fríggjadagur 9. mars 2012síða 3
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Fríggjadagur 9. mars 2012 · Nr. 30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leiðari til Mentanarhúsið í Fuglafirði
Droymir tú um at fyriskipa mentanarlig tiltøk við skapandi
listafólkum, so sum tónleikarum, sjónleikarum og øðrum
listafólkum, so hevur tú nú møguleikan í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði.
Tú hevur evnini at skapa lív rundan um teg og eina holla vitan
um mentan og list, sum ger teg føra/n fyri at skapa tiltøk, ið
fanga áhugan hjá fólki.
Fuglafjarðar kommuna hevur tikið yvir Mentanarhúsið í
býnum, og fær húsið tí tryggar karmar at virka undir.
Umsóknarfreistin er 30. mars og miðað verður eftir at seta
leiðaran 1. mai 2012.
Tú kanst lesa meira um starvið á www.fugjafjordur.fo ella á
www.menthus.fo
Tú kanst eisini ringja til Jákup Frants Larsen á telefon 23 80 02
ella senda teldupost til jakupl@fuglafjordur.fo
Fuglafjarðar kommuna
sansir.fo