mikudagur 7. mars 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. mars 2012 · Nr. 29
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Pætur Albinus
Tað hoyrir til undantakið meiri
enn regulin, at stríðsval er um for
manssessin í einum føroyskum
fótbóltsfelag. Í so máta var mána
kvøldið eindømi í skjótt 83 ára
gomlu søguni hjá ÍF Føroyum.
Tveir mans bjóðaðu seg fram sum
formenn. Talan var um 32 ára gamla
fuglfirðingin Birgar Larsen, og 29
ára gamla Ingibjørn Johannesen
úr Sandavági.
Ingibjørn var frammanundan
partur av nevndini hjá ÍF Føroyum
og hevði virkað sum formaður,
meiri ella minni, seinasta árið. Tí
var tað púra natúrligt, at hann bjóð
aði seg til at taka yvir eftir Petur
Niclasen, sum ikki hevur stundir at
røkja formanssessin longur. Hesum
boðaði Ingibjørn frá á ársfundi
felagsins í januar. Á sama fundi
boðaði Birgar Larsen frá, at hann
eisini gjarna vildi røkja formans
sessin og soleiðis var lagt upp til
stríðsval í felagnum fyri føroyskar
fótbóltsútisetar, sum telur umleið
100 limir.
Á aðalfundinum mánakvøldið
var tó lítil ivi. Ingibjørn fekk tær
allar flestu atkvøðurnar og varð
soleiðis formelt valdur til formann
í fótbóltsdeildini hjá ÍF Føroyum
hetta kvøldið.
Fegin formaður
Ingibjørn
Johannesen
fegnast
sjálvsagt, nú hann er formaður í ÍF
Føroyum.
– Seinasta árið ella so havi eg
røkt fleiri av formansuppgávunum.
Hesa tíðina hevur nevndin verið
ógvuliga væl skipað, vit hava havt
eitt skilagott arbeiðsstev og eitt
greitt uppgávubýti. Tí fegnist eg
av sonnum um álitið limir okkara
hava víst mær og okkum í nevndini,
soleiðis at vit sleppa at halda áfram
við arbeiðinum og ætlanunum, vit
hava, greiðir Ingibjørn frá.
Arbeiðið, Ingibjørn sipar til, er
fyrst og fremst at skaffa felagnum
fleiri stuðlar, soleiðis at tað hvílir
betri fíggjarliga. ÍF Føroyar hevur
svørt tøl á botnlinjuni, men, sum
formaðurin tekur til, so skal hvør
einasta króna vendast.
– Hetta hevur nevndin dugað
ómetaliga væl seinasta árið. Men
felagið er framvegis tengt at hvørj
um einasta stuðli, og tí skal stórur
partur av okkara orku nýtast her,
greiðir Ingibjørn Johannesen frá.
Fokus á samskifti
Men kreftir skulu eisini nýtast á
øðrum frontum. Nevndin ynskir at
styrkja um samskifti hjá felagnum,
bæði samskiftið innanhýsis og
úteftir.
– Seinasta árið eru vit vorðin
meiri sjónlig í føroyskum fjølmiðl
um. Vit merkja ein stóran áhuga
fyri felagnum úr Føroyum, og her
ynskja vit at verða uppaftur betri.
Somuleiðis ynskja vit eisini at
styrkja samskifti millum nevnd
ina, venjarar og limirnar, soleiðis at
eingin ivast í ynskjunum og arbeið
inum, vit hvør í sínum lagi leggja í
felagið, sigur nývaldi formaðurin.
Eitt felag í framgongd
Tað er ikki bara nevndin og nýggi
formaðurin, sum fara undir eitt
nýtt kappingarár. Um ikki so langa
tíð fara liðini, ÍF Føroyar fevnir um,
øll í eldin.
– Vit hava seks lið, sum er eitt
meiri enn í fjør. Hesi hava øll
staðið seg væl ítróttarliga, og tað
fegnast vit sjálvsagt um. Flestu
venjararnir frá í fjør halda eisini
áfram, og tí bæði vóna og vænta vit,
at ítróttarliga menningin heldur
áfram, sigur Ingibjørn Johannesen
at enda.
albinus@sosialurin.fo
Fótbóltur Ingibjørn Johannesen er nýggjur formaður í føroyska fótbóltsfelagnum í Keypmannahavn. Sum
formaður er hansara aðalmál at virka fyri, at felagið hvílir fíggjarliga og størri dentur verður lagdur á samskifti
Útisetafelag í framgongd
ÍF Føroyar er framvegis tengt at hvørjum
einasta stuðli. Tí fer nevndin at brúka nógva
orku til at tryggja felagið fíggjarliga
Góðar kreftir
ÍF Føroyar telur nógvar góðar mans. Her er fyrrverandi B36-
leikarin Jóhan V. Gunnarsson í dysti fyri útisetafelagið
Leikandi formaður
Umframt at vera formaður er Ingibjørn Johannesen eisini virkin í verjupartinum á vøllinum
Myndir: Rólant Waag Dam