hósdagur 4. mars 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 44 - 4. mars 2004
Nr. 44 - 4. mars 2004
3
Eilif týtt ein av kirkjufedrunum til føroyskt
Eilif Samuelsen hevur
týtt bókina »Játtanir
Augustinusar«, sum
er um ein av látínsku
kirkjufedrunum
BÓKAÚTGÁVA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Um hálvan mars kemur út
bókin »Játtanir Augustinus-
ar«, sum er um ein av lat-
ínsku kirkjufedrunum, sum
á sín serliga hátt setti dám á
gudfrøði og kirkjulív.
Tað er Eilif Sameulsen,
lærari og fyrrverandi løg-
tings- og landsstýrismaður,
sum hevur týtt bókina.
– Fyri fimmti árum síð-
ani hoyrdi eg um Augusti-
nus á læraraskúlanum og
keypti eina bók við heiti-
num »Augustinus Bekend-
elser«, greiðir Eilif Samu-
elsen frá.
Hetta var ein stytt útgáva
av teimum fyrstu 10 bóku-
num av »Confessines«.
– Nú ið eg fekk meira
ræði á míni tíð, fór eg undir
at týða ta bókina, sigur Eilif
Samuelsen.
Aurelius Augustinus hev-
ur havt alstjóran týdning
fyri vesturevropiska ment-
anarliga siðaarvin.
Játtanir Augustinusar er
ein av teimum mest týðandi
og mest nýskapandi verku-
num í latínsku bókmentum.
Bókin er skrivað, tá ið høv-
undurin var fyrst í fýratiár-
unum í teim seinastu áru-
num av fjórðu øld e. Kr. og
í teimum fyrstu árunum,
hann var biskupur. Hon
endurspeglar lív hansara og
virksemið við at endur-
minnast og tulka eina lívs-
gongd.
– Henda útgávan, sum er
tað fyrsta av Augustinusi,
ið útgivið er á føroyskum,
hevur »Confessiones« í
heilum líki, eisini tær
tríggjar
setinastu
heimspekiligu bøkurnar
um
tíðina
og
s k a p a n a r s ø g u n a , s u m
sjáldan verða tiknar við,
greiðir Eilif Samuelsen frá.
Av tí at Eilif Samuelsen
ikki var so kønur í látíni,
hevur hann nýtt rúma tíð at
bøta
um
látínið.
»confessiones« er skrivað á
látíni – men hevur hann
nýtt
enskar
og
norðurlendskar bókmentir
sum stuðul.
Nýggir hátalarar
í Vágstún
Klaksvík:
Á býráðs-
fundi í Klaksvík týs-
kvøldið samtykti býráð-
ið, at eitt nýtt hátala-ra-
kerv skal setast upp í
Vágstúni.
Vágstún er ofta karm-
ur um tiltøk og hátíðar-
løtur av ymsum slagi í
Klaksvík, og saknur hev-
ur verið í einum hátalar-
akervi, tí ofta hevur ver-
ið torført hjá fólki at
hoyrt alt, sum gongur
fyri seg.
Hetta sigur Steinbjørn
Jacobsen, borgarstjóri,
fer at broytast við tí
nýggja kervinum.
– Hetta verður eitt
varðandi kerv. Sum er
verður riggað til hvørja-
ferð okkurt skal verða í
Vágstúni, men tað slepst
so undan við nýggja
kervinum. Tað kemur at
standa har allatíðina,
sigur hann.
Nýggja kervið kemur í
kjalarvørrinum av broyt-
ingunum í økinum við
Vágstún, síðani rund-
koyringin kom, og held-
ur borgarstjórin, at tiltøk
í Vágstúni framyvir fara
at eydnast nógv betur
framyvir við betraðu
ljóðgóðskuni.
-sae-
Vøksturin er
steðgaður
Lønarútgjaldingar vísa
nú týðiliga eina stagna-
tión í búskapinum. Sam-
laðu lønarútgjalding-ar-
nar í 2003 vóru góðar 6
mia. kr., og tað er bara
35,7 mió kr meira enn
fyri 2002. Tað svarar til
ein vøkstur uppá 0,6%.
Verða lønarhækkingar í
2003 trektar frá er vøkst-
urin í virkseminum neg-
ativur.
Hetta
skrivar
heimasíðan hjá Vinnu-
húsinum.
Læknin ovfarin
av gestablídni
Læknin – altso tann
ordligi læknin, hin í
sjónvarpinum
–
var
herfyri á ferð í Føroyum.
Peter Qvortrup Geisling
hevði fyrilestrar í Havn
og á Viðareiði, og áhugin
var stórur. Læknin var
hugtikin av Føroyum og
serliga
føroyska
gestablídninum.
Hann hevur fastan teig
í danska vikublaðnum
Ude & Hjemme, og har
skrivar
hann
um
upplivingar
sínar
í
Føroyum.
– Ein eldri kvinna og
dóttir hennara høvdu
frætt,
at
eg
savni
frímerki, so tey bjóðaðu
mær til kaffi. Vit fingu
eitt hugnaligt prát, og eg
fekk
fimm
gomul
postkort úr Føroyum,
greiðir læknin frá.
Ein hýruvognsførari,
sum læknin koyrdi við í
Havn,
hevði
fingið
frænir av, at hann skuldi
hava
fyrilestur,
samstundis sum danska
røðin Krøniken var í
sjónvarpinum.
– Tá eg skuldi aftur til
Danmarkar, kom eitt
starvsfólk
á
flogvøllinum til mín við
einum
brævbjálva.
Í
honum lá ein heilsan frá
hýruvognsføraranum.
Hann
hevði
tikið
Krøniken upp á video til
mín.
ek
Gunnar á
Eclipse
Gunnar Mikkelsen, sum
um vikuskiftið fer at
hava framførslur í Før-
oyum, skal fríggjakvøld-
ið syngja á Eclipse í
Havn.
Ætlanin var annars, at
hann skuldi vera á Plat-
form, men meira fólk
passar inn í Eclipse, og tí
verður framførslan hjá
honum
har.
Leygar-
kvøldið syngur hann í
Mentanarhúsinum
í
Fuglafirði.
Gunnar
Mikkelsen
vann í fjør sangkapping-
ina Stjørna í eitt kvøld,
sum Danmarks Radio
skipaði fyri.
ek
Fyrsta upplagið
næstan útselt
Tveir dagar fyri jól kom
Betesdakórið í Klaksvík
út við fløgu. Útgávan er
væl dámd, og nú er
fyrsta
upplagið
av
útgávuni við at vera
útselt. Á fløguni eru 21
sangir – meiri og minni
kendir,
og
umframt
acapella sang er eisini
fylgispæl
við
orgli,
klaveri, bassi, hornum,
violin og sello.
Eini
60
sangarar
syngja við Betesdakóri-
num, sum gjøgnum árini
hevur
ferðast
nógv
heima og burturi.
ek
Eilif Samuelsen við
bókini um Augustinus,
sum var ein av látínsku
kirkjufedrunum. Bókin
kemur út hálvan mars
Mynd: Álvur Haraldsen
Brandur Enni hevur
fingið gyltan møgu-
leika at gera vart við
seg í donsku undir-
haldsvinnuni. Sunnu-
kvøldið skal hann
syngja í Falkoner
Centrinum í Keyp-
mannahavn
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Føroyski sangarin Brandur
Enni skal um vikuskiftið
syngja saman við eini
rúgvu av kendum nøvnum í
donsku tónleikavinnuni.
Men tað, sum kanska er
meira spennandi, er, at
millum teir 2200 áhoyrarar-
nar verða fólk, sum fáast
við undirhaldsvinnuna í
Danmark – fjølmiðlafólk,
bookingfeløg, hotell, fyri-
tøkur, kommunir og onnur.
Brandur
skal
syngja
sangin »Boys from Amer-
ica«, og saman við honum
á pallinum verða eisini
dansigentur frá dansiskúla-
num hjá Freddie Petersen.
Kend nøvn eru við
Millum hinar sangararnar,
sum verða á pallinum í
Falkoner Centrinum hetta
kvøldið, eru Amin Jensen,
Jette Torp, Søren Pilmark,
Peter Mygind, Kim Sjøgren
og onnur. Eisini eru fólk úr
Svøríki við til tiltakið.
Jens Krøyer, ið nógv
munnu kenna sum klaver-
spælara frá sendingini »Hit
med sangen« stendur fyri
tónleikaliga partinum, og
kendi sjónleikarin Flemm-
ing Jensen verður frásøgu-
maður.
Iris upp í leikin
Tað er Iris í Klaksvík, sum
saman danska felagnum
Eugen Taimer Entertain-
ment er farið undir at føra
Brand frammi uttanlands.
Frá IRIS í Klaksvík verð-
ur sagt, at teir krossa fingr-
ar fyri Brandi, og teir takka
sínum stuðlum til tiltaki –
Postverk Føroya, Atlantic
Airways og Føroya Banka.
Brandur Enni kann
syngja seg inn í hitan
Brandur Enni, sum her sæst
á palli í Klaksvík fyrr í ár,
skal sunnukvøldið syngja á
eini heilt serligari konsert í
Keypmannahavn
Umframt lokalar
sangkreftir fara
kvartett úr Klaksvík
og Ebenezerkórið at
syngja á Toftum í
vikuskiftinum
FUNDARRØÐ
Tíðindaskriv
Í vikuskiftinum verður ítr-
óttarhúsið á Svangaskarði
karmur um evangeliska
fundarrøð á Toftum. Tað er
Poul Færø, ið er búsitandi í
Klaksvík, sum saman við
øðrum er innbjóðari.
Poul Færø er ættaður av
Toftum. Og hóast tað nú
eru mong ár síðani, at hann
flutti úr heimbygdini og til
Klaksvíkar at búgva, so
kennir
Poul
framvegis
nógv fólk á Toftum, og
hann er eisini kendur á
Toftum. Ikki minst tí at
hann so ofta vitjar, tá ið
serstøk høvi eru, um tað so
er í sambandi við jarðar-
ferðir, føðingardagar ella
brúdleyp.
Fleiri luttakarar eru í ev-
angelisku møtirøðini, sum
í vikuskiftinum verður á
Svangaskarði.
Umframt
Poul Færø fer Jákup N. Ol-
sen at tala. Teir báðir
høvdu fyri stuttum møtirøð
í Hermon í Norðdepli. Har-
umframt fer Øssur Berg-
hamar at siga nøkur orð
fríggjakvøldið. Susan og
Øssur Berghamar, sum
dagliga starvast í Kristna-
stovu í Keypmannahavn,
hava verið heima í einar
tvær vikur. Øssur hevur
røtur á Toftum.
Fundirnir
á
Svanga-
skarði verða fríggjakvøldið
og leygarkvøldið klokkan
20 og sunnukvøldið klokk-
an 18. Fríggjakvøldið verð-
ur sangluttøka úr Nebo á
Toftum. Leygarkvøldið fer
kvartett úr Betesda í Klaks-
vík at syngja, og sunnu-
kvøldið verður sangkórið í
Ebenezer á Svangaskarði.
Harafturat fer Minibarna-
kórið í Nebo, sum tað verð-
ur nevnt, at syngja einar
tveir sangir sunnukvøldið.
Samkoman í Nebo bjóð-
ar øllum, sum koma til
møtini hesi trý kvøldini, at
steðga á og at fáa sær ein
drekkamunn og at nýta
høvið at heilsa uppá.
Í sambandi við, at
norðoyartunnilin nú
av álvara er farin í
gongd, er neyðugt
hjá Klaksvíkar
kommunu at skunda
undir nakrar av íløg-
unum, sum skulu
gerast fyri at fyr-i-
reika Klaksvík upp á
fasta sambandið.
Hetta fer at hava lán-
tøku við sær
LÁNTØKA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: – Fyri at kunna
fíggja íløgur komandi trý
árini, kann tað fara at
verða neyðugt at hækka
lánið hjá kommununi, sig-
ur Steinbjørn Jacobsen,
borgarstjóri.
Hann sigur, at íløgurnar,
sum tosað verður um, um-
fata serliga miðbýarætlan-
ina, liðugtgerð av ringveg-
num og økið við bátahylin
uppi í Borðoyavík. Aðrar í-
løgur umframt.
Viðvíkjandi fígging og
lántøku í hesum samband-
inum, sigur Steinbjørn, at
tað veldst nógv um, nær
tær ymsu upphæddirnar
fella.
Tær fyrstu átta milliónir-
nar fella í ár, og borgar-
stjórin væntar ikki, at tað
fer at verða neyðugt at taka
lán til tær. Men komandi ár
og í 2006 verða íløgur fyri
ávíkavist 11 og 10 milli-
ónir, og tað er til hesar í-
løgurnar, at lán kunnu fara
at verða neyðug.
– Tørvurin á hesum íløg-
unum er avbera stórur, og
tað er sjálvandi í eitt sindur
av døpurhuga, at farið
verður inn á tosið um at
taka lán, men kortini haldi
eg, at tað er ikki vandi á
ferð, so longi sum skuldin
er niðan fyri eina álíkning,
sigur borgarstjórin.
Skuldin hjá Klaksvíkar
kommunu í dag liggur um
tær 80 milliónirnar, men
við árslok verður hon
komin niður á 65.
– Vit hava tvinnar møgu-
leikar í hesum sam-bandi-
num. Antin at hækka skatt-
aprosentið ella taka lán,
sigur Steinbjørn, sum hell-
ir meira til at taka lán, sum
hann ikki metir vera á-
byrgdarleyst, tá skuldin er
komin so langt niður.
– Kommunan hevur eina
inntøku upp á 110 millión-
ir, og skuldin við árslok
verður um 65, og hartil eru
lánini munandi bíligari í
dag enn í áttatiárunum við
lága rentustøðinum, sum
er í dag, sigur Steinbjørn
Jacobsen.
Klaksvíkar kommuna má taka lán
Steinbjørn Jacobsen,
borgarstjóri í Klaksvík
Poul Færø vitjar
á Svangaskarði
Poul Færø er ein av innbjóðarunum til fundarrøðina á
Svangaskarði um vikuskiftið
C
M
Y
K
3
2