Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-07, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 7. mars 2012 · Nr. 29 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Ein av lyklaleikarunum hjá Team Klaksvík, Zarko Pejovic, fer av persónligum orsøkum heim aftur til Serbia og spælir ikki við liðnum aftur hetta kappingarárið. Tað veit Norð­ lýsið at siga. Saman við hinum serbanum í felagnum, Filip Jojic, hevur Zarko Pejovic verið ein av berandi kreftunum hjá Team Klaksvík, sum í inniverandi kappingarári hevur víst seg at hava tikið seg nógv fram og í løtuni liggur á triðaftasta plássi saman við StÍF. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Tað hevur valdað óskil á dystar­áset­ ingunum hjá Hondbóltssambandi Føroya fyri fremstu mans- og kvinnu­deildina í ár, sum í stóran mun hevur verið løgd eftir hvørjir dómarar hava verið tøkir. Fyri stuttum lá í kortunum, at tveir dystir skuldi spælast eftir seinasta leikdag – nevniliga teir báðir í Atlantic Airways-kappingini hjá monnum ímillum KÍF - VÍF og Team Klaksvík - H71. Støðan var serliga óheppin, tí at trý av hesum fýra liðunum eru avgerandi partur av oddastríðnum, og í einum ringasta føri kundi fyrikomið, at KÍF í hesum útsetta dystinum sjálvt kundi velja, alt eftir um teir taptu ella vunnu, um teir vildu møtt VÍF ella H71. Neyvan liggur tað nøkrum liði nær at tapa ein dyst við vilja, men ein slík støða fær javnan drúgva umrøðu og setir nógv spurnar­ tekin. Eingin loysn enn Í fyrsta umfari hevði Hond­bólts­ sam­band Føroya trupulleikar við at finna nýggjan leikdag, av tí at ásettu hallirnar á einum møguligum nýggjum leikdegi vóru útleigaðar til annað endamál. Nógv bendir nú á, at hondbóltssambandið hóast alt fer at fáa greiðu á fløkjuni. Kappingarnevndin í Hond­ bóltssambandi Føroya váttar nevniliga, at tað framvegis einki er av­gjørt. Feløgini eru hoyrd í mál­ inum, støðan kann gerast óheppin og roynt verður at finna eina loysn. Nevniliga ein leikdag, sum ikki liggur seinni enn upprunaliga sein­ asta leikdagin. albinus@sosialurin.fo HSF roynir at greiða fløkjuna Team Klaksvík uttan lyklaleikara Hondbóltur Liðið hjá Team Klaksvík verður skert restina av kappingarárinum, eftir at Zarko Pejovic fer heim aftur til Serbia Stórur missur Zarko Pejovic, fer heim aftur til Serbia og spælir ikki við Team Klaksvík aftur hetta kappingarárið Mynd: Álvur Haraldsen Hondbóltur Útsettir dystir og hallarviðurskifti vóru um at geva HSF høvuðpínu, og ætlaði sambandið at leggja tveir møguliga týðandi dystir í AA-kappingini eftir seinasta leikumfar. Nú er tó líkt til, at greiða fæst á støðuni Tveir dystir skuldi spælast eftir seinasta leikdag – nevniliga teir báðir í Atlantic Airways-kappingini hjá monnum ímillum KÍF - VÍF og Team Klaksvík - H71 Mynd: Álvur Haraldsen