Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mars 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ mars 2004 ] [ 3 ] [ 2 ] [ mars 2004 ] 2. Ð Á NÁMSFERÐ Í PARÍS OG MARSEILLE 18 næmingar í 2. Ð á Føroya Studentaskúla hava brynjað seg í 2 ár til námsferð í Frak- landi, tó ikki eins harð- liga og víkingarnir fyri 1.000 árum síðan, tá teir herjaðu á París. Teir fóru á námsferð at vinna sær nýtt land og betri lívskor aðra- staðni. 2. Ð fer á náms- ferð at vinna sær kunn- leika og førleika at bøta um lívsmøguleik- arnar í egnum lívi og landi Verkætlan og námsferð Blaðið, tygum nú lesa, er partur av verkætlan í sam- bandi við námsferðina. 2. Ð hevur arbeitt dúgliga at fáa til vega tilfar til blaðið. Tey hava sjálv skrivað nógvar greinir og gjørt ein hóp av kanningararbeiði. Tey hava eisini havt samband við ein hóp av fyritøkum, handlum, virkjum og skúlum, sum hava stuðlað námsferðini við lýsingum. Sosialurin hevur víst ómetaliga stóra vælvild í sambandi við um- bróting og prenting. 2. Ð takkar hjartaliga øllum, sum hava latið lýsingar, og sum hava hjálpt til á annan hátt. 120 víkingaskip leypa á París Víkingarnir verða umrøddir soleiðis í fronskum søgu- bókum: "París slapp við neyð og deyð undan teirra oyðingarferðum. Víkingarnir hóttu franska ríkið. Teir róðu móti streyminum nið- an eftir fronsku áunum, rændu, settu eld á, oyddu og drupu uttan afturhald. Alt mátti lúta fyri teimum. Einaferð róðu teir við sínum 120 longu og mjáu skipum niðan eftir Seineánni og steðgaðu ikki á fyrr enn mitt inni í París. Har løgdu teir seg undir býarmúrar- nar kring tær báðar kendu áaroyggjarnar "Ile de la Cité ", har sjálv Notre Dame stendur í dag, og "Ile St. Louis" við Hotel de Lau- zun. Tað var um reppið, at París ikki fall í víkingavald. Greivin Eudes og biskuppur- in Gozlin samskipaðu verj- una, meðan víkingarnir við sínum 120 skipum royndu alt, teir kundu, at sleppa inn um múrarnar." Hetta sigst at vera størsta høvi, parísbúgvar nakrantíð hava havt at vísa sítt dirvi. Tapti París, kundu eisini allir aðr- ir franskir býir rokna við at falla í víkingahendur. París hevði kanska als ikki verið til í dag, um víkingarnir ikki góvust. Tað var eftir henda sigur, at París av álvara vann sær heiðursheitið " drotning býanna". París gjørdist høvuðsstaður í greivadøminum France og at enda í øllum Fraklandi. 2Ð í París og Marseille 2. Ð nemur á hesum sinni land ikki bara í París, men eisini í Marseille. Hesuferð koma norðbúgvarnir loftveg- is og ikki eftir áunum. Hesuferð taka parís- og marseillebúgvar hjálpsamir ímóti teimum, td. rithøv- undin Oumar Dia og sonur hansara Sidane, ið lesur fíggjarstýring á universiteti í París, journalisturin Dom- inique Courcelles á Radio France Internationale og pastorurin Philippe Perril- liat í Marseille. Hesuferð fara norðbúgvar at nema sær franska mentan og ikki at oyða hana. Teir fara at kunna seg um samfelags- viðurskifti, landafrøði, veð- urlag, fólkalív, búseting, etniskar minnilutar, víndyrk- ing, søgu, franskt mál, ítrótt o.m.a. Men teir fara eisini at umboða Føroyar og føroyska mentan, før- oyskt vinnulív, føroyska ferðavinnu, føroyska frí- merkjalist o.a. Teir fara at vitja skúlar, hyggja at fót- bóltsdysti millum kendu lið- ini Olympique Marseille og Bordeaux og eta couscous á senegalesiska emigrant- heiminum Faure de Vaux í París. Teir fara eisini at bjóða so mongum frans- monnum sum gjørligt til Føroya at hyggja at fyrsta landsdystinum millum lond- ini, sum verður á Tórsvølli 8. september í ár. 2Ð og Nóloyar-Páll við fronskum íblástri Tíðirnar broytast. 2. Ð fer ikki at ræna, men at nema sær vitan. Heimliga vitanin er neyðug sum støði at standa á, men altjóða íblásturin er eisini neyðug- ur. Tað var hann eisini á døgum Nólsoyar-Páls (1766-1808). Hans Jacob Debes skrivar: "at eggjanin til broytingar og nýskipanir mátti koma uttaneftir, var nólsoyingurin Nólsoyar-Páll eitt talandi dømi um; føroy- ingar heima høvdu góðtikið viðurskiftini, sum tey vóru, og kravdu ongar broytingar, heldur tvørturímóti…. Nólsoyar-Páll sigst at hava verið í franskari og bretsk- ari herflotatænastu og at hava verið skipari á einum Amerika-skipi....Nóloyar- Páll hevur møguliga verið í Fraklandi undir teirri stóru kollveltingini og í Amerika eftir uppreisturin móti Ong- landi. Um tær stóru hendingar- nar úti í heiminum høvdu ávirkað hann ella ikki, so lík- ist Páll mest einum kollveltingarmanni, tá hann kemur heimaftur um alda- skiftið. Á mongum økjum royndi hann at fáa lands- menn sínar at ganga nýggj- ar leiðir." Hann hevur fingið íblástur úr Fraklandi frá monnum sum t.d. fronsku heimspekingunum Charles de Montesquieu (1689 - 1755) og Jean-Jacques Rousseau (1712 - 1778), sum løgdu lunnar undir demokratiið og fólkaræðis- ligu tjóðskaparrørsluna. 2. Ð hugsar glo- balt, men virkar lokalt Vónandi koma 2.Ð og lær- ararnir Erik Arge og Róland í Skorini, sum verða náms- leiðarar, aftur úr Fraklandi við nýggjum, kveikjandi hugsanum, sum kunnu verða teimum sjálvum til eggjan og Føroyum at gagni. Heimkomnir skulu næm- ingarnir kunna um ferðina bæði við skrivligum uppgáv- um og munnligum framløg- um. 2. Ð takkar enn einaferð hjartaliga øllum lýsarum sínum og øllum, sum stuðlað hava! Róland í Skorini