Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-07, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2012síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. mars 2012 · Nr. 29 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í morgin leygardagin HITalag avfall lufttrýstið Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið fríggjadagin VESTFALLSKYRRINDI 27/2: Mánin longst frá jørðini 1/3: Fyrra kvarter 8/3: Fullmáni 10/3: Mánin næstur jørðini Kelda. Álmanakkin 2012 Suðuroyar-/ Vágafirði Skúvoyar-/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna- sundi Mykines- firði Nólsoyar- firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar-/ Svínoyarfirði Hvanna- sundi Fugloyar- firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. Fyrrapartin stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar, men um middaksleitið upp +I skrið av suðri og regn. Um kvøldið minni vindur og yvirhøvur turt. Hitin milum 5 og 8 stig. Strúkur í vindi upp í hvassan vind av útsynningi og sólglottar, menn eisini okkurt ælið. Hitin millum 3 og 6 stig. Veðrið leygardagin: Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 6 og 10 stig. 6. mars 04:50 17:12 03:50 16:12 04:05 16:27 06:50 19:12 07:50 20:12 03:05 15:27 02:05 14:27 05:05 17:27 06:05 18:27 04:35 16:57 05:50 18:12 7. mars 05:35 17:54 04:35 16:54 04:50 17:09 07:35 19:54 08:35 20:54 03:50 16:09 02:50 15:09 05:50 18:09 06:50 19:09 05:20 17:39 06:35 18:54 8. mars 06:14 18:37 05:14 17:37 05:29 17:52 08:14 20:37 09:14 21:37 04:29 16:52 03:29 15:52 06:29 18:52 07:29 19:52 05:59 18:22 07:14 19:37 9. mars 07:00 19:24 06:00 18:24 06:15 18:39 09:00 21:24 10:00 22:24 05:15 17:39 04:15 16:39 07:15 19:39 08:15 20:39 06:45 19:09 08:00 20:24 10. mars 07:48 20:14 06:48 19:14 07:03 19:29 09:48 22:14 10:48 23:14 06:03 18:29 05:03 17:29 08:03 20:29 09:03 21:29 07:33 19:59 08:48 21:14 12-17 m/s 8-13 m/s 10-15 m/s 12-17 m/s 8-13 m/s 14-19 m/s 5/8°C 3/6 °C 5/8 °C Síðstu nátt: Eitt stormlágtrýst, 943 hPa. norðanfyri Ísland stendur mestsum í stað og grynnist. Komandi nátt: Lágtrýstið í landsynning úr Hvarvinum kemur hendavegin og dýpist. Brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum í morginn á middegi. Barndóms­ minni og eygleið­ i­ngar “Barndómsminni og eygleiðingar” er evnið á fjølbroyttari og forvitnisligari framsýning hjá listabreytini á NámX, sum letur upp í Mentamálaráðnum hósdagin 8. mars 2012, kl. 15.00. NámX fevnir um allar 10. flokkar í Tórshavnar kommunu. Framsýningin í Mentamálaráðnum lýsir evnið “Barndómsminni og eygleiðingar” í akrylmálningum og fotomyndum. Á listabreytini ganga 22 næmingar, sum hava víst listini stóran alsk og áhuga. Næmingarnir hava í hesum skúlaárinum arbeitt við størri og smærri verkætlanum, har teir hava havt høvi at roynt tilfar og tøkni av ymiskum slag. Íblástur til skapandi evni, hava næmingarnir fingið, við m.a. at vitja listasøvn, listafólk og seta seg inn í altjóða og serliga føroyska list. Arbeiðið við akrylmálningunum hevur givið næmingunum royndir í at arbeiða við litum, skapi og at mála við akryl. Íblástur til málningarnar hava næmingarnir fingið við at hugleiða og hyggja at myndum frá barndóminum. Myndatólið er eitt nógv brúkt og vælumtókt tól hjá ungdómi í dag. Í Eysturskúlanum, har NámX húsast, hanga fleiri hugtakandi fotomyndir, sum listamaðurin Ingi Joensen hevur tikið. Listabreytin greinaði hesar myndir, og fekk síðani vitjan av Inga, sum greiddi næmingunum frá sínum arbeiði sum listamaður. Hetta var byrjanin til uppgávuna við fotomyndum, sum næmingarnir hava gjørt sum einstaklingar ella í bólki. Til ferniseringina hósdagin fara næmingar á NámX at framføra sangir og hugleiða yvir egnar myndir. Framsýningin er opin hósdagin frá 15.00-17.00 og er síðani opin til 1. mai í vanligari arbeiðstíð hjá Mentamálaráðnum. Øll eru vælkomin. Sement hevur aldrin verið so stórt áður. Heili 25 bólkar fara at kappast um at gerast føroya besti nýggi bólkur. Stórt sæð øll nøvnini eru full­ komiligani nýggj í føroyskum tónleikahøpi, so spennandi verður at hoyra, hvørji tón­leika­talent føroyskar garasjur og føroysk neyst hava fram­leitt seinasta árið. Sement er ein tónleika­ kapping, sum Margarin­ fabrikkin skipar fyri, og endamálið við kappingini er at menna nýggjan føroyskan tónleik. Hetta er fjórða árið á rað, at Margarinfabrikkin skipar fyri hesi kapping, og áhugin er vaksin fyri hvørt ár. Sement er farið frá at vera eitt lítið projekt, ið varð royndarkoyrt í 2008, til at vera eitt afturvendandi og væleydnað tiltak, ið ein og hvør tónleikaáhugaður í Før­ oyum kennir til. Sement er einasta veruliga tónleikakapping í landinum í løtuni, og tí kann ikki leggjast nóg stórur dentur á, hvussu umráðandi henda kappingin er. Øll tiltøkini eru í Perluni í Havn - Øll tiltøkini byrja kl. 20 - 3 innleiðandi umfør – 1 finala - 1 bólkur/einstaklingur sleppur at vinna heitið sum Føroya besta nýggja navn! Wild card Eins og í fjør kunnu dóm­ ararnir velja eitt ‘wild card’. Hetta merkir, at umframt tey 2 nøvnini, ið koma víð­ ari úr hvørjum umfari (sum eru 6 tilsamans), fara dómararnir at velja eitt navn aftrat úr øllum trimum undanumførunum, ið sleppur í finaluna, soleiðis at tað vera 7 bólkar/einstaklingar, ið mynda finaluna. Hettar verður kunngjørt aftaná síðsta undanumfar – tað vil siga leygarkvøldið. Í høvuðsheitum eru hesi dómarar: Lena Anderssen, Fróði Løkságarð og Jón Tyril. Men av ymsum ørsøkum verður onkur útskifting okkurt kvøldið. Størsta Sement nakrantíð