóran tørv á. Innan fiskivinnu, komm­unur­ bygnað, skúlar, eftirlønir osfr. Í heyst kom nýtt landsstýri framat, og nú eru vit farin úr øskuni í eldin og hava sæð handling í ólukkumát. Frá fullkomnari naggatódn í fleiri ár eru vit nú vitni til eitt landsstýri, sum púrasta setir fólkaræði til viks fyri at fremja grundleggjandi broyt­ingar í samfelagnum. For­skatting av pensjónum, flatskattur, niðurbræðing av samhaldsfasta væl­ferðar­ samfelagnum, blokkhækking og niðurgering av fakfelags­ rørsluni. Og síðsta skotið á stammuni er ætlanirnar um endaliga avhending av ræðisrættinum yvir høvuðs­ tilfeingi okkara. Eitt ræðandi uppskot, sum kann forkoma tilverugrundarlagnum und­ir okkum og framtíðar ættar­ liðum. Øll hesi mál, ið hava øst og ørkymlað eitt heilt fólk uppá stutta tíð, senda greið signal út um, at vit hava eitt cowboy-stýri, sum trumlar ting ígjøgnum uttan at lurta eftir ella virða nakran, og so als ikki fakkunnleikan. Álitið á politisku skipanina var ikki stórt frammanundan, nú er tað mestsum syndrað. Føroyingar eru eitt væl upplýst fólk og fleiri og fleiri hava góðar útbúgvingar. Men tað er sera lítið lokkandi at vera undirløgd politikarum, ið hugsa stuttskygt, bert røkja seráhugamál ella sítt lokaløki, og sum ikki vilja leggja dygdargóðar heild­ arloysnir aftanfyri sínar av­ gerðir. Fólk í dag eru kritisk og seta krøv - og tey krevja góða politiska stýring, har fakkunnleikin verður virdur, so tey kunnu hava álit á sam­ felagið og fáa hug at liva og virka í tí. Tað er ein farin tíð, at politikarir kunnu skalta og valta sum teir vilja. Samfelagið gerst alsamt minni og meir gjøgnumskygt við sosialu miðlunum, har øll taka lut í kjakinum, og øll vita hvat fyriferst. Undir­ tónin í almenna kjakinum er harðnaður og nógv merktur av frustratión yvir vánaligan politikk. Tað neiliga prátið skuggar yvir tí góða og stutt­ liga, sum plagar at savna okk­ um sum fólk og sum ger at tað er vert at búgva í hesum landinum. Eg haldi, at tann al­samt vaksandi negativi hug­burð­ urin til alt í hesum land­ in­um er niðurbrótandi og ófrættakendur. Fólk eru óð og ørg um óbúnan og ábyrgdarleysan hovsa-poli­ tikk og eru við at missa mótið, tí tað røkist ikki fyri batum. Hetta er eitt tekin um, at vit eru á vandakós og má takast í stórum álvara. Eg fari inniliga at heita á samgongu, landsstýrið og fyrst og fremst løgmann um at stinga fingurin í jørðina, lurta eftir fólki og taka teirra ótta og ónøgd í álvara. Steðga fleiri vanlukkuligum politiskum avgerðum og fá fólkið við tykkum! Við at vísa virðing fyri fólkinum, fyri fakkunn- leikanum og við at taka búnar politiskar avgerðir kann álitið kanska reisast aftur. Og um tað eydnast, verður tað fyrsta stig á leiðini til fólkavøksturin. Kjak Til samgonguna Andreas Thomsen Tórshavn Í samfull 4 ár ella meira hava bæði Mið- og Sjálv­ stýris­flokkurin rópt upp um skattalætta til tey ríku, sum næst­seinasta samgonga framdi. Mær vitandi hava øll ting- og landsstýrisfólk innan hesar báðar flokkar, við opnum ørmum, fingið ágóða av hesum skattalætta. Nú eru Mið- og Sjálv­stýris­ flokkurin partur av verandi samgongu, og tað fyrsta, teir gera, er at geva sær sjálvum – teimum ríku, sambært teim­ um sjálvum—ein skattalætta, so tað forslær. Mið- og Sjálvstýrisflokk­ urin hava alla ábyrgdina av flatskattinum, sum gev­ur meira til tey á ovastu rók­ unum og minni til tey á niðastu rókunum. Mið- og Sjálvstýrisflokkurin eru partar av samgonguni, og eru tí við til at máa støðið undan fakfelagsrørsluni, har flatskatturin, sum teir flestu fakfelagslimir onki merkja til, verður brúktur sum vápn til at tvinga fak­ felagslimirnir at góðtaka ein reallønarniðurskurð. Alt hetta meðan teirra egnu lands­stýris- og løgtingslønir ikki skulu nertast. Hví leggja Mið- og Sjálv­ stýrisflokkurin ikki upp­ skot fyri Løgtingið um at lækka ferðaendurgjaldið hjá landsstýrisfólkum og løg­ tings­limum til eitt hóskandi støði, sum líkist meira tí hjá tí vanliga borgaranum? Hví leggja Mið- og Sjálv­ stýrisflokkurin ikki upp­ skot fyri Løgtingið um at broyta partafelagslógina, so at vit sleppa undan “skatta­ frádrátti” og “MVG-eftir­ støðu”? Fyri tíð síðani var TAKS dømt at gjalda 60 milliónir krónur aftur til nakrar parta­ eigarar av nøkrum parta­ feløgum, tí verandi lóg heim­ ilaði ikki innkrevjingina hjá TAKS. Hvussu ber tað til, at ein lóg kann gerast soleiðis, at partaeigarar av einum ella fleiri partafeløgum kunnu býta 100-tals milliónir sína­ millum, uttan at landskassin fær eitt oyra í skatti av peng­ unum? Hvat heldur Løg­ maður og formaður Sam­ bands­floksins um slíkt? Ella hvat heldur hann um tað, at verandi landsstýrismaður hjá Miðflokkinum ikki vildi seta sjúkrakassatryggingina í gildi frá 1/1-2012, sum annars var viðtikið í Løgtinginum, við tí grundgeving at skotbráðið var ov stutt til so umfatandi broytingar? Hesin sami landsstýris­ mað­ur hevur, sum ongin ann­ ar, rópt upp um skattalætta til tey ríku, sum hann við egnum orðum kallaði ein “luksus trupulleika”. Nú er hann so, saman við restini av Miðflokkinum, partur av samgonguni, ið hevur givið størsta skattalætta til tey ríku nakrantíð; men nú vaskar hann hendur og brúkar sum undanførslu, at tað er ikki teirra málsøki, og at teir nokk skulu taka sær væl av teirra málsøkjum. Hvat hugsar maðurin, tá hann kemur við slíkari undanførslu? Eitt einmælt løgting tók undir við at hækka pen­sión­ ir­nar hjá teimum pen­sionist­ um, ið verða ávirk­aðir av inntøkuni hjá hjúna­felagnum. Hendan hækk­ing skuldi geva uml. 2.200,- kr. um mánaðin, harav ein partur skuldi skattast. Men nú kemur landsstýrismaðurin í heilsumálum við undan­ førsl­um um, at tað ikki letur seg gera tekniskt at hækka pensiónirnar. Hetta samstundis sum broytingin av skattingini av pensiónum var bronglað ígjøgnum upp á tvær vikur, uttan at nøkur teknisk skipan kundi klára hesa broyting; og summar skipanir eru enn ikki til reiðar at handfara broytingina. Hendan samgongan er merkt av manglandi vilja til nakað sum helst annað enn at tæna sær sjálvum og sínum. Vanligi borgarin verð­ur skúgvaður til viks við lygnum, uttanumtosi og vána­ligum undanførslum. Skammið tykkum, øll somul. Eitt verður nevnt livi­ breyðs­politikkari; tit eru verri enn tað. Eg sigi bara sum Salamon prædikarin segði, “Tí at óreiðiligur vinningur ger vísmann til dára, og mut­ ur spillir hjartað.”