mikudagur 7. mars 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 7. mars 2012 · Nr. 29
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
men har liggur reiðskapurin við
síðuna av, sum hóskar betur.” Hann
hugdi, hamar og meitil. Tá gjørdist
tað greitt fyri skiparan hvussu til
stóð, og allir av manningini skóru
úti: “Ikki ein kjaftur skal smakka
Mourisa súltutoy uttan skiparin.”
So var látur og skiparin flenti í
kíki.
So var sett á borðið til allar, te og
kaffi og súltutoyrestir skiparans.
Seinast tað hoyrdist til súltoyið, var
tá ið tann lítla jarngrýtan við súltu
toynum av Mourisi sjálvum varð
blakað fyri borð á víðum havi.
Við tí stuttleika, vit fingu burtur
úr Mourisa súltutoy, er tað ein
spurningur um tað ikki var meira
vert enn eitt sindur av súltutoy
smurt á eina keks, so forkunnugt
tað enn vildi verið.
Tann stuttleiki, ið kundi fáast
burtur úr ymiskum, hevði veruliga
stóran týdning í tí einstáttaða lívin
um umborð á eini slupp tá í tíðini.
Vinskapurin við Jákup Klein
Fyri at venda aftur til Jákup Klein,
so hevði hann stóran ans fyri
hesum at fáa okkurt stuttligt í lag.
Men tað skuldi vera við skynsemi
og mátti ikki sára nakran. Her vóru
vit á einum máli.
Sum vinir høvdu vit nógv saman,
men vegir okkara komu at skiljast.
Edmund Klein kom av við Milly.
Vit komu tá við øðrum skipum og
skiparum.
Á heysti 1938 fór eg til Danmarkar
fyri at útbúgva meg innan sigling
við farmaskipum. Eg hevði sum
mál at koma við gullsnórum á eina
brúgv.
Jákup helt áfram í føroyska fiski
flotanum. So kom heimsbardagin
og alt samband millum Føroyar
og Danmark varð slitið. Í fyrsta
krígsárinum hendi tað, sum kom at
broyta mín lívsveg. Eg mátti fyribils
kvitta sjólívið, og hetta gjørdist
med alla. Tá kom eg at búsetast í
Danmark, og tá kom sambandið
við tey á Heygum at gerast nakað
fjart.
Men tá ið eg árini 1963-68 var
fyristøðumaður á Tórshavnar Sjó
mansheimi – fimm vælsignað og
rík ár, varð sambandið við tey tikið
upp aftur.
Men nú var nógv broytt í heimi
teirra. Edmund Klein sat nú einsa
mallur, konan var deyð. Jákup, tann
elsti av fýra systkjum, var búsettur
í Vági. Annar sonurin, Leivur, búði
í Noregi og sigldi við norskum
skipum. Edith, elsta dóttirin, hevði
búð í Onglandi og var deyð har.
Tann yngsta av børnunum, Sanna,
búði í Válinum.
Tá ið eg so vitjaði mín gamla
skipara, og vit tosaðu saman um
mangt og mikið, var tað sera kenslu
borið. Missurin av Milly neit fast,
men missurin av Edith, dóttrini,
og konuni, tað neit heilt øðrvísi.
Men vit høvdu so mangt annað at
tosa um. Tey mongu minnir, bæði
álvarslig og stuttlig. Vit tosaðu
eisini um ta livandi vónina, okkum
var givin við trúnni á Jesus, hin
krossfesta og upprisna Frelsara vár,
og bóðu vit eisini saman.
Tá so Edmund Klein doyði,
vildi tað soleiðis til, at eingin av
hansara børnum kundu koma til
jarðarferðina. Tað kom at laga seg
soleiðis, at tað var manning av Milly,
ið bar hann til gravar. Áðrenn farið
var úr heiminum á Heygum helt
eg eina stutta talu, har Edmund í
stuttum varð mintur sum persónur,
men eisini sum skipari. Men eisini
hvat hann bygdi sítt lív á.
Hitti Jákup aftur
Eg var ein stuttan túr í Føroyum
fyri 10 árum síðani. Eg skuldi úr
Kollafirði til Havnar við bussi
hjá Bygdarleiðum. Tá ið eg steig í
bussin, beri eg eygað á Jákup. Hann
sá eisini meg og gjørdi pláss til mín
á sama setri. Hann var á veg úr
Klaksvík til Vágs. Vit høvdu ikki
tosað leingi. Tað varð minnini frá
tíðini, vit vóru saman við Milly, sum
tikin vóru fram, mest tey stuttligu.
“Kann tú minnast”, varð ofta tikið
til.
Ovarlaga í minnisrúgvuni var
tað, sum tikið eru við í hesi grein
um orkestrið og súltutoyið hjá
Mourisi.
Vit fingu eina góða løtu saman
og var tað okkum alt annað enn
lætt at siga farvæl. Tað er við sterk
um kenslum, at eg nú endi hesar
minningar.
Tøkk til Johan
Johan skal hava tøkk fyri hesa lýsing
av einum evni, sum ikki so nógv
hevur verið skrivað um, nevniliga
hvussu menn kundu stuttleika sær
umborð á sluppunum.
Tað verður kanska eina ferð
seinni komið aftur til Johan, sum
eisini eigur sítt íkast í bókini “Havið
tók teir”.
Skal enda við at takka honum
fyri hansara tíð á sjómansheiminum
í Havn. Hóast nakað seint skal
eisini nýtast høvi til at ynskja Astu
og Johan tillukku við teirra 70 ára
brúdleypsdegi í fjør.
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Johan Hansen byrjaði sum
fiskimaður men gjørdist
mannafiskimaður sum trúboðari
Edmund Klein var skipari við Milly
Ikki hevur verið lætt at vera kokkur við slupp. Hentleikar
vóru snøgt sagt eingir. Hetta er kokkurin á Verdandi
Alt, sum ikki var arbeiði, gekk fyri seg í lugarinum. Tekning: Bárður Jákupsson