mikudagur 7. mars 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. mars 2012 · Nr. 29
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
Upp undir jól tann 12. desember
hoyrdi eg lýst í kringvarpinum,
at Jákup Klein í Vági, ættaður úr
Vestmanna, var deyður 95 ára
gamal. Við hesi lýsing komu nógv
minni fram fyri meg.
Tái eg nú fari at royna at seta
nakað á blað, so er tað ikki einans
um Jákup, men eisini um slupp
tíðina og lívið umborð, sum var
so ólíkt tí hjá fiskimonnum nú á
døgum.
Jákup hevði sín uppvøkstur á
Heygum í Vestmanna. Foreldur
hansara vóru Elsa og Edmund
Klein. Pápin var ein vælkendur
skipari, sum frá 1923 til 1935 førdi
vestmannasluppina Milly VN 215,
sum hann keypti í Íslandi í 1923. Tá
ið hann kom til Føroyar við henni
gjørdist slíkt ódnarveður, at tað tók
teimum 18 samdøgur av Reykjavík
til Vestmanna.
Tað gekk Edmundi væl at fáa
fisk. Pápi mín, Petur Mohr Hansen,
vanliga nevndur Petur á Garði,
sigldi við Edmundi tey flestu árini,
hann førdi skip. Teir vóru vinir, og
teirra vinskapur vardi lívið út.
Vit vóru tríggir brøður, sum
vuksu upp á Garði. Allir byrjaðu vit
okkara sigling við Milly. Har byrjaði
Jákup eisini sítt sjólív, og vit vóru
saman tey seinastu árini, Edmund
førdi Milly. Vit ikki einans sigldu
saman men gjørdust eisini vinir.
Og nú er Jákup farin. Eg eri nú
tann einasti eftir av manningini við
minnunum. Tey álvarsomu, tá ið
vandin var hóttandi. Tá ið tað gekk
væl, og so tey meira stuttligu. Tey
hava sín stóra týdning.
Lívið umborð á ein slupp
Men latið okkum hugsa okkum um
støðurnar umborð á eini slupp. Hon
var ein lítil flótandi eind á víðum
havi, har umleið 20 mans skuldu
liva saman. Henda lítla eindin
var teirra arbeiðspláss. Her var
ein eisini innistongdur í frítíðini.
Hugsa vit so um lugarið var tað
felagsrúm fyri alla manningina.
Her var maturin tilgjørdur og etin.
Umleið 14 mans skuldu sova í lugar
inum. Har skuldu teir eisini vera á
frívaktini, og ikki vóru allir líka
lágmæltir. Her vóru eisini teir, sum
vóru tyngdir av heimlongsli ella
av aðrari orsøk vóru í ringum hýri.
Ein orsøk kundi vera, at tað hevði
gingist illa við snørinum. Hetta
merkti í sjálvdrátti inntøku har
eftir. So kundu vera aðrir, sum sótu
har í góðum hýri.
Í lugarinum fór fram nógv kjak
um ymiskt. Her vóru góðar um
støður fyri ósemjum, sum eisini
kundu taka seg upp av og á. Men
ótrúliga sjáldan.
Her høvdu vit bert tann stutt
leika, sum vit sjálvir kundu fáa
burtur úr einum og øðrum. Júst
hetta hevði stóra interessu fyri
Jákup. Ofta kom hann og segði:
“Kunnu vit ikki fáa nakað burtur úr
hesum?” So var farið í holt við tað.
Vit høvdu gjørt tær royndir, at ein
góður látur er sunnur og hevði eina
góða ávirkan.
Hvat kundu vit so fáa nakran
stuttleika burtur úr? Lat meg
taka tvey dømi fram. Vit høvdu
ein dugnaligan kokk. Hann bakaði
breyð til okkum. Tað var ikki
hvørjari slupp givið at hava ein
slíkan kokk. Vanliga fingu menn
bert keks. Samstundis var hann eitt
sindur sjáldsamur. Hann nevndi
ongantíð seg sjálvan í fyrsta persón,
eg ella meg, men altíð við navninum
Mouris. Honum dámdi væl at fáa
onkran stuttleika burtur úr. Hann
legði einki í, um tað varð gjørdur
eitt sindur av látri burtur úr honum
sjálvum.
Valdi móttikin við
»fullum musikki«
Nú var tað so, at vit seint á sumri
fóru inn á Finnafjørðin við Langa
nes. Har búði bóndin Valdi. Tað
gretti ikki, at so skjótt vit vóru
har, so legði Valdi frá landi og kom
umborð at bidda, og tað var bæði
eitt og annað. Tað var altíð kokkin,
hann fyrst legði á.
Eina ferð vit vóru á veg inn á
Finnafjørðin, læt tað í Mourisi:
“Kunnu vit ikki gera nakað fyri at
styggja Valda burtur?” Jú, okkurt
mátti kunna lata seg gera. Vit funnu
so uppá at taka ímóti Valda við eini
konsert. Musikktólini skuldi vera
alt tað, ið kundi larma, sum grýtur,
lok, føt, borðiskar , knívar o.s.fr.
So søgdu vit við kokkin, at hann
skuldi vera dirigentur. Tað var í
lagi, segði hann. “Eg gleði meg til
starvið”. Síðan komu vit inn á Finna
fjørð. Heldur ikki nú sló tað feil.
Valdi kom við tað sama umborð til
okkara. So var orkestrið uppá pláss
og Mouris stóð klárur at dirigera.
So skjótt við sóu beinini á Valda í
leytaranum, gav Mouris tekin til,
at nú skuldi spælast. Hann veipaði
aftur og fram, upp og niður við diri
gentstokkinum, og vit “musikarar”
sótu og bardu okkara “musikktól”.
Tað var eitt øgiligt larmiterilsi.
Valdi royndi at fáa kokkin á
tal, men hann passaði bara sítt
arbeiði sum dirigentur. Í øðini fór
Valdi upp úr lugarinum. Tað varð
hugt eftir, hvar hann fór, jú aftur
til skiparan. Tað vardi ikki leingi, so
kom hann aftur við skiparanum.
Mouris aftur at dirigera, og tað við
lít. Orkestrið gjørdi aftur sítt besta.
Tá ið skiparin sá hetta sjáldsama
orkestrið, har Mouris stóð framman
fyri og veittraði við træpinninum,
var hann við at smella í dúrkið av
berum látri. Tann dagin fekk Valdi
lítið burtur úr sínum biddarí men
nógvan látur. Seinni var farið í
land at keypa seyð frá Valda. Tað
var forkunnugt hjá okkum at fáa
lambskjøt.
»Ikki ein kjaftur skal
smakka Mourisa súltutoy
uttan skiparin«
Árið eftir komu vit aftur inn á
Finnafjørðin. Heldur ikki hesa ferð
gretti tað. Valdi legði frá landi, so
skjótt vit vóru í nánd. Valdi hevði
hesa ferð ein pjøka við. Í honum
vóru rabarbur, sum var ein gáva til
kokkin.
Lagið á kokkinum var ikki gott
henda dagin. Vit høvdu óivað gjørt
eitt ella annað, sum ikki var honum
til vildar. Tá ið vit so søgdu, at vit
gleddu okkum til at fáa rabarbu
súltutoy, svaraði hann stutt og
hvast: “Ikki ein kjaftur skal smakka
Mourisa súltutoy uttan skiparin.”
Kokkurin var so farin í holt við
rabarburnar. Hann skar tær í smá
petti. So í eina lítla jarngrýtu við
teimum saman við eini rúgvu av
sukri. So var sett útá. Vit fylgdu væl
við, hvussu gekk, meðan vit endur
tóku, hvussu vit gleddu okkum til at
fáa súltutoy, samstundis sum hann
endurtók sítt, at ikki ein kjaftur
skuldi smakka Mourisa súltutoy
uttan skiparin.
Av og á rørdi hann í grýtuna,
har alt gekk sum tað skuldi, sukrið
bránaði og rabarburnar blotnaðu.
Men so fór at ganga trekari og trek
ari at røra, grýtan for at mala, og at
enda stóð tann lítla sleivin føst.
Mouris tók ta lítlu jarngrýtuna av
og setti hana til viks. So hvarv
hann.
Vit høvdu tá skaffað. So var
farið at kanna, hvussu til stóð við
súltutoynum. Alt var brent fast.
Tann lítla jarngrýtan og tað, ið vera
skuldi súltutoy, bleiv líkasum ein
heild. Har var einki at gera.
Men hvat so? Jú, her mátti okk
urt stuttligt fáast burtur úr. Vit
fóru undir at kóka kaffi og fáa sett
á borðið, men bert til ein persón. So
var farið aftur eftir skiparanum.
Men fyrst var farið í maskinrúmið
eftir meitil og hamara, sum varð
lagt við grýtuna.
Skiparin var farin í koyggjuna
men lat seg í aftur og kom fram í
lugarið. Tað vildi vera so forkunnugt
at fáa súltutoy. “Ja, men hví er sett
á borðið til bert ein persón,” spurdi
skiparin. “Skiparin veit, at hann
er tann einasti, ið skal smakka
Mourisa súltutoy”, søgdu vit og
løgdu afturat, at vit mugu bara sita
og munga. “Hvar er súltutoyið?”,
spurdi hann. “Í hasi lítlu grýtuni.”
Hann fór so at fáa sær og koyrdi
eina skeið niður í grýtuna. Men
tað stoytti sum móti jarni. “Hvat
er hetta fyri nakað”, kom tað frá
honum. “Hetta er Mourisa súltutoy,
Til áminningar um Jákup Klein:
Hugleiðingar frá slupptíðini
Tann 94 ára gamli Johan Hansen úr Kollafirði hevur verið trúboðari meginpartin
av lívinum. Men sum ungur var hann til skips saman við Jákupi Klein í
Vági. Johan hevur skrivað hugleiðingar um teirra skipstíð saman
Jákup Klein gjørdist 95 ára gamal.
Hann giftist til Vágs við Marthu
Hetta var lívið umborð á eini slupp. Menn standa við snørið