fríggjadagur 9. mars 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Vinnunevndin hjá Løgting
inum tekur ikki undir við
uppskotinum hjá Rigmor
Dam, løgtingskvinnu, um at
kanna, hvørji politisk tiltøk
kunnu setast í verk, sum
kunnu lækka prísstøðið í
Føroyum.
Ætlanin hjá Rigmor Dam
er, at hendan kanning skal
fíggjast við teimum pengum,
sum verða spardir við at taka
av órímuligu skattafríu koyr
ipengarnar, sum landsstýris
fólk fáa – upp í 13.500 skatta
fríar krónur um mánaðin, og
við at lækka eftirlønina hjá
landsstýrisfólkum.
Tá uppskotið
var til 1. við
gerð í løgtingi
num hálovaði
Alfred Olsen úr Sambands
flokkinum uppskotinum.
– Tað er virkuliga gott, at
hetta uppskotið er komið.
Øll vita, at prísstøðið í Før
oyum er alt ov høgt, segði
Alfred Olsen, sum eisini vísti
til kanning hjá Hera á Rógvi,
búskaparfrøðingi, fyri nøkr
um árum síðani, sum stað
festi, at Føroyar er dýrasta
landið at liva í.
Alfred Olsen vísti eisini á,
at nógv tiltøk eru í umbúnað,
sum fara at gera viðurskiftini
hjá lág- og miðalløntum enn
verri – hann nevndi at el-prís
ir fara at hækka, at gjaldið
til heilsutrygd hækkar, at
galdið til Als hækkar, meðna
útgjaldið lækkar – og at prís
hækkingar annars eru
um 2-3 prosent.
Men í Vinnu
nevndini hevur
pípan hjá Alfred
Olsen
fingið
annað ljóð...
Saman
við hinum
í
meir
i l u t a
n u m ,
Hanus Samró, Jógvan Skor
heim og Bjarna Djurholm,
sigur Alfred soleiðis um
uppskotið:
»Meirilutin tekur ikki und
ir við málinum og mælir Løg
tinginum frá at taka undir
við uppskotinum«
Stikk denn, Alfred Olsen!
Tá eingin grundgeving er
frá meirilutanum til at fella
meinaleysa uppskotið um
eina kanning, sum kanska
kom til, at landið leggur ov
nógv gjøld á vørur, sum í
sínari tíð bara skuldi umfata
MVG, so kunnu vit bara gita:
1. Talan er um eitt and
støðuuppskot
2. Samgongan heldur ikki,
at prísstøðið er ov høgt
3. Samgongan ætlar eisini
at fella uppskotið hjá Rigmor
um at taka sera órímuligu
skattafríu
koyripengarnar
frá politikarum.
– Vit gita, at talan er um
tað síðsta, at samgongan ætl
ar at fella uppskotið, sum tek
ur skattafríu koyripengarnar
frá landsstýrisfólkum.
Men tað frætta vit nærri
um fyrsta dagin, tá fíggjar
nevndin er liðug at skriva
álitið.
Meðan løgmaður hevur malið sum
hundur um heitan greyt, tá um til
feingisgjald ræður – so hevur pípan
umsíðir fingið annað ljóð.
Løgmaður hevur ikki fingið seg
at sagt tað, sum hann meinar innast
inni, tí tað sampakkar ikki við tað,
sum Fólkaflokkurin vil.
Men tað ger hann nú, og tað vísti
hann í útvarpinum fyrrakvøldið,
tá hann staðfesti, at tilfeingisgjald
verður lagt á høvuðsvinnuna, við ella
uttan Fólkaflokkin.
Hetta er júst tann boðskapur frá
løgmanni, sum bíðað hevur verið eft
ir. Men tað er týðuligt, at ein ósemja
er í eygsjón millum stóru samgongu
flokkarnar. Eitt er ríkisveitingin, har
Fólkaflokkurin frá at tiga er farin at
speireka løgmann. Í Degi og Viku týs
kvøldið segði Rodmund Nielsen úr
Fólkaflokkinum, at tey undir ongum
umstøðum góðtaka nýggjar samráð
ingar um at hækka ríkisstuðulin enn
meira.
Og tá løgmaður nú hvessir knívin
viðvíkjandi tilfeingisgjaldinum, so er
ósemjan eyðsýnd.
Hvat hetta merkir fyri samgongu
samstarvið er ilt at spáa um. Men
mangt bendir á, at samstarvið er í
váða. Men tað kann eins væl enda
við, at Fólkaflokkurin bakkar við
víkjandi tilfeingisgjaldinum, men ger
tað, hann er mentur fyri at »minka
um skaðan«.
Alternativið er makrelsamgongan
millum Sambandsflokkin, Tjóðveldi,
Javnaðarflokkin og Framsókn, sum
kann gjøgnumføra ein slíkan reform.
Ein slík samgonga hevði sett Fólka
flokkin út í politiska myrkrið uttan
ávirkan, og valla er Fólkaflokkurin
hugaður í at enda í somu støðu sum
Tjóðveldi, sum nú skjótt á tíggjunda
ári stendur uttan politiska ávirkan.
Avgerðin hjá løgmanni skal takast
ein av fyrstu døgunum, tí fíggjar
karmarnir skulu ásetast fyrsta dagin.
Og í fíggjarkarmunum skal ásetast,
hvussu nógvur peningur skal nýtast
til rakstur, og hvussu nógv skal
brúkast til íløgur í komandi ári – og
hvussu nógvar inntøkur vera.
Kaj Leo Johannesen lat ongan iva
vera um, at tað er eitt »must« at krevja
eitt gjald frá høvuðsvinnuni fyri
fiskatilfeingi bæði á nær- og á fjar
leiðum. Tí alivinnan og fiskivinnan
koma at verða drívmegin í føroyska
búskapinum – og uttan hetta gjaldið
fæst hallið á fíggjarlógini ikki burtur
fyri 2015, segði løgmaður.
Tað síðsta, sum løgmaður segði,
var ikki minst áhugavert: »Eitt til
feingisgjald, ella eitt gjald, verður
lagt á vinnuna, tað eri eg slett ikki í
iva um. Tað verður staðfest seinni í
ár, og so vóni eg, at tað er tann sam
gonga, sum vit kenna í dag, sum kem
ur at gjøgnumføra tað...«
Hetta var ein hóttan, ið vil nakað.
Hvør skal siga: Aktar Fólkaflokkurin
ikki, so fer hann út í myrkrið.
Løgmaður hevur nú av
sonnum hvest sær knívin
Ingi Samuelsen: Um onk
ur hevur eina mynd av
eldinum í Mattalág, og
vil lata heimasíðuni hjá
Kringvarpinum hana, so
eru vit áhugað: netvarp@
kringvarp.fo
Soleiðis
kann
tað
almenna eisini kappast við
privatu miðlarnar.... ;-)
Bilførarin
innlagdur
tilfeingisGjald er eitt must
Tingfólk vilja varðveita
skattafríar koyripengar
Hvør er
sannleikin
um eftir
lønir?
Eyðfinnur Jacobsen
eygamálið á síðu 18
Faroes
for sale
Tórbjørn Jacobsen
Tíðargrein á síðu 19
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lisið á
Maðurin, sum koyrdi lastbil
in, ið fór á flog í storminum
á
Sundi
í
gjár,
liggur
framvegis á Landssjúkra
húsinum.
Sambært politinum hev
ur hann brotið ella brákað
rivjabein.
Annars slapp hann ómeta
liga væl frá óhappinum.
Bilurin steðgaði í brekkuni,
og fallið hevði verið høgt,
um vørubilur hansara var
rullaður víðari.
Í gjárkvøldið fór sløkkilið
í Havn og tók bilin upp.