mikudagur 7. mars 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 7. mars 2012 · Nr. 29
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú hevur Gerhard Lognberg givið
ilt av sær um heiðurslønir og
symfoniorkestrið. Ofta er í syndini
sitið, og ikki tað sanna gitið. Hvat
hava tey, sum skriva her á landi -
yrkingar, skaldsøgur o. s. fr. fingið í
sín lut av klingandi málmi? Lítið og
einki... men tey blíva við at skriva,
hóast hesa trongu støðu... tann,
sum æru býður, er æru verdur, og
teimum, tú nýtir gott av, skalt tú
rósa. Hví kunnu hesi fólk og listafólk
í síni heild ikki fáa nakrar krónur úr
okkara felags kassa? Hetta plagar
at vera góður javnaðarpolitikkur.
Gerhard, lukka, aftur til munn
harpuna..... tú hevur fingið okkurt
skeivt í rangastrúpan.
Mítt undurfulla lítla land
Eva Chortsen/ Frits Johannesen
1. Mítt undurfulla lítla land,
so stórbært er, so milt og blítt.
Ver tú fremst, har tú kanst.
Okkar' virðileiki, ert tú
í friðarligum stríð' for lív,
um líkarætt, er vár trú.
2. Mítt undirfulla lítla land,
so stórbært er, so milt og blítt;
at lata gluggan upp
er ein føgur myndatala,
at síggja mangt, sum fjøllbroytt er,
ið raknar við úr dvala.
3. Mítt undurfulla lítla land,
so stórbært er , so milt og blítt.
Bert tann, sum margfalt sær ,
sær mangt nýtt, sum er ein loyna,
sum fólkastýri oysir av,
við hjartarót man goyma.
4. Mítt undurfulla lítla land
so stórbært er, so milt og blítt.
Lat orðið verða frítt.
Tað er bót til fólkaræði,
lat allar røddir møtast tá
í spekt í sama lagi.
5. Mítt undurfulla lítla land,
so stórbært er, so milt og blítt.
Gakk fram í tign og trú,
lat alt smáligt okkum gloyma.
Tín styrki er so stórbær,
sjálvt eitt lítið land kann goyma.
Frits Johannesen
Fyri eini 10 árum síðani
mælti Búskaparráðið til,
at
fiskirættindi
undir
Føroyum blivu seld á
uppboðssølu. Síðan hava
vit hoyrt og sæð argument
bæði fyri og ímóti.
Um hettar er ein góð
skipan er ilt at meta um,
tí, mær vitandi, er hon
ikki nógv roynd.
Ein roynd bleiv tó
gjørd í fjør í samband
við makrelbýti, og harav
kann nakað lærast.
Í sjeytiárunum vórðu
flakavirki bygd á næstan
hvørjum tanga, og eisini
bleiv í fiskivinnupolitikk
inum hædd tikin fyri, at
rávørugrundarlag
var
runt alt landið.
Illa gekst tó flaka
virkjunum at fáa end
arnar at røkka saman, og
tí bleiv politiskt skipað
soleiðis fyri, at eitt miðal
væl
rikið
flakavirki
skuldi hava eitt ávíst
skiftisíkast fyri hvørt
kilo av fiski.
Við
grundarlagi
í
roknskapinum fyri øll
flakavirki, bleiv so ein
ávísur
kilostudningur
veittur gjøgnum Ráfiska
grunnin, so setningurin
um skiftisíkastið hjá tí
miðal væl rikna flaka
virkinum varð náddur.
Hvat henda skipan
førdi til, kenna vit helst
sviðan av enn tann dag í
dag. At vit í dag hava eitt
burðartal sum í 30’unum,
skyldast fyri stóran part
hesi skipan, sum koyrdi
alt samfelagið á heysin
fyrst í 90’unum, og fólk
rýmdu av landinum.
Hugsa vit okkum at
onkur í 80’unum kom við
hesum uppskoti:
•
Flakavirkjum
skal
ikki tryggjast rávøra
í fiskivinnupolitikk
inum
•
Allur stuðul umvegis
Ráfiskagrunnin skal
avtakast
•
Flakavirkini
skulu
virka eftir marknað
artreytum og keypa
alla sína rávøru á upp
boðssølu
Viðkomandi hevði verið
verbalt
avhølvaður.
Argumentini móti slík
um
ørvitistosi
høvdu
verið mong:
•
Hvør vil reka eitt
flakavirki uttan nakra
sum helst trygd fyri
rávøru?
•
Eingin vil fíggja eitt
flakavirki,
har
tú
ikki hevur trygd fyri
rávøru!
•
Hvussu kanst tú hava
fólk í arbeiði, um tú
ikki veitst um tú fært
nakra rávøru?
•
Fært tú onki á upp
boðssølu ein dag, skal
tú so senda fólkið til
hús?
•
Hattar endar við at
nakrir fáir ríkmenn/
strámenn keypa allan
fiskin, osv....
Nei hasin, við slíkum ør
vitis uppskoti, hevur ikki
skil fyri at reka flakavirki,
hevði helst eisini verið
sagt um hann.
Men hvør er so støðan
í dag?
Flakavirkini verða rikin
eftir marknaðartreytum
og keypa rávøruna á
uppboðssølu. Støðan er
nokk ikki verri enn áðrenn
vit fingu uppboðssøluna,
kanska betri, og letur eitt
flakavirki aftur, eru bæði
aktørar
og
fíggingar
stovnar klárir við nýggj
um kapitali og fígging, so
aftur kann farast í gongd.
Eg sigi ikki, at søla av
veiðirættindum umvegis
uppboðssølu er besta
loysnin, men eg vóni
samtíðis heldur ikki, at
vit aftur eina ferð koyra
landið á heysin, áðrenn
vit finna út av at lata
marknaðarkreftirnar
ráða, heldur enn við
politiskum reguleringum
at stýra fiskivinnuni í ov
stóran mun.
Veiðirættindi á
uppboðssølu?
Thormund Johannesen
Skipsførari &
Skipsverkfrøðingur M.Sc.
Mítt undurfulla lítla land
Altarborð uppi á Gjógvarafjalli