Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. mars 2012 · Nr. 29 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Ikki eldrabyrða men eldramegi Hans Pauli Strøm Poengið í míni tíðargrein í vikuskiftissosialinum var, at góðar grundir eru fyri at venda ræðumyndini um “eldra­byrðuna” á høvdið og heldur síggja møguleikar fyri samfelagsligum vinn­ingi í veksandi virknum eldra­ættar­liðum. Hetta skuldu m.a. strikumyndir og talva vísa, sum í greinini tíverri vóru minkað so nógv, at tey vóru ólesilig. Havi tí fingið loyvi frá blaðstjórnini til at taka strikumyndir og talvu uppaftur, so lesarin kann fáa meiningina við. Myndin vísir aldursbroyt­ingarnar síðstu 30 árini, og framskriving næstu 40 árini. Samstundis sum bæði parturin við 0-20 ára gomlum og við 20-65 ára gomlum stendur í stað ella minkar, so veksur parturin av teimum eldri enn 65 ár. Út frá hesi myndini verður trúttað um “eldrabyrðuna”. Haldi hin­vegin, at demografiska og politiska avbjóðingin ikki er tey eldru, men svíkjandi til­gongdin av børnum og ung­um. Henda myndin vísir van­ligu eldrakvotuna, sum 20-64 ára gomul í mun til 65 ára gomul og eldri (niðara strikan). Her forskrekkir man okkum við, at meðan vit nú eru 4 í arbeiðsførum aldri fyri 1 eldri, so vera tað minni enn 2 arbeiðsfør fyri 1 eldri um 40 ár. Men eg havi sett inn eina alternativa eldrakvotu (ovara strikan), roknað sum 20-74 ára gomul í mun til 75 ára gomul og eldri. Hetta er betri í tráð við føroyska veruleikan nú og komandi. Nú sæst, at eldrakvotan frameftir fer at liggja rættiliga støðugt, við umleið 9 fólkum í vinnu­førum aldrum fyri hvørt fólk 75 ár og eldri. Triðja myndin vísir, at arbeiðstíttleikin hjá fólki í vinnuførum aldri í Føroyum er nógv størri enn í Danmark og ES-15 londunum. Men nógv størsti munurin er júst í eldru ættarliðunum: at her halda fólk nógv longri á at arbeiða, ja langt upp í 70-ini. Tí er skeivt at rokna fólk longu frá 65 ára aldri fyri ein búskaparligan útreiðslu­post, men at tey tvørturímóti eiga at síggjast sum eitt potentiali fyri øktum sam­fe­lagsbúskaparligum vinningi. Síðstu 35 árini er livi­ald­urin longdur 5-6 ár. Demo-grafiskar og heilsu-frøðiligar grundir tala fyri, at gongdin heldur fram, soleiðis at livialdurin komandi 40 árini kann longjast 5-6 ár aftrat. Merkisvert er, at fyri tey, sum eru komin upp í 65-70 ára aldur, ger longdi livialdurin so stóran mun, at um 40 ár kunnu menn í miðal liva til 85-90 ára aldur og kvinnur í miðal til 91-96 ár. Uppaftur størri positivan týdning hev­ur tað, at tað er tey góðu arbeiðs­føru og lívsvirknu livi­árini, sum gerast longri, og ikki tey sjúku og ófullføru. Tí eru allar grundir fyri at venda tosinum um ræðandi eldrabyrðu á høvdið, og heldur tosa um stóru møgu­leikarnar í veksandi ættar­liðum av arbeiðs- og lívsvirknum eldri fólki. Broytingar í aldurssamanseting 1980-2050 - 5.000 10.000 15.000 20.000 25.000 30.000 1980 1985 1990 1995 2000 2005 2010 2015 2020 2025 2030 2035 2040 2045 2050 20-64 ár 00-19 ár 65 ár og eldri Eldralutfall: fólk í arbeiðsførum aldri í mun til tey gomlu 15,4 9,0 9,4 1,9 5,0 3,9 0 3 6 9 12 15 18 1980 1985 1990 1995 2000 2005 2010 2015 2020 2025 2030 2035 2040 2045 2050 Eldralutfall við 75 ár og eldri Eldralutfall við 65 ár og eldri Fólk í vinnu í % av fólkatali eftir aldri, í Føroyum, Danmark og ES 0 10 20 30 40 50 60 70 80 90 100 15 - 19 ár 20 - 24 ár 25 - 29 ár 30 - 34 ár 35 - 39 ár 40 - 44 ár 45 - 49 ár 50 - 54 ár 55 - 59 ár 60 - 64 ár 65 - 69 ár 70 - 74 ár Føroyar Danmark ES-15 l d Miðal livialdur, frá 0-1 ára aldri Roknað fyri 1975 Roknað fyri 2010 Mett fyri 2050 Økt liviár 1975-2010 Økt liviár 2010-50 Menn 72,4 77,2 82 4,8 5 Kvinnur 76,7 82,9 89 6,2 6 Miðal liviár eftir, frá 65-70 ára aldri Menn 14,5 17,1 20 2,6 3 Kvinnur 16,1 20,8 26 4,7 5 Eyðun á Borg og tann einfalda frágreiðingin Hjalmar P. Petersen Hann sigur, Eyðun, at tann einfalda frágreiðingin uppá, at mann sigur ein øl, er, at talan er um eina fløsku, og hon er kvennkyn. Nei, so er ikki. Og hvussu forklárar Eyðun so kallkynsformin: ølurin? Her er so eingin fløska aftanfyri. Talan er um konkret navnorð og massanavnorð. Tað sæst aftur í vatn. Vit hava tvey stór vøtn í Vágum. Leitisvatn og Fjallavatn. Men Eyðun kann ikki siga, at ‘eg fari at drekka fleiri góð vøtn’, á sama hátt sum hann ikki kann siga ‘eg fari at drekka fleiri góð øl’. Viðvíkjandi orðanýtslu míni. Well, tolir Eyðun ikki orðavalið, so sløkk útvarpið.